Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-27, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. februar 2018síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mikudagur 28. februar 2018 · Nr. 25 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hilmar Jan Hansen Leygarkvøldið klokkan 19.45 verður fót­bólts­árið 2018 formliga sparkað í gongd, tá árligi stórsteypadysturin mill­um føroyameistararnar og steypa­vinn­ararnar frá árinum fyri verður spældur. Sum undanfarin ár verður dystur spældur á Tórsvølli, og hesa­ ferð eru tað eysturoyarliðini Vík­ ing­ur og NSÍ, ið møtast. Víkingur vann í fjør annað árið upp í slag føroya­meistaraheitið og NSÍ vann á B36 í finaluni um Løgmanssteypið. Hjá teimum í Víkingi er tað mest­sum blivið fastur siður at spæla stórsteypadyst, tí hetta er sætta árið á rað, at Víkingur er part­ur av hesum dysti – í ár og í fjør sum føroyameistari og hinar fýra ferðirnar sum steypavinnari. Vík­ingur vann forrestin í fjør stór­ steyp­ið til ognar, sum kappast hevur verið um síðani 2007, so í ár er nýtt steyp fingið at kappast um. NSÍ hevur ikki so ofta spælt stór­steypadyst, man var í honum í 2008, eftir at felagið árið fyri hevði vunnið sítt fyrsta og higartil einasta føroyameistaraheiti. Nú skulu runavíkingar so royna seg sum steypavinnarar. Reglurnar eru tær, at somu treyt­ir eru galdandi fyri stór­steypa­ dyst­in sum fyri vanligar dystir, og hóast gul kort fella burtur eftir dyst­in, verða reyð kort hangandi til fyrst­komandi dyst. Pengar til Frælsi Stórsteypadysturin er eitt felags átak hjá Lions Club í Føroyum og Fót­bóltssambandi Føroya, sum hevur til endamáls at fáa avgreitt stórsteypadystin sum tann fyrsta í kapp­ingarárinum, samstundis sum pengar verða samlaðir inn til eitt gott endamál. Lions Club hevur í tí sambandi gjørt av, at allur ágóðin frá dysti­ num millum Víking og NSÍ leygar­ kvøld­ið skal fara til við­gerðar­ heim­ið Frælsi á Eiði, sum er fyrsta við­gerðartilboð her á landi til ung millum 18 og 24 ár, sum hava trupul­ leikar av rúsevnum. – Vit halda tað hava týdning, at vit sjálv her á landi hava eitt tilboð til okkara ungdóm, ið er komin skeivt fyri av rúsevnum, heldur enn at senda hesi av landinum til viðgerðar, sigur Martin Kúr­berg, sum er dagligur leiðari á við­gerð­ar­ heiminum. – Frælsi hevur til endamáls at geva teimum ungu viðgerð fyri teir­ra trupulleikar, umframt at veitt verður familjuviðgerð, tí mis­ nýtsl­an av rúsevnum sjáld­an bara rakar tann, sum er mis­nýtari. Eisini hava vit eina sam­døgurs­ráð­gev­ing, ið fólk altíð kunnu venda sær til. Tað er Frelsunarherurin, ið stend­ur fyri virkseminum á við­ gerðar­heiminum á Eiði, og tað merk­ir millum annað eisini, at Frælsi tann vegin hevur atgongd til vitan og ráð innan viðgerð úr Norra, har tey hava drúgvar roynd­ ir við ungdómsviðgerð. Vilja fegin stuðla Fyri at venda aftur til sjálvan stór­ steypa­dystin, so er hann altso mill­um tvey av fremstu liðunum seinnu árini, har serliga Víkingur hevur gjørt vart við seg við at vinna føroyameistaraheitið síðstu tvey árini, samstundis sum NSÍ hevur bitið seg fast í topp-fýra í føroysku kapp­ingini síðstu mongu árini. Óivað fara hesi bæði liðini saman við øðrum at leggja nógv fyri, nú fótbóltskappingin verður skot­in í gongd, og í hesum døgum verður dúgliga gitt um, hvussu ymsu liðini fara at klára seg. Nógvir venjingardystir verða spæld­ir og ymsar smærri kapp­ing­ ar, og hugt verður at, hvussu lið­ini standa seg í teimum ymsu dyst­ un­um, hóast venjingardystir ofta eru eins nógv eitt fríøki til at gera ymsar royndir, heldur enn at teir skulu takast í alt ov stórum álvara sum kappingardystir. Nú liðini spakuliga nærkast tí formi, tey ætla sær at vera í, tá tað verður farið í gongd av álvara, kann stórsteypadysturin í øllum før­um geva ábendingar um, hvussu Vík­ ing­ur og NSÍ fara at síggja út og standa seg í ár. Atgongumerkini kosta 80 krón­ ur, men ikki er óvanligt, at fólk velja at leggja fleiri pengar eftir seg, tí tey fegin vilja stuðla góða enda­ máli­num, og tað eru fyri­reik­ar­ar­ nir takksamir fyri. Í hálv­eikinum verður ein kaffi­munn­ur at fáa í FSF-húsinum. hilmarjan@sosialurin.fo 2007 B36-HB 1-1 (1-1) 0-1: Rókur av Fløtum Jespersen, 2. 1-1: Fróði Benjaminsen, 15. Brotssparkskapping: 2-1: Jákup Mikkelsen, B36 2-2: Christian Høgni Jacobsen, HB 3-2: Fróði Benjaminsen, B36 3-3: Jákup á Borg, HB 4-3: Alex José dos Santos, B36 4-3: Páll Mohr Joensen, HB (brendi) 5-4: Mikkjal K. Thomassen, B36 5-4: Rasmus Nolsøe, HB 6-4: Allan Mørkøre, B36 2008 NSÍ-EB/Streymur 4-0 (0-0) 1-0: Jónhard Frederiksberg, 56. 2-0: Óli Hansen, 66. 3-0: Øssur M. Dalbúð, 76. 4-0: Sjúrður Jacobsen, 80. 2009 EB/Streymur-HB 1-3 (0-1) 0-1: Hans á Lag, 4. 0-2: Páll Mohr Joensen, 47. 1-2: Brian Olsen, 83. 1-3: Rógvi Poulsen, 85. 2010 HB-Víkingur 2-1 (1-0) 1-0: Fróði Benjaminsen, 10. 1-1: Finnur Justinussen, 54. 2-1: Rógvi Poulsen, 85. 2011 HB-EB/Streymur 0-2 (0-1) 0-1: Arnbjørn T. Hansen, 29. 0-2: Arnbjørn T. Hansen, 49. 2012 B36-EB/Streymur 1-2 (1-0) 1-0: Símun Joensen, 10. 1-1: Hans Pauli Samuelsen, 60. 1-2: Arnbjørn T. Hansen, 93. 2013 EB/Streymur-Víkingur 1-0 (1-0) 1-0: Niels Pauli B. Danielsen, 43. 2014 HB-Víkingur 1-2 (0-1) 0-1: Bárður J. Hansen, 26. 1-1: Fróði Benjaminsen, 52. 1-2: Bárður J. Hansen, 78. 2015 B36-Víkingur 3-3 (2-2) 0-1: Sámal Jákup Joensen, 2. 1-1: Odmar Færø, 5. 2-1: Róaldur Jakobsen, 20. 2-2: Sámal Jákup Joensen, 39. 3-2: Høgni Eysturoy, 58. 3-3: Finnur Justinussen, 62. Brotssparkskapping 0-1: Súni Olsen, Víkingur 1-1: Róaldur Jakobsen, B36 1-2: Hanus Jacobsen, Víkingur 2-2: Benjamin Heinesen, B36 2-3: Sølvi Vatnhamar, Víkingur 2-3: Árni G. Nielsen, B36 2-4: Finnur Justinussen, Víkingur 3-4: Høgni Eysturoy, B36 3-5: Atli Gregersen, Víkingur 2016 B36-Víkingur 0-1 (0-0) 0-1: Sølvi Vatnhamar, 66. 2017 Víkingur-KÍ 2-1 (1-0) 1-0: Gunnar Vatnhamar, 39. 1-1: Dion Splidt, 49. 2-1: Sølvi Vatnhamar, 89. Stórsteypadystir VÍKINGUR OG NSÍ DYSTAST UM NÝGGJA STÓRSTEYPIÐ Víkingur vann í fjør til ognar stórsteypið, dystast hevur verið um síðani 2007, so í ár er nýtt steyp fingið at kappast um. Allur ágóðin frá dystinum, sum Lions Club og FSF skipa fyri í felag, fer til viðgerðarheimið Frælsi á Eiði, sum hjálpir ungum við rúsevnatrupulleikum MYNDIR: ÁLVUR HARALDSEN