Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mars 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Hart orðaskifti um Kringvarpið – men valla annað enn bara snakk Tað var eitt drúgvt orðaskifti á tingi miku­ dag­in um at loysa sjónvarps- og út­varps­red­ ak­ti­ón­in­ar hjá Kring­varp­i­num sund­ur­aftur. Kringvarpið er ein hentur syndabukkur hjá pol­itikarum. Fleiri teirra bein­leið­is hata Kring­varpið, til dømis Jørgen Nicla­sen, sum held­ur, at stovnurin átti at verið priv­at­i­ser­ að­ur, og Elsebeth Mercedis Gunleygsdóttur spek­u­lerar upp­á, hvussu tey kunnu seta fólk í starv í Kringvaparpinum, tá tey, sum seta fólkini í starv eru so vinstra­sinn­að, at tey bara kunnu seta vinstrasinnað fólk. Tað var Jógvan á Lakjuni, sum hevði birt und­ir orð­a­skiftið um Kringvarpið í gjár við at leggja fram uppskot um at losya sundur aft­ur útvarps- og sjónvarpsredaktiónirnar. Tað var júst Jógvan á Lakjuni, sum fyri 13-14 ár­um síðani klaksaði stovnarnar sam­an í óð­um verkum. Og sjálvt um hann hevur sit­ið við ábyrgd tað mesta av tíðini síðani, so hev­ur hann ikki lagt málið fyri tingið fyrr enn nú, tá hann situr í andstøðu. Og tað er júst tað, sum ger málið meira til eitt rumbuls­mál enn eitt mál, sum verður við­gjørt í tí ­álvara, tað átti. Landsstýriskvinnan sigur, sum slík plaga at siga, tá andstøðan kemur við uppskoti, sum líkist uppskoti, tey sjálvi kundu funnið upp á at komið við, at hon »arbeiðir við mál­ i­num«. Og tað er einki forgjørt í at halda, at vit áttu at havt tvær tíðindadeildir í Kring­varp­ i­num. Men tað hava vit ikki, tí júst Jógvan á Lakj­uni og hini, sum hava sitið á valdinum sam­an við honum síðani, ikki hava hildið tað. Men tað er sjálvandi loyvt at broyta hugs­an. Vit sum privatur miðil hava havt okkara stríð við Kringvarpinum øll árini. Vit vilja tó feg­in hava eitt gott og sterkt alment Kring­ varp. Men síðani Jógvan á Lakjuni skapti hend­an almenna superstovnin, legðist hes­in al­menni stovnurin sum ein tung dýna á all­an lýs­ing­ar­markn­aðin og fór eftir øllum. Mál vórðu sett um, at Kringvarpið skuldi hava 10 mill­iónir árliga í lýsinarinntøkum. Hetta var púra ørt og er tíbetur broytt. Hó­ast vit kunnu siga »betur seint enn ong­ an­tíð«, so var hetta ov seint. Lýs­ing­ar­markn­ að­ur­in er fluttur til amerikonsk feløg sum Facebook og Google, so her er so lítið eftir til privatar miðlar í Føroyum at kappast um á lýsingarmarknaðinum. Javn­að­ar­ flokk­ur­in mátti heilt nið­ur á 15. pláss á val­ evn­is­lista­ num fyri at finna ting­ fólkið, sum skuldi møta fyri Bjarna Hammer, sum er farin í farloyvi eftir skuld­set­ing­ar um at vera settur í sam­band við hassj. Á løgtingsvalinum 1. september 2015 fekk Javn­að­ar­flokkurin átta umboð vald á ting. Tey vóru: Aksel V. Johannesen 2.405, Sonja Jógv­ans­dóttir 1.021, Eyðgunn Samuelsen 433, Rig­ mor Dam 396, Heðin Mortensen 392, Hen­rik Old 387, Kristin Michelsen 302 og Bjarni Hamm­er 298. Eftir at landsstýrið varð skipað, og Aksel V. Jo­ hann­e­sen, Eyðgunn Samulesen, Rigmor Dam og Hen­rik Old tóku sæti í landsstýrinum – og løgdu sæti á tingi frá sær, tóku fyri varafólk sæti á tingi. Fýra tey fyrstu varafólkini vóru: (1) Helena Dam á Neystabø 198, (2) Jónleif Johannesen 183, (3) Sjúrður Skaale 175 (4) Kristianna W. Poulsen 157. Men av tí at Sjúrður Skaale er valdur á Fólkating, so hevur eisini Sjúrður Skaale farloyvi úr Løgtinginum. Tí var neyðugt at fara niður á 15. pláss at finna avloysaran fyri Bjarna Hammer. So lítið eftir at kappast um Fóru eftir nr. 15 Javnaðarflokkurin Les eisini blaðið á telefonini Minni skrambul – meira dygd Liljan Weihe Tíðargrein síða 20-21 Ferðafólkini eru okkum góð Høgni Reistrup síða 22-23 Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Stóra framgongdin í bilasølu, sum ver­ið hevur seinastu árini, tykist nú verða um at flatað nakað út Sum vera man er eitt loft á, hvussu nógvir nýggir bilar kunnu seljast í Føroyum. Seinastu hagtølini frá Akstovuni eru fyri tveir teir fyrstu mánaðirnar í ár. Tá vóru seld til­sam­ans 383 nýggj akfør, sum er 11 akfør færri enn sama tíðarskeið í fjør, tá 394 akfør vórðu seld. Í prosentum er afturgongdin sløk 2,8 pro­sent. Størsti parturin av akførum eru per­són­ bil­ar­nir. Teir báðar fyrstu mánaðirnar í ár eru seldir tilsamans 291 nýggir persónbilar. Tað eru fýra færri enn tveir teir fyrstu mán­ að­ir­nar í fjør, tá 295 nýggir persónbilar vórðu seld­ir. Í prosentum er talan um eina lækking upp á minni enn 1,5 prosent. Næststøstu nøgdini standa vørubilarnir fyri. Higartil í ár eru seldir 66 nýggir vøru­ vogn­ar, sum eru tríggir færri enn teir báðar fyrstu mánaðirnar í fjør. Vit hava keypt eitt vet færri bilar í ár Akfaraslag Feb 2018 Feb 2017 Broyting Feb 18/17 Jan-Feb 2018 Jan-Feb 2017 Broyting 18/17 %broyting 18/17 Hýruvognar 2 2 0 3 3 0 0.00 % Kampingbilar 2 2 0 2 2 0 0.00 % Lastbilar 1 1 0 1 2 -1 -50.00 % Leguvognar 1 1 0 1 1 0 0.00 % Lendisakfør 0 0 0 0 1 -1 -100.00 % Motorsúkklur 0 0 0 0 1 -1 -100.00 % Neyðsendarakfør 0 2 -2 0 2 -2 -100.00 % Persónbilar 165 156 9 291 295 -4 -1.36 % Prutl 0 2 -2 2 3 -1 -33.33 % Smábussar 1 0 1 1 0 1 ódef. Tangabilar 0 0 0 0 1 -1 -100.00 % Viðfestivognar 5 8 -3 16 14 2 14.29 % Vøruvognar 35 37 -2 66 69 -3 -4.35 % Samlað: 212 211 1 383 394 -11 -2.79 % 2. mars 2018 Talvan vísir hagtøl um skráseting av nýggjum akførum fyri januar og februar í 2018 í mun til somu mánaðir í 2017. Fyri persónbilar er ein lítil afturgongd upp á 1,36 prosent – samlað er talan um eina afturogngd í innflutningi av øllum akførum tilsamans upp á 2,79 prosent Í blaðnum...