Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mars 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. MARS 2018 SOSIALURIN 26 4 Vit hava nú í fleiri ár keypt og keypt. Búskarligu tíðirnar eru góðar og seinastu árini hevur vøksturin verið stórur, men nú sigur Búskaparráðið, at ferð­in minkar eitt sindur. Í várfrágreiðingini sigur ráðið, at broyt­ ingar í fortreytunum gera, at vøksturin í BTÚ verður lítil og ongin í ár, men kkortini halda tey ikki, at hetta hevur serligan týdning. Vit fara framvegis at hava pengar at brúka til keyp her í landinum, sjáslvt um útflutningurin verður eitt sindur minni enn hann hevur verið. Materielt hava vit tað gott her í land­ inum. Arbeið er til so at siga allar hendur og sjálvt um almenni landskassin tekur sín stóra part av lønini – bæði sum skatt og avgjøld – so sær út til at flestu fólk hækka livistandardin. Hetta er sjálvandi gott, men hetta má okkum ongantíð gloyma, at sjálvandi er tað got, at tey flestu hava tað gott, so eru tað nøkur, sum hava harðar lagnur at stríðast við. Viðhvørt eru tað fólk sjálvi, sum hava komið sær í knípur, men aðrar tíðir er tað veruliga lagnan, sum langar til. Fólk fáa lívshættisligar sjúkur, meðan onnur líða av kroniskum sjúkum, sum gera gerandisdagin torføran at koma ígjøgn­um. Vit hoyra dagliga í miðlunum um at millum hesi finnast fólk, sum ikki fáa ta hjálp, sum teimum tørvar. Við so góðum búskapi eiga vit at venda eyguni móti hesum fólkunum, Sjálvandi skulu vit gera ílkøgur í tunnlar, vegir og annað, men vit mugu ongantíð gloyma tey í sam­felagnum, sum eru komin illa fyri. Búskaparráðið heldur, at privata nýtsl­ an verður tann sama, sum vit hava sær seinastu árini. Tað floymir inn við nýggj­ um bilum, nýggjum køkum, fólk fara uttan­lands at ferðast og alt líkist meira og meira seinastu árini undan kreppuni í níti-árunum, Veit væl, at støðan nú er øðrvísi enn tá uppá mangar mátar, men tað ger onki um vit viðhøvrt eisini hyggja at søguni. Dýrkeyptar royndir av øllum handa slag eiga ikki at verða tveittar fyri borð ónrúktar. Vit eiga at brúka tær royndirnar vit fingu til at tryggja okkum frameftir. Sum tað steendur í várfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum, so er størsta hótt­ an­in móti okkara búskapi júst nú tað, at vit gerast ov mong gomul og talið av fólki á arbeiðsmarknaðinum minkar. Hetta er nakað, sum vit kunnu gera nakað við og tí eiga vit at heita á lands­ins myndugleikar um at lurta eftir Bú­skap­ ar­ráðnum. Tey siga, at verandi uppskot um nýggja pensjónsskipan ikki er nóg mikið. Onnur stig mugu takast, so hald­ førið í bú­skap­in­um eis­ini er í sam­fel­ agn­um um 30-40 ár. Vit hava tað gott bú­ skap­arliga og tað eiga vit at vera takk­som fyri. Hin­vegin vit vit, at vit fáa eis­ini mótbrekku – spurningurin er bert nær Ája! Vikan ið fór Sæð á Facebook: Sosialurin avdúkar, at løgtingsmaðurin og politisturin Bjarni Hammer hevur sagt við ungar kvinnur, at hann kundi skaffa hassj til tær. Búskaparráðið roknar við munandi lægri búskaparvøkstri í ár enn undanfarin ár. Mett verður, at vøksturin í ár verður 0,5 prosent. Svenning av Lofti og Jógvan Zachariassen verða millum tey, ið fylgja amerikanska trúboðaranum Billy Graham til gravar. (mynd) Ein maður var í Føroya Rætti dømdur 4 mánaðir fongsulsrevsing og 20.000 krónur í endurgjaldi fyri at hava sníkt seg til samlegu við eina kvinnu. Maðurin kærdi dómin. Trygd hevði 14,6 milliónir krónur í avlopi í fjør. Jørgen Meitelberg er settur í starv sum stjóri fyri Studna. MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt av teimum 36.000 fólkunum í aldrinum 15-74 ár í Føroyum eru í arbeiðsfjøldini 30.000 Lot til andøvsgul av ymsum ættum, undir 8 m/s, um náttina mest av suðri og landsynningi og í støðum upp í stívt andøvsgul, 10 m/s. Sólglottar, men møguliga kavaæl, serliga í Norðoyggjum. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig, um náttina niður í 3 kuldastig. Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, 13 m/s. Samdrigið og kava- ella vátaslettingsæl. Hitin millum 1 og 4 stig. Hann øtlar vindin í gul til stívt andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, 13 m/s. Sólglottar, men sum frá líður kava- ella vátaslettingsæl. Hitin um dagin millum 1 og 4 stig, um náttina niður í frostmarkið. 8-10 m/s 5-13 m/s 5-13 m/s Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? Búskaparráðið roknar við, at føroyskar fyritøkur í ár fara at hava virkisavlop á 4,4 milliardir krónur. Tað er ein trífalding síðani 2008 Hotellið hjá Atlantic Airways skal hava himmalsengur og luftmadrassur Hassj Tað var sum at bresta eina bumbu, tá ið Sosialurin mánadagin avdúkaði, at løgtingsmaðurin og politisturin Bjarni Hammer hevði samskift við ungar kvinnur um hassj, sum hann segði seg kunna skaffa. Eisini kom fram, at Sosialurin hevði latið løregluni tilfarið í málinum at kanna nærri. Hetta skapti stórt kjak og rumbul í politisku skipanini. Fyribils hevur Bjarni Hammer biðið um farloyvi frá løgtinginum. Um orðið sigur Sprotin Hassj rúseitur vunnið úr hampi (Cannabis sativa)