Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mars 2018síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. MARS 2018 SOSIALURIN 26 5 torshavn.fo Fyrisitingarstjóri Starvið sum fyrisitingarstjóri í Tórshavnar kommunu er leyst at søkja Fyrisitingarstjórin mannar stjórnarbólkin saman við borgarstjóranum, kommunustjóranum, tekniska stjóranum, heilsu og umsorganarstjóranum og trivnaðarstjóranum. Fyrisitingarstjórin hevur ábyrgdina av fíggjarøkinum, kt-økinum, starvsfólkaøkinum, borgaratænastuøkinum. Fyrisitingarstjórin hevur ábyrgdina av at menna miðfyrisitingina sum eitt gott og virkið arbeiðspláss við týðiligum virðum og greiðum málum, og tryggja at miðfyrisitingin er før fyri at veita borgarum og vinnulívi í kommununi eina dygdargóða tænastu og veita politisku skipanini holla ráðgeving. Uppgávan er eisini at tryggja at kommunan er klár til at taka við teimum møguleikum og fyrimunum talgilding hevur við sær. Les meir um starvið sum fyrisitingarstjóri á Starvstorginum á torshavn.fo Send umsókn til torshavn@toshavn.fo Viðmerk á umsóknina: „Fyrisitingarstjóri“ Umsóknarfreistin er týsdagin 13. mars 2018 kl. 8.00