hósdagur 1. mars 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. MARS 2018
SOSIALURIN 26
6
PERSÓNSØGA
– Hetta er mín brennandi hugur og tað, sum
eg vil gera, og tí skal eg klára tað, staðfestir
listakvinnan Hansina Iversen, sum 19.
februar fekk játtað trý ára starvsløn
Hansina Iversen:
ÚTBÚGVINGAR:
1989-93 - The Icelandic
College of fine Art and
Design, málningalist
1993-94 Academy
of fine Art Helsinki,
Postgraduate Studies
1994-97 Academy
of fine Art Helsinki
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
H
on arbeiðir nonfigur
ativt og granskar tað
abstrakta. Úrslitið er
litríkir málningar, sum
51 ára gamla føroyska listakvinnan,
Hansina Iversen, fær á lørift.
Fyri kortum kunngjørdi Ment
anargrunnur Landsins, hvørji
listafólk hava fingið starvslønir
frá grunninum í ár. Longsta starvs
lønin varð tá latin listakvinnuni
Hansinu Iversen, ið fær løn næstu
trý árini frá grunninum.
– Eg royni enn at sodna tað, tí
tað er ikki reiðiliga gingið upp fyri
mær enn, segði Hansina Iversen,
tá Miðlahúsið eftir kunngeringina
fekk orðið á hana.
Fyri listakvinnuna merkja gleði
ligu boðini, at hon næstu árini fær
frið at menna sína egnu list.
– Hetta gevur mær arbeiðsfrið í
rúma tíð, og gevur mær møguleik
an at fara í dýpdina við mínum
arbeiði uttan at skulu renna eftir
verkætlanum, tí eg stúri fyri, hvørj
um eg skal liva av næsta mánaðin.
Hetta gevur mær meira frið, og
kann eg miðsavna meg um at
eksperimentera og finna fram til
nakað meira í málningunum, legði
hon afturat.
Hevur altíð skapað
Pápi Hansinu er úr Kvívík og
mamman úr Vági. Hon er uppvaks
in uppi undir Varða í Havn saman
við foreldrunum og báðum systkj
um sínum.
Hansina hevur altíð havt stóran
áhuga í list, og listin var eisini ein
partur av uppvøkstrinum. Serliga
mamma hennara hevur altíð verið
listaáhugað. Nógv varð tosað um
list heima, og tað vóru fleiri lista
fólk í familjuni.
– Skuldi mamma gera ymiskt
heima og hava frið eina løtu, og so
– TÚ MÁST
TÍ OG VÓNA