hósdagur 1. mars 2018síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. MARS 2018
SOSIALURIN 26
7
gav hon mær pappír og litblýantar,
og so kundi eg sita og hugsavna
meg, sigur Hansina Iversen.
Eftir loknan 9. flokk fór Hansina
á miðnámsskúla. Hon fór á
málsligu deild á studentaskúlanum
í Hoydølum, og henni dámdi væl at
ganga í skúla.
– Tað var ein deilig tíð, og mær
dámdi væl at ganga í skúla, hóast
eg ikki fekk tey hægstu próvtølini.
Hendan tíðin var eisini mennandi
persónliga, og ein varð tikin í størri
álvara av lærarum, fekk egnar
meiningar um tingini og hevði
áhugaverd orðaskifti við floks
felagar og lærarar, sigur hon.
Hóast Hansina hevði áhuga í list
frá barnsbeini, so var valið at fara
á myndlistaskúla meira ella minni
tilvildarligt.
Flytur uttanlands
Hon flutti til Íslands í 1988 og fór
í læru, og upprunaliga ætlanin
var at vera í Íslandi í tvey ár. Í Ís
landi fann hon útav, at tað var ein
myndlistaskúli í Reykjavík. Hon
søkti um upptøku á myndlistaskúl
anum í Reykjavík og einum senu
grafskúla í Svøríki. Hon kom inn á
báðar skúlarnar, men var als ikki í
iva um, hvat hon vildi.
Hansina hevði fleiri ferðir
fingið at vita, hvussu torført tað
er at liva av listini. Ofta varð sagt,
at best er, at fáa sær eina ordiliga
útbúgving, men tá hon kom inn
á myndlistaskúlan í Reykjavík,
hugsaði hon ikki longur um tað.
– Eg visti tá, at hetta er mín
brennandi hugur og tað, sum eg vil
gera, og tí skal eg klára tað, stað
festir listakvinnan.
Í 1993 flytur Hansina Iversen
til Helsinki í Finnlandi og fer á
listaskúla har. Hon velur við vilja at
fara uttan um Keypmannahavn, tí
flestu útbúnu føroysku listafólkini
hava nomið sær útbúgving í Keyp
mannahavn. Tað er ein fastløst
støða, sum hon vildi sleppa uttan
um.
Hon greiðir frá, at Finnland
hevði eina aðra siðvenju við non
figurativum og abstraktum máln
ingum. Hetta var øðrvísi í mun til
tað, sum var modernað í Íslandi um
tað mundið við standmyndum og
hugtakslist.
– Í Íslandi var tað ikki hildið
at vera framsøkið at mála, men
heldur var tað ótíðarhóskandi
og gamalsligt. Í Finnlandi var ein
onnur hugsan um málningin, sum
kundi øll møgulig ting, sigur hon.
– Mín áhugi var at granska
málningin, og eg varð ikki ávirkað
av hesum hugburðinum. Eg veit,
hvat eg havi hug til, og hvat eg dugi,
sigur hon og leggur afturat, at hon
hevur áhuga í øllum slagi av góðari
myndlist og ikki bert málningalist.
– Alt hevur áhuga og gevur mær
íblástur, sigur hon.
Síðsta árið á listaskúla í Reykja
vík finnur Hansina sín egna listar
liga stíl í tí abstrakta og ekspres
sionistiska, og hon byrjar síðani
at granska meir í stílinum fyrstu
tíðina í Finnlandi.
Eisini finnur hon íblástur við
at tosa um listina, sigur hon. Hon
greiðir frá, at báðir professararnir,
sum hon hevði í Finnlandi, og
sum málaðu nonfigurativt og
abstrakt, góvust, tá hon hevði
verið á skúlanum í hálvtannað
ár. Í teirra stað kom ein navnfrom
finsk listakvinna, sum serliga
málaði eksplosivar figurativar
málningar. Hon segði, at sjálvsagt
skuldi hon undirvísa Hansinu, men
hon helt, at Hansina skuldi finna
ein professara á konseptlinjuni.
Hon fekk ein professara frá kon
septlinjuni tíð og rúm, og saman
tosaðu tey um rúm, hugskot og
um listina í heimspekiligum høpi.
Málningarnir hjá Hansinu vórðu
ein miðil til at úttrykkja eitthvørt
heimspekiligt ella eksistentielt.
– Tað var eitt ómetaliga gott
samstarv, hóast hann als ikki var
málari. Tað var gevandi at verða
greið yvir tað, eg geri, og lata upp
fyri øðrum tingum, ístaðin fyri at
hugsavna seg um hini tingini, sigur
hon.
Fleiri ár í Keypmannahavn
Hon hevði ikki ætlanir um at koma
heim til Føroya, men umstøðurnar
vildu tað soleiðis, at hon fór heim
aftur í 1997. Meðan hon var í
Føroyum, hitti hon ein ungan
mann, sum hon varð forelskað í.
Hon flutti við honum til Odense,
tá hann fór á listaskúla har.
–Eg fann simpulten ikki nakað
at gera í Odense. Men eg hevði
nógv vinfólk í Keypmannahavn,
og eg sendi eitt postkort til eina
danska vinkonu, sum eg hevði
møtt í Helsinki. Tá hevði man ikki
fartelefon og teldu, so eg sendi
henni eitt postkort og spurdi hana,
um hon visti um nakra verkstovu
í Keypmannahavn, sum eg kundi
leiga, sigur hon skemtiliga.
Hon flutti til Keymannahavnar
1. januar 1999, og tá hevði hon
fingið verkstovu og fulltíðarstarv
sum vaskifólk í einum barnagarði.
Fyrst í desember fekk hon bræv
frá Statens Kunstfond um, at hon
fekk játtandi svar til umsókn um
tvey ára listarligan stuðul.
– Dagin eftir segði eg vaski
starvið upp og fekk eitt parttíð
arstarv á einum vertshúsi og hug
savnaði meg annars um listina í
verkstovuni, sigur hon við einum
smíli.
Hon greiðir frá, at hon síðani
Framhald á síðu 8
“Skuldi mamma
gera ymiskt
heima og hava
frið eina løtu,
og so gav hon
mær pappír og
litblýantar, og
so kundi eg sita
og hugsavna
meg”
T STRÍÐAST FYRI
A AT TAÐ GONGUR