hósdagur 1. mars 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. MARS 2018
SOSIALURIN 26
8
fekk ymiskar uppgávur og var við
til fleiri ymiskar framsýningar.
Men hon viðurkennur eisini, at tað
sum listafólk viðhvørt er torført og
tyngjandi ikki at vita, hvussu tann
fíggjarliga støðan er beint nú og í
framtíðini.
– Tað gongur út yvir lagið, tá tað
gongur illa, men sum listafólk ar
beiðir man við nøkrum, sum verður
ein so stórur partur av einum, at
tað ikki er hugsingur um at sleppa
tí, tí so kann man akkurát tað sama
gevast við øllum og leggjast at
doyggja. So umráðandi verður tað.
Tað verður ein spurningur um at
stríðast fyri tí og vóna, at tað gong
ur, staðfestir hon.
Slíkar fíggjarligar trongstøður
ganga tó ikki út yvir sjálvsvirðið,
og tað er umráðandi, leggur hon
afturat.
Flytur heim
Í 2004 og 2007 fáa Hansina og
sjeikurin børnini Magnus Ívar og
Bjørt. Tá sonur teirra skal byrja
í skúla, velja tey at flyta aftur til
Føroya at búgva.
– Vit búðu í eini lítlari íbúð í
Keypmannhavn og arbeiddu sum
fríyrkislistafólk. Tað var øgiliga
strævið og eitt sindur deprimer
andi til síðst, sigur hon.
Tey komu heim um summarið
í 2011, og hon greiðir frá, at tíðin í
Keypmannahavn hevði verið so
strævin, at nakrar mánaðir eftir,
at tey vóru flutt heim, fóru tey frá
hvørjum øðrum. Hon hevur kortini
ongantíð angrað, at hon flutti heim
til Føroya.
– Tað loysti upp fyri nógvum, eg
fekk luft og hevði gott netverk her
í Føroyum, sigur hon.
Hon heldur ikki, at plaseringin
hjá henni ávirkar listina. Hon málar
í verkstovu og leggur stóran dent á
at sleppa uttanlands at síggja stórar
altjóða framsýningar og tað, sum
fyriferst í myndlistaheiminum.
– Tað gevur mær stóran íblástur,
tí ein má fáa innputt av ymiskum
slagi. Tað nyttar ikki at læsa seg
inni og ikki vita, hvat tað er, sum
rørir seg, sigur hon framhaldandi.
Íblástur kemur eisini úr gern
ingum í gerandisdegnum so sum
gongutúrum í Havnar gøtum.
– Eg leggi merki til litir og snið
millum fjøll og hús ella á einum
gomlum húsaveggi. Tað gevur
íblástur, sigur hon og greiðir frá,
at tað als ikki tykist einsligt, hóast
hon er tann einasta, ið møguliga
sær hesi tingini á gongutúrunum.
– Vit síggja øll umhvørvið á
ymiskan hátt, og tað er gott at
greiða frá tí, sum man sær, so man
kemur niður til veruleikan, ið ein
er umgyrdur av og livur í, sigur
Hansina Iversen.
Hon ger eisini pallmyndir og
hjálpir til á Tjóðpallinum. Tá hon
er har, arbeiðir hon í einum toymi,
sum allatíðina má finna semjur.
– Kompromis, samskifti og tað
sosiala í eini slíkari tilgongd er
eisini ómetaliga sunt og gevandi
fyri øll tey, ið eru við, sigur Hansina
Iversen.
– Tað hevur gingið væl, tí eg
tími ómetaliga væl. Arbeiðið á
Tjóðpallinum gevur eisini royndir,
sum eg kann brúka víðari í mínum
arbeiði, sigur hon.
Mugu taka ábyrgd
Hansina Iversen kemur úr eini list
arligari familju og er eisini farin
listarliga vegin, men báðir abbar
hennara vóru løgtingsmenn. Hon
greiðir frá, at hon hevur eisini
áhuga í samfelagsviðurskiftum,
hóast hon als ikki hevði kunnað
hugsað sær at verið politiskt virkin.
– Eg eri tó við í ymiskum nevnd
um, sum ávirka føroyska mentan
arlívið. Eg haldi, at man hevur eina
skyldu til at vísa áhuga og royna at
bøta um viðurskiftini á tí økinum,
har man er virkin. Verði eg biðin, so
geri eg tað ofta, tí vil man, at tingini
skulu broytast, so noyðist man at
gera okkurt við tað. Man kann ikki
krevja, at onnur, sum ongantíð
hava arbeitt við myndlist, kunnu
vita, hvat tað er, og hvat tað krevur,
sigur Hansina Iversen.
Vil hugsavna seg
um góðsku
Hansina Iversen hevur annars úr
at gera í hesum døgum. Í løtuni
hevur hon, saman við Jóhan Martin
Christiansen, latið eina framsýning
upp í Listahøllini í Skipasmiðjuni,
og sum stuðulsskipanin Listaflog
hjá Atlantic Airways hevur fíggjað.
–Vit fingu 100.000 krónur og
vildu vísa, hvat tað veruliga kost
ar at gera eina framsýning. Nøkur
verk eru sett til sølu, men tað er
ikki tað, sum framsýningin í høv
uðsheitum snýr seg um, sigur hon.
– Málningarnir hjá mær eru til
dømis málaðir beinleiðis á veggin,
og tað verður málað út yvir aftur
við hvítari máling, tá framsýningin
er liðug. Í føroyskum høpi er hetta
óvanligt, tí vit hava eina hugsan
um, at list er eitt objekt, sum tú
kanst keypa og taka við tær heim.
Myndlist kann eisini vera ein upp
living, sum er nakað annað. Slíkur
hugsunarháttur er ikki óvanligur
í altjóða høpi, men tað er óvanligt
her, sigur hon framhaldandi.
Síðan hevur hon eina uppgávu
fyri Norðurlandahúsið í sambandi
við Barnafestivalin 1. apríl.
– Hetta verður eisini ein rúmin
stallatión, og eg vil við hesum eisini
arbeiða við tí abstrakta, so børnini
kunnu uppliva skap og lit og brúka
hugflogið, sigur hon.
Men tá tað er fingið av skafti,
fer hon aftur í sína egna verkstovu.
– Tað, sum eg søkti starvslønina
til, var at hugsavna og fara í dypd
ina við mínum myndlistamáli, sum
er málningalist, og sum kann víðk
ast til meir. Tað eru fleiri ting, sum
eg havi hug at gera, men ikki havi
havt fíggjarligt frælsi til. Hetta er
eitt nú risastórir málningar, sum
kanska ikki kunnu vera nakra aðra
staðni enn í verkstovuni, sigur hon.
Tíðin í verkstovuni er eisini
ómetaliga umráðandi. Skal nakað
dygdargott koma burturúr, so er
umráðandi at leggja tíð og orku
í arbeiði, greiðir hon frá. Tá tú
søkir starvsløn, er tað til ávísar
verkætlanir. Tá Hansina søkti um
starvslønina, so nevndi hon í um
sóknini, at hennara ávísa verkætl
an eisini er áhaldandi at arbeiða
við málningum, og at gera teir betri
og áhugaverdari.
– Eg havi verkætlanir fyri
framman, og tær koma alla tíðina,
hóast eg ikki veit, hvat eg geri um
tvey ella trý ár, sigur hon.
– Eg havi arbeitt við listini sein
astu 25 árini, men verkætlanin
heldur fram endaleyst. Um eg fái
stuðul ella ikki, so haldi eg fram við
hesum, sigur Hansina Iversen.
PERSÓNSØGA
“Sum listafólk
arbeiðir man
við nøkrum,
sum verður
ein so stórur
partur av einum,
at tað ikki er
hugsingur um
at sleppa tí, tí
so kann man
akkurát tað
sama gevast
við øllum og
leggjast at
doyggja. So
umráðandi
verður tað”