hósdagur 1. mars 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. MARS 2018
SOSIALURIN 26
9
Kunnu fáa niðurgongd
í búskapinum í ár
Búskaparráðið roknar við lítlum búskaparvøstri í ár, og møguleiki
er fyri niðurgongd. Orsøkirnar eru minkandi fiskikvotur, hægri
oljuprísir, minni tøka í alivinnuni og væntað prísniðurgongd
EYÐUN KLAKSTEIN
S
einastu fýra árini hava Før
oyar havt millum 5,6 og 7,5
prosent í búskaparvøkstri,
men nú roknar Búskapar
ráðið við, at búskaparvøksturin í
ár minkar niður í 0,5 prosent, og
møguleiki er fyri, at talan verður
niðurgongd búskapinum.
Tað stendur at lesa í frágreiðing
ini, sum Búskaparráðið legði fram
í gjár.
– Gongdin í føroyska búskap
inum seinastu árini hevur verið
serlig vegna óvanliga nógv viðrák
viðvíkjandi laksa- og oljuprísum,
uppsjóvarnøgdum og landskassa
halli (fram til 2016) í einum upp
gangandi hákonjunkturi. Hetta
hevur gjørt tað trupult at gera
stuttsiktaðar forsagnir. Síðan 2009
hevur tað stórt sæð verið vøkst
ur í fiskavøruútflutninginum á
hvørjum ári, og talan er um væl
meira enn eina tvífalding í fiska
vøruútflutningsvirðinum, sigur
Búskaparráðið í sínari niðurstøðu.
Búskaparráðið hevur endurmett
vøksturin í BTÚ í leypandi prísum
fyri árini 2017-2018. Búskaparráðið
metir nú, at vøksturin í 2017 var
eitt vet hægri enn í undanfarnu
frágreiðing, og vøksturin í 2018 at
verða nakað væl lægri enn áður
mett. Búskaparráðið ger vøksturin
í fjør upp til 6,2 prosent, og roknað
verður við vøkstri á 0,5 prosent í ár.
– Hesar broyttu metingarnar av
búskaparvøkstrinum árini 2017- 18
stava frá nýggjum fortreytum. Út
lit eru fyri eini minking í vøkstr
inum ella møguligari niðurgongd í
2018 vegna minkandi kvotur, hægri
oljuprísir, minni væntaða tøku í
alivinnuni og væntaða prísniður
gongd, sigur Búskaparráðið, sum
vísir á, at BTÚ-vøksturin í 2018 í
leypandi prísum stavar í høvuðs
heitum frá innlendskum eftir
spurningi.
Demografiskt trýst
Búskaparráðið heldur, at størsta
avbjóðingin hjá føroyska sam
felagnum er fíggjarliga haldførið,
sum kemst av demografiska trýst
inum. Føroyingar liva longri, og
talið á eldri fólki fer at vaksa næstu
20 árini.
– Demografiska trýstið tey
næstu 20 árini fer at trýsta útreiðsl
urnar í heilsuverkinum uppeftir,
og tað sama verður galdandi
fyri kostnaðin í eldrarøktini. Av
leiðingarnar gera tað neyðugt
hjá ábyrgdarhavandi politiska
myndugleika, so neyvt sum gjør
ligt, at meta um fylgjurnar, uttan
at lata seg misleiða av núverandi
“góðu tíðunum”, “stóra arbeiðs
virkninum” ella “vøkstrinum í
fólkatalinum”, sigur Búskapar
ráðið.
– Eftir meting Búskaparráðsins
er demografi-treytaði fíggjarligi
haldføristrupulleikin tann størsta
einstaka avbjóðingin hjá føroyska
samfelagsbúskapinum.
Búskaparráðið hevur ongantíð
mett, at ein pensiónsnýskipan sum
einsamalt tiltak kann loysa allan
haldføristrupulleikan. Tí eru aðrar
nýskipanir, ið geva sítt íkast til
inntøkur hins almenna, neyðugar,
um haldføristrupulleikin skal loys
ast, sigur Búskaparráðið.
– Til dømis er tað óhógv at pá
standa, at komandi pensionistar,
aftaná eina pensiónsnýskipan,
gjøgnum teirra skatt og avgjøld
fara at kunna fíggja allar eldra-
útreiðslurnar til pensión og eldra-
og heilsurøkt ella ein vaksandi part
av hesum útreiðslum.
Búskaparráðið
eldur,
at
myndugleikarnir mugu hækka pen
siónsaldurin, so at hann samsvarar
við hækkandi miðallívsævina hjá
føroyingum. Sagt við øðrum orð
um: Føroyar liva longri, og tí mugu
teir arbeiða longri, áðrenn teir lata
seg pensiónera.
Sverri Hansen, formaður í Búskaparáðnum, legði nýggja frágreiðing fram í gjár
Varðin keypir høvuðssætið hjá BankNordik
Varðin hevur keypt høvuðssætið hjá
BandNordik í Havn fyri 140 milliónir krónur
EYÐUN KLAKSTEIN
B
ankNordik og P/f Varðin
skrivaðu í gjár undir
avtalu, ið ber við sær, at
bankin selur Varðanum
høvuðssætið fyri 140 mió. kr. Sølan
broytir tó einki fyri virksemið hjá
BankNordik-samtakinum, og tí
fara hvørki kundar ella starvsfólk
at merkja nakra broyting.
Tað boðar BankNordik frá.
Tað var í fjør heyst, at Fíggjar
eftirlitið gav BankNordik boð
um at niðurskriva høvuðssætið
í Tórshavn. Í tí sambandi varð
høvuðssætið niðurskrivað til 62
mió. kr. í roknskapinum hjá sam
takinum – eitt virði, ið var væl
lægri enn tað, sum bankin metti
seg kunna fáa, um bygningurin
varð seldur. Tí gjørdi bankin her
fyri av at selja høvuðssætið, um
eitt nøktandi boð fekst.
Samráðingarnar millum Varð
an og BankNordik hava gingið
væl, og báðir partar eru væl nøgd
ir við avtaluna.
– Hóast bygningurin nú hevur
fingið nýggjan eigara, verður
hann framhaldandi høvuðssæti
hjá BankNordik- samtakinum. Á
tann hátt fær sølan als onga ávirk
an á okkara dagliga virksemi, og
hvørki kundar ella starvsfólk fara
at merkja nakra broyting, sigur
Árni Ellefsen, forstjóri í Bank
Nordik.
Keypsavtalan er treytað av
góðkenning frá partaeigarunum í
P/f Varðanum, og væntandi verð
ur keypið samtykt á aðalfundi
innan eina viku. Umframt søluna
av bygninginum hava partarnir
gjørt ein langtíðar leigusáttmála.
BankNordik fer at leiga bygningin
í 15 ár við møguleika fyri at leingja
tíðar- skeiðið við 5 árum.
– Vit eru fegin um, at Varðin,
sum er ein sterk føroysk fyritøka,
hevur víst áhuga fyri hesum lang
tíðar leigusamstarvi um høvuðs-
sætið, sigur Árni Ellefsen. Árliga
leigan verður umleið 5 mió. kr., og
tað metir bankin vera rímiligt.
BankNordik varðveitir allan
ræðisrætt yvir økinum rundanum
høvuðssætið, meðan samtakið
leigar bygningin. Nú søluavtalan
er undirskrivað, fer BankNordik
at inntøkuføra 70 mió. kr. fyri
skatt í roknskapinum fyri 2018.
Varðin fer nú at eiga hendan bygningin í Havn