hósdagur 1. mars 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. MARS 2018
SOSIALURIN 26
10
- BJARNI HAMME
Í FARLOYVI Í ÓÁS
Politikkur
TEMA: Politikkur
BARBARA HOLM
BARBARA@SOSIALURIN.FO
S
einastu dagarnar hevur
heitasta málið í Føroyum
verið tað um Bjarna
Hammer, tingmann og løg
reglumann, og hansara tilknýti til
ólógliga rúsevni hassj. Málið snýr
seg um, at tá ið ein ung kvinna
í desember í fjør spurdi Bjarna
Hammer, um hann kundi skaffa
sær hassj svaraði hann, at tað hevði
hann nokk kunnað, men ikki upp
á so stutt skotbrá. Síðan avtalaðu
tey, nær hann skuldi skaffað tað til
hennara og hann greiddi frá, hvør
tók tað heim til Føroya.
Orsøkin til, at unga kvinnan
spurdi Bjarna Hammer var, at hon
hevði fingið tað frá honum áður.
Í øllum førum sambært henni og
sambært prátinum Bjarni Hammer
og unga kvinnan hava hendan
dagin, 15 desember.
Samskifti millum partarnar
byrjar við, at tey fyrst skrivað í
smsboðum tann 15. desember,
tí ein jólafrokostur skuldi vera
sama kvøld og unga kvinnan spyr,
um Bjarni Hammer hevur nakað
av "tí stuttliga", sum hann gav
teimum í einari veitslu hjá einum
navngivnum persóni fyri tíð síðani.
Bjarni letur tó ikki til at vita júst,
hvat hann skal hava givið frá sær.
Síðani ringir keldan til Bjarna
Hammer og tey tosa fyrstu løtuna
um, at Bjarni má minnast hvat tað
var, sum hann gav teimum, og síð
ani koma tey til sakina her:
Keldan: Tú gav okkum
hassj í morgunballinum hjá
(navngivnum persóni)
Bjarni Hammer: Gjørdi eg?
Keldan: Ja tað gjørdi tú.. hahaha.
Bjarni Hammer: Ja ja ja, men eg
havi ikki nakað beint nú, tað er
heilt vist, men..
(longri frammi í samrøðuni)
Bjarni Hammer: So haldi eg, nei
veitst tú hvat, eg havi ein ordiliga
góðan vinmann niðri, hann hevur
verið heima tá, tí hann hevur
altíð eina rúgvu við heim.
Keldan: Okok, so tað var hann ja.
Er hann í Føroyum nú?
Bjarni Hammer: Nei, also eg hevði
nokk kunnað skaffað tað, men
ikki upp á so stutta tíð (til sama
kvøld, red). Nei nei, hann kemur
heim tann 22. (desember, red)
Morgunballið
Í hesari telefonsamrøðu tosa keld
an og Bjarni Hammer eisini um eitt
morgunball, har Bjarni Hammer
hevur givið og roykt hassj sjálvur.
Bjarni Hammer flennir eftir hesum
prátinum og sigur við kelduna, at
tað er gott, at hetta samskiftið ikki
fór fram á skrift, men umvegis prát
í telefonini.
Eftir hetta velur Sosialurin at
seta seg í samband við narkodeild
ina hjá føroysku løgregluni. Hetta
tí, at okkara sakførarar og leiðsla
meta samskifti millum kelduna
og tingmannin nú so álvarsamt, at
frægast er, at løgreglan er kunnað.
Men løgreglan yvirtekur ikki
málið beinan vegin - heldur er
narkodeildin á síðulinjuni og fylgir
við í málinum, og sendir kunning
víðari til donsku starvsfelagar or
saka av gegnistrupulleikum.
Tann 22. desember
Vikuna eftir hetta kemur hesin
vinmaður Bjarna Hammer heim.
Í smssamskifti við keldur sig
ur Bjarni Hammer navnið á við
komandi og tað verður váttað, at
viðkomandi er ein kenningur hjá
løgregluni og at hesin er komin til
Føroya. Í telefonsamrøðu millum
keldur og tingmannin verður
tó greitt, at hesin vinmaður ikki
hevði hug at fara í býin hetta
kvøldið hann kemur heim, og
Bjarni Hammer ger avtalur við
ungu kvinnuna um at taka táttin
upp aftur eina viku seinni - millum
jól og nýggjár.
Síðani hetta hevur nakað av
sambandi verið millum partarnar,
tó einki hassj hevur skift hendur
millum hesi. Fyri stuttum valdi
Sosialurin so at steðga okkara ar
beiði og lata tilfarið í málinum til
løgregluna.
Støðan nú
Sosialurin lat málið upp í hend
urnar á løgregluni og orsaka av,
at Bjarni Hammer er løgreglufólk
í farloyvi, hevur føroyska løgreglan
ein gegnistrupulleika og tí vóru
danskir starvsfelagar boðsendir.
Tveir teirra hava verið heima og
avhoyrt partar í málinum og sum
skilst verður helst ikki reist ein
revsisak móti Bjarna Hammer.
Tó so er sannlíkt, sambært teim
um løgreglufólkum og løgfrøðing
um Sosialurin hevur tosað við, at
ein sokallað disiplinersak verður
reist móti Bjarna Hammer.
Hetta er ein innanhýsis manna
gongd hjá løgregluni, har løgreglan
krevur eitt ávíst moralskt støði frá
sínum starvsfólkum, og at síggja til
er Bjarni Hammer við hesum sam
skifti farin forbí sømiligt mark.
Síðani Sosialurin kom út mána
dagin við søguni hevur løgmaður
úttala seg um, at hann heldur
Hetta snýr málið seg um
Løgmaður vildi hava Bjarna Hammer, tingmann fyri Javnaðarflokkin
at fara í farloyvi, meðan løgreglan kemur fram til sína niðurstøður
í málinum um hassj, sum Sosialurin avdúkaði mánadagin. Nú er
Bjarni Hammer farin í farloyvi. Her er samanumtøka av málinum
Aksel V. Johannesen, løgmaður, mælti partamanni sínum til at fara í
farloyvi, meðan løgreglan kannar mál við tilknýti til hassj