Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mars 2018síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. MARS 2018 SOSIALURIN 26 11 ER FARIN SETTA TÍÐ Bjarni Hammer eigur at fara í far­ loyvi úr tinginum, og mikudagin gjørdi Bjarni Hammer júst tað. Aksel V. Johannesen hevur eis­ ini sagt í vikuni, at hann heldur hend­an hendingin hevur ávirkan á alla politisku skipanina, og spurd­ur um, hvørt politikarar eiga at hava hægri moral enn onnur, so løg­mað­ ur sannførdur. – Tað er tað eingin ivi um, at tað eiga vit at hava. Vit hava vald, sum onnur ikki hava, og tí hava vit eisini hægri moralska skyldu enn onnur, sigur Aksel V. Johannesen. Bjarni vil ikki svara spurningum Alla vikuna hevur Sosialurin roynt at fingið viðmerking frá Bjarna Hamm­er um støðuna, men hann vil ikki svara. Vit høvdu vilja spurt Bjarna Hamm­er um viðmerkingar til, at hann segði seg kunna skaffa hassj, tá ið ein ung kvinna spurdi hann um hetta 15. desember í fjør. Vit høvdu eisini vilja spurt Bjarna Hamm­er um viðmerkingar upp á hansara tætta tilknýti til ein vinmann, sum altíð hevur nógv hassj við sær til Føroya, tá ið hann kemur úr Danmark. Bjarni Hamm­ er segði við Sosialin mána­dagin, at hann skuldi svara spurn­ing­unum í vik­uni, men hevur síðani ikki tikið tele­fonina. Fútin bíðar eftir svari úr Danmark Løgreglan kannar í løtuni málið viðvíkjandi Bjarna Hammer, løgreglumanni og tingmanni fyri Javnaðarflokkin. Tað er tó ikki løgreglan í Føroyum, sum ger kanningarnar, men fólk frá ríkisákæranum. T að snýr seg um málið, sum var borið fram her í Sosialinum mána­ dagin. Vit skrivaðu, at Bjarni Hammer hevur sagt við eina keldu hjá blaðnum, at hann lættliga kann fáa fatur á rúsevnum og at ein vinmaður hansara javnan ferðast millum Danmark og Føroyar og hevur rúsevni ella hassj við sær. -Vit hava latið alt tilfar í mál­ inum til ríkisákæran, tí vit hava ikki nakran møguleika at gera nakað við málið her, sigur John Kølbæk, fúti. Hann vísir á, at í slíkum føri sum hesum, valdu tey bein­an­ vegin at lata málið víð­ari til myndugleikarnar í Keyp­manna­ havn. Bjarni Hammer hevur eis­ini í einum tíðindaskrivi sagt, at tveir løgreglumenn úr Keyp­ mannahavn, hava verið í Før­oy­ um og tosa við hann. Tingmaðurin segði í skriv­in­ um, at hann bert var avhoyrdur, men at hann ikki er skuldsettur í málinum. Málið er í tveimum. Annað er eitt mál, sum hevur við starvið sum løgreglumaður at gera og hitt snýr seg fyrst og fremst um moral sum politikari. Danska løgreglan kannar um tingmaðurin og løgtingsmaðurin hevur brotið moralska kodex hjá løgregluni og sum tænastu­ maður. Tað kann hanga saman við, at Bjarni Hammer í blaðnum verð­ur sagdur at hava sagt, at hann veit um ein vinmann, sum ferðast millum Føroyar og Dan­ mark og hevur hassj við sær hend­an vegin. Er hetta so, og føroyski løg­ reglu­maðurin ikki hevur gjørt nakað fyri at avdúka smugl­ing­ ina, so er hann helst farin út um tað, hann sum løgreglumaður kann venda blinda eygað til. Hitt málið er meira um moral, hevur tingmaðurin onki lóg­ar­ brot framt. So fer tað fyrst og fremst at vera upp til Javnaðarflokkin um flokkurin framhaldandi fer at hava álit á tingmanninum og fer at lata hann stilla uppaftur fyri flokkin. Hesin spurningurin er sjálv­ andi ikki avgjørdur, tí flokkurin bíðar eftir hvørja niðurstøðu løgreglan kemur til í málinum. -Men sjálvt um vit ikki siga nakað og hava sent málið til Keyp­mannahavn, so vil tað ikki siga, at vit ikki fylgja við í mál­ inum, sigur John Kølbæk, fúti. Enn er eingin ábending um, nær løgreglan í Keypmannahvn, verður liðug við kanningarnar. Bjarni Hammer er farin í farloyvi frá løgtinginum Hassj er í miðdeplinum í heitasta málinum í føroyskum politikki í løtuni