hósdagur 1. mars 2018síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. MARS 2018
SOSIALURIN 26
12
ÁRNI GREGERSEN
G
REINING: Tað er ikki til
at misskilja, at tað kom
sum eitt óvænta brot inn
í politisku skipanina, tá
ið Sosialurin fyrr í vikuni skrivaði
um Bjarna Hammer, tingmann og
løgtingsmann.
At hetta rakar hart og svárt
sæst av, at tað er torført at fáa
fólk sum heild, at fyrihalda seg til
spurningin politikkur og moralur.
Tingfólk vilja helst ikki siga
nakað um støðuna í løtuni hjá
Javnaðarflokkinum og Bjarna
Hammer. Talan er um persónligan
kennskap og atlit til, at Bjarni
Hammer hevur familju.
Men onki er at ivast í, at hendan
støðan rakar ómetaliga hart inn í
Javnaðaflokkin og at hon eisini
rakar floksformannin ógvuliga
hart.
Í harða stríðnum um fiskivinnu
nýskipanina hevur Bjarni Hammer
sum formaður í vinnunevndin í
Løgtinginum í stóran mun verið
longdi armurin hjá løgmanni.
Teir vóru neyvan samdir um
alt, men gjøgnum Bjarna Hammer
eydnaðist til endans at finna fram
til eitt álit í vinnunevndini, sum
samgongan tók undir við. Eisini
hin tingmaðurin úr Suðuroy –
Kristin Michelsen.
Bjarni Hammer hevur eisini
veirð hollur fyri løgmann í vinnu
nevndini síðani hann lat formans
skapin frá sær til Bjørt Samuelsen,
Tjóðveldi Farloyvið úr tinginum
ger, at Bjarni Hammer ikki verður
millum teirra, sum roynir at finna
eina semju í fvinnunevndini um
veiðugjørdlini.
Strævið frá byrjan
Hendan samgongan gjørdist so
at siga frá fyrsta degi strævin fyri
samgonguleiðaran.
Blekkið var so at siga ikki turt
á undirskiftunum á samgongu
skjalinum, fyrr enn fyrsta broyt
ingin hendi. Tá boðaði Sonja Jógv
ansdóttir frá, at hon tók seg úr
Javnaðarflokkinum og fór at halda
fram sum uttanflokkatinglimur.
Hetta var ein bumba, men kortini
ikki so álvarslig, tí samstundis boð
aði uttanflokkakvinnan frá, at hon
framvegis stuðlaði samgonguni.
Hóast tað, so vísti hendingin
beint eftir at samgonguskjalið var
undirskrivað, at alt ruggaði ikki
heilt , sum tað skuldi.
Serliga tí at hetta hendi í sjálv
um løgmansflokkinum.
Alla tíðina – serliga undir sam
ráðingunum um fiskivinnusam
ráðinganar - kom til sjóndar, at tað
var ótrúliga torført hjá flokkinum
at hava áralag.
Teir báðir Suðuroyar-tingmenn
irnir, Kristin Michelsen og Bjarni
Hammer, spentu ímóti nógvum
av tí í fiskivinnunýskipanini, sum
restin av samgonguni var samd
um.
Tað útstillaði heilt greitt sam
gonguleiðaran, at hann ikki megn
aði at halda skil á í egnum flokki.
Ikki tí, Aksel V. Johannesen,
samgonguleiðari, hevði framman
undan víst, at hann ikki var bangin
fyri at taka avgerðir – eisini avgerð
ir, sum ikki vóru populerar í øllum
flokkinum.
Hann meldaði greitt út, at
hann ikki vildi fara í samstarv við
Fólkaflokkin. Tað var ein útmeld
ing, sum ikki hevði sæð sín líka í
Føroyum. Tað læsti eisini støðuna
eftir valið og tað endaði eisini við,
at teir flokkar sum undan valinum
vóru andstøð eftir varlið blivu
samgonga.
Formaðurin íí flokkinum tók
eisini eina aðra avgerð undan sein
asta vali. Tá valdi hann at mæla
floksleiðsluni til at koyra Gerhard
Lognberg, tingmann, úr Javn
aðarflokkinum, tí hesin vildi ikki
ganga í takt við restini av flokkin
um.
Kristin-málið
Næsta stóra málið var Kristin
Michelsen, tingmaður, valdur í
Suðuroy.
Undir fyrireikingunum til
nýggja lóg um sjófeingi, kom klárt
fram, at hann var ein av tingmonn
Politikkur
TEMA: Politikkur
TUNGT VALSKEIÐ
Serliga
Javnaðar
flokkurin
hevur havt tað
tungt, síðani
samgongan
bleiv skipað - og
nú brýtur aftur
Aksel V. Johannesen, samgonguleiðari, hevur tað ikki lætt
Sonja Jógvansdóttir
Nógvir trupulleikar