Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mars 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. MARS 2018 SOSIALURIN 26 13 unum, sum ikki vildi tað sama sum hini í flokkinum. Kristin Michelsen, var og er borg­arstjóri á Tvøroyri, og hevði í tí leik­lutinum onnur atlit at taka. Hann royndi at tryggja, at tað virk­ semi, sum serliga Varðin skapti á Tvør­oyri, ikki minkaði aftur. Tað eydnaðist tó móti endanum at koma fram til eina semju, sum flokkurin tók undir við – eisini Kristin Michelsen. Men har komu aðrir trupul­leik­ ar. Teir tóku seg upp í sambandi við býráðsvalið. Beint undan gjørdist ósemjan á Tvøroyri, sum endaði við, at Kristin Michelsen tók seg av list­anum hjá Javnaðarfelagnum í bý­num og gjørdi sín egna lista. Tað eydnaðist at koma inn og gera samgonguavtalu, sum helt Javn­aðarflokkin uttanfyri. Men so kom vend í. Ein av samgongulimunum fór yvir til Javnaðarflokkin, so tey nú hava meirlutan. Kristin Michelsen er framvegis bý­ráðsformaður, men situr í minni­luta og meirlutin hevur for­mansskapin í øllum nevndum utt­an fíggjarnevndini, har borg­ar­ stjór­in er føddur formaður. Hendan endavendingin í bý­ ráðn­um fekk Kristin Michelsen at boða løgmanni frá, at hann ikki longu kennir seg bundnan av at at­kvøða tað sama sum Javn­að­ar­ flokk­urin á tingi. Júst har er støðan nú, nú Bjarni Hammer er farin í farloyvið. Politikkur og moralur Hesar hendingarnar hava lagt hart trýst á samgonguleiðaran og for­ mann­in í Javnaðarflokkinum. Politikkur er eitt spæl, sum nógv­ir politikkarar duga væl. Flestu teirra arbeiða ógvuliga seri­øst við málum, tey ynskja at fremja, men tey koma ofta í støð­ur, har egin moralur ikki heilt hóskar saman við politiska hand­verk­in­ um. Mangan atkvøða politikarar fyri málum á tingi, sum tey í veru­leik­ anum lítið og onki kenna til. Tey fáa at vit frá framsøgufólkum, at soleiðis skal tú atkvøða. Tingfólk sjálvi hava sum oftast hjartamál, tá ið tey verða vald inn fyrstu ferð, sum tey hava greiðar støð­ur til. Tað sigur seg sjálvt, at tal­an er um nøkur fá mál. Í øðrum málum – eisini stórum málum – noyðast tingfólk ofta at fylgja tí, sum flokkurin hevur av­ gjørt at atkvøða. Tá eru politikarar ofta í tví­ støðu. Teir hava kanska aðra sann­ før­ing, sjálvt um flokkurin hevur greiða støðu og so noyðast tey at fara frá egnari sannføring og fylgja flokk­inum. Politikarar siga, at hetta ofta er torført í politikki, tí í veruleikanum lata politikarar í slíkum førum av sær sjálvum, fyri at fylgja flokk­in­ um. Tað er heldur ikki ókent við pol­ it­isku rossahandlum. Tað er kanska ikki ólógligt, men spurningurin er um tað er moralskt rætt. Summi siga, at har sum lógin end­ar, har er tað moralurin, sum skal halda fram Hetta førir eisini til, at tá ið tú ert lóggevari í samfelagnum, so setir samfelagið eisini hægri mor­ alsk og etisk krøv til tín. Tað gevur virðing at vera fólka­ vald­ur, men tað setir eisini krøv. Krøv sum í okkara samfelag ofta kunnu gerast serstakliga ítøkilig. Eitt av krøvunum í hesi vik­ uni var, at formaðurin í Javn­að­ ar­flokkinum vegna flokkin heitti á – ella kravdi – at Bjarni Hammer fór í farloyvi úr tinginum. Tað gjørdi hann so, í hvussu so er meðan løgreglan kannar hann. Ð HJÁ LØGMANNI Bjarni Hammer Kristin Michelsen Gerhard Lognberg