Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mars 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. MARS 2018 SOSIALURIN 26 14 Politikkur TEMA: Politikkur TÁ PRIVATLÍVIÐ FE Tað kemur javnan fyri, at politikarar verða feldir av viðurskiftum í teirra privatlívi. Her eru nøkur dømi um tað úr útlandinum Koyrdi ávirkaður av kokaini Fólkatingsmaðurin Jakob Engel-Schmidt var farna summar steðgaður av løgregluni, tí eitt bakljós á bilinum hjá honum riggaði ikki. Løgreglumenninir hildu, at førarin hevði sermerktan og illgrunasaman atburð, og hann varð tí kannaður fyri rúsdrekka- og rúsevnisávirkan. Tað vísti seg, at Jakob Engel-Schmidt koyrdi ávirkaður av rúsevninum kokain, og hann mist koyrikortið í trý ár. Nakað eftir hendingina fór hann í farloyvi úr Fólkatinginum og fór í starv sum menningarleiðari á ungdómsútbúgvingini á Niels Brock skúlanum. Í februar kom hendingin fram alment, og tá leyp skriðan. Formaðurin í valfelagnum hjá Vinstra í Lyngby-Taarbæk valøkinum segði, at Jacob Engel- Schmidt slapp ikki at stilla upp hjá teimum til næsta val, og leiðslan í Vinstra helt, at tað var óhugsandi, at hann kundi koma aftur í Fólkatingið at starvast næstu tíðina. Niels Brock segði menningarleiðaran úr starvi, og eisini TV2 News boðaði frá, at tey frameftir ikki fóru at brúka Engel-Schmidt sum viðmerkjara. Hevði samskifti við rockarar Í 2011 skuldu danski javnaðarmaðurin Henrik Sass Larsen verða ráðharri í stjórnini hjá Helle Thorning Schmidt, men hann kundi ikki fáa trygdargóðkenning frá donsku loyniløgregluni PET. Orsøkin var, at Henrik Sass Larsen hevði havt samband og samskifti við ein kendan Bandidos-rockara. Teir báðir hittust uttan fyri eitt skeinkistað í Køge, og teir høvdu nakað av samskifti umvegis eitt nú sms-boð. Samskiftið millum Sass Larsen og rockaran snúði seg um átta ára gamla sonin hjá rockaranum, sum rockarin ikki at slapp at síggja. Rockarin skuldi havt bukað og hótt mammuna at dronginum, og hon og smádrongurin vórðu tí blivin partur av vitnisverndarskipaninin hjá danska statinum. Rockarin vildi fegin í samband við tey og vildi hava Sass Larsen at hjálpa sær. Hetta samskiftið gjørdi, at Sass Larsen varð vrakaður sum ráðharri, og hann mátti eisini siga sessin sum politiskur talsmaður hjá Javnaðarflokkinum frá sær. Hann fór tó ikki heilt úr politikki, men helt fram at sita í Fólkatinginum. Borgarstjóri misnýtti morfin Í 2013 fór vinstramaðurin Thomas Banke úr starvinum sum borgarstjóri í Fredericia. Hann varð avdúkaður í at misnýta morfin og kokain, og hann hevði brúkt gjaldskort hjá kommununi til privatnýtslu. Í einari bók, sum kom út í fjør, greiddi Thomas Banke frá tíðini, tá ið hann var bundin at rúsevnum, og hvussu hann slapp burtur úr tí. Thomas Banke var eitt skifti formaður í Venstre Ungdom, og tá ið hann legði frá sær, tók Jakob Engel-Schmidt við. Seinni mistu báðir sína politisku karrieru – í øllum førum fyribils – av rúsevnum.