Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-01, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mars 2018síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. MARS 2018 SOSIALURIN 26 15 ELLIR POLITIKARAR Vaskikona feldi komandi forsetan Dominique Strauss-Kahn hevði høgt trúvirði sum formaður í altjóða gjaldaoyragrunninum IMF, og hann stóð til at verða næsti forseti í Fraklandi, tá ið hann í 2011 var tikin av amerikansku løgregluni, tí hann skuldi havt gjørt seg kynsliga inn á eina vaskikonu á gistingarhúsi í New York. Løgreglan setti Straus-Kahn í húsavarðhald, men so líðandi fór grundarlagið undan skuldsetingini, tí vaskikonan skuldi havt logið fleiri ferðir, og Straus- Kahn varð leyslatin. Uttan fyri rættarskipanina gjørdu Straus-Kahn og kvinnan eina semju um endurgjald. Hann segði sjálvur, at hann hevði havt samband við kvinnuna, men hann hevði ikki gjørt seg inn á hana. Málið hevði við sær, at Dominique Strauss-Kahn misti stjórastarvið í IMF, og hann hevði ongan kjans at bjóða seg fram sum forseta í Fraklandi eftir málið. Fleiri halda, at hann gjørdist offur fyri einari samansvørjing. Sendi pornografiskar myndir til ungfólk Norski politikarin Ulf Leirstein, sum hevur umboðað Fremskrittspartiet í Stórtinginum, tók fyrr í ár ein steðg frá politiskum álitisstørvum. Orsøkin var, at hann hevði sent pornografiskar myndir til ung­fólk í ung­mannafelagnum hjá flokkinum – ein av mót­tak­ar­ un­um var 14 ára gamal. Eisini hevði hann bjóðað einum 15 ár gomlum dreingi í ungmannafelagnum at vera við í kynsligum samband við hann og eina kvinnu í 30’unum. NRK avdúkaði framferðina hjá Ulf Leirstein, og so tók hann fylgjurnar av sínum atburði. Hann ætlar sær tó at halda fram í politikki. Forsætisráðharrin mátti frá Íslendski forsætisráðharrin Bjarni Benediktsson mátti í fjør leggja frá sær, tí eitt eitt privatmál gjørdi, at hann misti politisku undirtøkuna. Orsøkin var, at pápi Benediktsson í brævi hevði viðmælt, at ein kenningur hjá honum fekk reinsað sítt navn í samband við ein gamlan pedofili-dóm. Ein gomul íslendsk áseting ger, at tað undir serligum umstøðum ber til at fáa strika sín dóm og reinsa sítt navn. Maðurin, sum pápi forsætisráðharran hevði sagt gott fyri, var í 2004 dømdur fimm ára fongsulsrevsing í einum grovum máli um pedofili. Brotið hjá Bjarna Benediktsson var, at hann visti av, at pápi hansara, sum er løgfrøðingur, hevði viðmælt at reinsa mannin, men hann hevði ikki boðað sínum politisku samstarvsfeløgum frá hesum. Ein av flokkunum í stjórnini, Bjørt Framtíð, tók seg úr samgonguni av hendingini, og so fall stjórnin. Nýval varð útskrivað, Bjarni Benediktsson varð afturvaldur og gjørdist fíggjarmálaráðharri í nýggju stjórnini, har Katrín Jakobsdóttir er forsætisráðharri.