hósdagur 1. mars 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. MARS 2018
SOSIALURIN 26
16
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
T
að er ein av teimum heilt
royndu tónleikarunum
innan føroyska tón
leikaheimin, ið næsta
vikuskiftið telist millum favoritt
arnar at fara heim við fleir tón
leikavirðislønum, tá ársins FMA-
vinnarar verða kosnir.
Eyðun Nolsøe, sum fyri tretivu
árum síðan etableraði seg sum
ein av Føroya dugnaligastu og
fremstu sangskrivarum í bólkinum
Frændur, lat í fjør úr hondum
fløguna Dagur Legst At Degi. Á út
gávuni vóru fjúrtan nýggir sang
ir frá roynda tónasmiðinum úr
Klaksvík.
Fløgan bleiv væl móttikin og um
ársskiftið valdu ummælararnir í
Kvørnini hana til ársins fløgu.
Næsta vikuskiftið fæst greiða á,
um FMA-dómsnevndin er samd,
tí Dagur Legst At Degi er ein av
fimm útgávum, ið er tilnevnd til
Ársins Útgáva. Og harumframt er
sangskrivarin úr Klaksvík eisini
í uppskoti til Ársins sangara og
Ársins sang fyri sangin Tað Er
Løtan.
- Tað er stuttligt at verða til
nevndur. Har eru so nógv onnur
nøvn, ið hava ríkiliga uppiborið
at vinna, so tað er fløvandi, at
man er komin upp í rúgvuna av
tilnevndum, sigur Eyðun Nolsøe,
tá Sosialurin fær orð á hann eftir,
at tað er vorðið greitt hvør er til
nevndur til tær ymisku FMA-
tónleikavirðislønirnar.
Virkin í tretivu ár
Tá Dagur Legst At Degi varð útgivin
síðsta ár vóru tíggju ár liðin síðan
Eyðun Nolsøe gav sína seinastu
fløgu út, So Nógvar Røddir, og
tretivu ár síðan hann fekk sítt
tónleikaliga gjøgnumbrot í kenda
klaksvíksbólkinum Frændur.
Um hugt verður eftir tilnevn
ingunum í Popp/Rokk flokkinum
er tað heldur eingin har, ið kemur
upp á knøini hjá evnaríka klaks
víkinginum, tá talan er um roynd
ir. Hann ásannar tó, at tað kann
vera ein avbjóðing at halda seg
relevantan aftaná so nógv ár í tón
leikavinnuni.
- Eg havi spælt tónleik øll hesi
árini. Eg royni at fáa tað besta
burturúr og fáa nýtt tilfar undan
kavi av og á, so eg ikki bara fari út
og spæli tað sama. Men tað er jú
ikki lættari við árunum at halda
seg relevantan og endurnýggja
seg. Tað krevur nakað av einum,
ásannar Eyðun Nolsøe.
Av nýggju fløguni hjá Eyðuni
Nolsøe er tað serliga sangurin ”Tað
Er Løtan”, ið hevur verið nógv at
hoyrt í útvarpinum. Í so máta
er tað ikki óvæntað, at sangurin
er tilnevndur í bólkinum Ársins
sangur.
- Hvør sangur verður væl dámd
ur er ofta tengt at hvør sangur
verður spældur í útvarpinum.
Fyrst blivu "Dagur legst at degi",
”Barnið, Bergið Og Blómurnar”
og ”Líkamikið” spældir. Síðan fór
”Tað Er Løtan” í umfar. Men eis
ini sangir, ið eru lítið spældir, so
sum ”Stjørnudust”, "Á tíni slóð"
og "Kom sig mær" eru sangir, sum
mær dámar líka væl, greiðir Eyðun
Nolsøe frá.
Skrivaður til dóttrina
Fáir tónleikarar hava skrivað eins
nógv hitt, ið hava verið at hoyrt
í føroyskum útvarpi seinastu
tretivu árini sum Eyðun Nolsøe.
Millum væl kendu hittini eru løg
sum Til Tey Stressaðu, Mítt Land,
80’ini, Balladan um Jesús Escuan,
Dansa og nú eisini Tað er Løtan, ið
er uppskoti til ársins sang á Faroe
Music Awards.
Spurdur um hvar íblásturin til
sangirnar kemur frá, vísir hann
á, at tað kann vera ymiskt. Nakrir
sangir eru persónligir, meðan aðrir
eru fiktivar søgur.
- Íblásturin til sangirnir kemur
úr ymiskum støðum. Summir eru
rættiliga persónligir og koma frá
jørðildinum, ið man sjálvur er í.
”Tað er Løtan” er t.d. skrivaður til
hálvtannað ára gomlu dóttrina hjá
mær, Katrin. Tað er ein persónligur
sangur. Aðrir sangir kunna vera
eitt tankaeksperiment, har roynt
verður at fortelja eina fiktiva
søgu. Ella ein politisk ella lumma
filosofisk viðmerking, sigur Eyðun
Nolsøe.
Felags fyri allar sangirnar er tó,
at teir stava frá tí somu kreativu
megini innan í.
- Tað er ringt at greiða frá, men
íblásturin kemur úr sama stað.
Onkrastaðni í kensludýpinum, har
man roynir at skapa nakað nýtt,
ið trongir seg fram og tekur skap.
Tankarnir eru sum ein streymur,
sum man alla tíðina roynir at tappa
burturúr, sigur Eyðun Nolsøe.
Ein líðandi prosess
Nýggja fløgan hjá Eyðuni Nolsøe
er eisini úrslitið av eini langari
prosess við hesari drívmegini. Tíð
in var komin til at fáa nakað av tí
skapta út, so at hann ikki brendi
inni við tí.
- At skriva nýtt tilfar er ein líð
andi prosess, ið altíð fylgir mær.
Haldi flestu tónasmiðir og tón
leikarar kenna til, at man alla
tíðina situr og ger okkurt. Eg havi
nógv eldri tilfar, ið ikki kom við á
síðstu fløguna, og síðan er eisini
nýtt tilfar komið, greiðir Eyðun
Nolsøe frá.
Tá hendan prosessin hevur
virkað í eina tíð, og sangir og løg
leggjast aftrat, so er tíðin komin at
geva eina fløgu ella plátu út.
- Til endans fyllir tilfarið so
nógv, at best er at fáa tað út. Sam
stundis vil man framleiða tað væl
og framføra tað best møguligt. So
er at geva eina fløgu út og vóna tað
besta. Tað er ikki soleiðis hjá mær,
at eg sigi, at um eitt hálvt ár skal
eg vera liðugur við eina fløgu. Til
farið legst líðandi afturat og fyrr
ella seinni vónar man, at tað spyrst
ein góð útgávu burturúr tí, sigur
Eyðun Nolsøe.
Viðurkenning
Stóra Faroe Music Awards í Norð
urlandahúsinum verður næsta
vikuskiftið og tá verður eisini
greitt, um Eyðun Nolsøe vinn
ur ein av teimum FMA-tónleika
virðislønunum, ið hann er til
nevndur til. Tólv vinnarar skulu
finnast og er Eyðun Nolsøe til
FMA
HITTIÐ BLEIV
TIL DÓTTRINA
- Tað er stuttligt at verða tilnevndur. Har eru so nógv onnur
nøvn, ið hava ríkiliga uppiborið at vinna, so tað er fløvandi,
at man er komin upp í rúgvuna av tilnevndum, sigur Eyðun
Nolsøe, ið er tilnevndur til FMA-tónleikavirðislønirnar
Ársins Sangari, Ársins útgáva og Ársins sangur.
- Eg havi spælt tónleik øll hesi
árini. Eg royni at fáa tað besta
burturúr og fáa nýtt tilfar undan
kavi av og á, so eg ikki bara fari út
og spæli tað sama. Men tað er jú
ikki lættari við árunum at halda
seg relevantan og endurnýggja
seg. Tað krevur nakað av einum.