Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mars 2018síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. MARS 2018 SOSIALURIN 26 17 nevnd­ur til tríggjar av teimum níggju virðislønunum, ið higartil eru kunngjørdar. Tað er eitt herða­ klapp at vera tilnevndur til so nógvar virðislønir, ásannar Eyðun Nols­øe, men vísir samstundis á, at hann nokk skal njóta løtuna, óan­ sæð um hann vinnur ella ikki. - Tað er ein góð kensla at fáa eitt herðaklapp fyri eitt arbeiðið, sum eg havi lagt mína sál og orku í. Tað er gott at fáa viðurkenning og merkja at onnur dáma tað ein ger. Tað kann ongin vera ósamdir í, sigur Eyðun Nolsøe og leggur aft­ urat. - Men tíbetur minkar tørvurin at liva upp til tað, sum onnur vænta av einum, við árunum. Eg haldi man hvílur betur í sær sjálvum. Kennir sínar avmarkingar. Eftir er at njóta løtuna og tær stjørnustundir, sum lívið hevur at bjóða. Og tær finnur man óansæð um man vinnur ein prís ella ikki, sigur Eyðun Nolsøe. SKRIVAÐ A Hesi kappast Eyðun Nolsøe við Eyðun Nolsøe er tilnevndur í trimum bólkum í Popp/Rokk flokkinum á FMA 2018, og er hann bæði tilnevndur sum einstaklingur, fyri sína útgávu og fyri ein av sínum sangum. Ársins sangari: Eyðun Nolsøe Bjarki Hansen Ragnar Finsson Janus Wiberg Mortensen Jón Aldará Ársins útgáva: Dagur legst at degi - Eyðun Nolsøe Son of Fortune - Son of Fortune Lán mær eitt oyra - Swangah Common Blue - Lea Kampmann Momo - Momo Ársins sangur: Tað er løtan - Eyðun Nolsøe Trong troyggja - Altverkið Crazy foggy - Kristina Bærendsen Mítt vakra Føroya land - Janus Wiberg Mortensen Frosthvarv - Hamferð - Men tíbetur minkar tørvurin at liva upp til tað, sum onnur vænta av einum, við árunum. Eg haldi man hvílur betur í sær sjálvum. Kennir sínar avmarkingar. Eftir er at njóta løtuna og tær stjørnustundir, sum lívið hevur at bjóða. Og tær finnur man óansæð um man vinnur ein prís ella ikki.