Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-01, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mars 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. MARS 2018 SOSIALURIN 26 18 FMA HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO M iðskeiðis í 2015 steig eitt nýtt og lovandi tónleikatalent fram á føroyska tón­leika­ pallinum og vakti ans við sínum melidiøsu løgum, ið hon sjálv hevði smíðað og gjørt orð til. Tað gekk heldur ikki leingi, áðrenn unga sangkvinnan hevði sligið navn sítt fast sum eitt teirra, ið vert var at halda eyga á í framtíðini, og skjótt var Lea Kampmann at hoyra á teimum stóru festivalunum og spælistøðunum kring landið. Í fjør lat unga sangkvinna sína fyrstu fløgu úr hondum við heit­ inum Common Blue, og varð hon væl móttikin av lurtarum og um­ mæl­arum. Ummælararnir hjá Kvørnini mettu, at fyrsta fløgan hjá Lea Kampmann hepnaðist so mikið væl, at tey valdu hana til fimt bestu fløguna, ið varð givin út í 2017, og fyrr í vikuni gjørdist greitt, at Common Blue eisini er í uppskoti til at vinna Ársins útgáva á Faroe Music Awards 2018. Umframt tað er Lea Kampmann eisini tilnevnd at vinna Ársins songkvinna og Ársins bólkur/ein­ staklingur og kann harvið vinna tríggjar tónleikavirðislønir til FMA 2018. Fyri lurtaran Tá Sosialurin tosaði við Lea Kamp­ mann eftir, at til­nevn­ing­arnar vóru almanna­kunngjørdar fyrr í vik­uni, var hon enn eitt sindur bils­in yvir, at hon var tilnevnd til fleiri tónleikavirðislønir. - Eg vónaði at vera tilnevnd til onkra virðisløn, men eri bilsin yvir tríggjar tilnevningar. Hetta er ein góð kensla, og eg bleiv ordiliga glað, tá eg fann út av tí. Tað er deilig at vita, at fólk fáa nakað burturúr tí eg geri, og kunna brúka tað til okk­ urt, sigur Lea Kampmann. Tað er ein dómsnevnd, ið hev­ ur valt hvørjir bólkar og ein­stak­ lingar verða tilnevnd til tær ym­ isku tónleikavirðislønirnar, men vónar unga sangkvinnan, at til­ nevn­ingarnar eisini endurspegla hugs­anina hjá vanliga lurtaranum. - Um so er, at fólk fáa nakað burt­urúr mínum tónleiki, so boðar tað frá góðum. Tað eri eg ordiliga glað fyri, tí tað er orsøkin til, eg fá­ist við tónleik. Um fólk ikki fáa nakað burturúr honum, gevur tað lítla meining at geva út, sigur unga sangkvinnan. Hendingaríkt ár 2017 fer væntandi at standa sterkt í minninum hjá Leu Kampmann sum árið, tá ið hon gav sína fyrstu fløgu út. Talan var um eitt hend­ ing­aríkt ár, hóast hon kanska ikki var eins sjónlig á føroyska tón­ leika­pallinum, ið hon hevði verið und­anfarnu árini. - 2017 var eitt hendingaríkt, men kortini rættiliga róligt ár. Hend­ inga­ríkt, tí eg gav mína fyrstu fløgu út, og róligt, tí eg trekti meg eitt sindur aftur fyri at miðsavna meg um fløguna. Arbeiðið við henni førdi við sær, at eg ikki var eins sjónlig sum áður, tí eg hevði ikki líka nógvar framførslur sum í 2015 og 2016, sigur Lea Kampmann og heldur fram. - So man kann siga, at 2017 var eitt innanvert ár. Í samband við fløguna, so gjørdi eg nógvar tank­ ar um hana, arbeiddi aftur og fram, royndi ymisk ting og fekk lagt síðstu hond á hana. Síðan gav eg hana út og tað var fantastiskt at uppliva alt rundanum tað. Eg spældi fleiri útgávukonsertir og so komu ummælini frá vanligum lurtarum og ummælarum. Alt í alt var 2017 eitt gott og læruríkt ár. Heima Frá hon var fimm ár og til hon gjørd­ist átjan ár búði Lea Kamp­ mann í Keypmannahavn. Sostatt hev­ur hon livið meginpartin av sín­um barna- og ungdómsárum í danska høvuðsstaðnum, men fann kortini vegin aftur til Føroyar, her hon nú búleikast. Og júst hugtakið heim er nakað, ið fyllir nógv í listini hjá ungu songkvinnuni. - Bæði persónliga og listarliga, so hevur tað verið týdningarmikið hjá mær at venda heim til Føroyar og heim til røturnar. Tað er eisini eitt evni, ið eg havi arbeitt nógv við í tónleikinum og geri tað enn í dag. Eg arbeiði við hesum hugtakinum heim. Tað ávirkar meg nógv at vera splitta millum tveir heimar, sigur Lea Kampmann. Hóast hon á ein hátt hevur vent allari fráflytingini á høvdið, og er flutt úr Keypmannahavn til Før­oyar í einum aldri, tá fleiri av henn­ara javnaldrum flyta øvugtan veg, so følir Lea Kampmann, at hon er á rætta stað í løtuni. - Eg haldi meg føla meg meira heima her, so tað er eitt gott ting. Eg gangi á Musikkskúla Mið­nám og dámi tað væl. Her fái eg møgu­ leikan at menna meg í friði og fáa ein pall, ið gevur mær møgu­leik­an at royna ymisk ting. Tónleika­liga er tað inspirerandi at vera í Før­ oyum. Her er ein rúgva av fólk­um, ið eru innovativ, meðan tón­leika­ um­hvørvið er lítið og blomstr­andi. Tað er nógv lættari at koma í sam­ band við dugnalig fólk her, og av tí sama, so er vegurin frá hugskoti til veru­leika ikki so langur, sigur Lea Kamp­mann. Vit eru øll kensluborin Í samrøðuni gerst skjótt greitt, at sangkvinnan sær stórt virði í at skapa eitt samband millum seg og lurtaran. At tað, ið hon skapar og letur úr hondum, onkursvegna skal kunna brúkast av persóninum í hinum endanum. - Tað sum eg royni við tón­ leik­inum, er at geva lurtaranum nakað og vakja nakrar tankar hjá hon­um. Eg ynski at minna fólk ROYNI AT FÁA STEÐGA Á OG L - Eg vónaði sjálvandi at vera tilnevnd til onkra virðisløn, men eri bilsin yvir tríggjar tilnevningar. Hetta er ein góð kensla, og eg bleiv ordiliga glað, tá eg fann út av tí. Tað er deiligt at vita, at fólk fáa nakað burturúr tí eg geri, og kunna brúka tað til okkurt, sigur songkvinnan Lea Kampmann, ið er tilnevnd til virðislønirnar Ársins songkvinna, Ársins útgáva og Ársins Bólkur/Einstaklingur. - Eg vóni bara at mín tónleikur kann røra og røkka fólk. Tað hevði verið stuttligt at komi út um Føroyar við honum, men eg eri eisini ordiliga glað, um eg bara nái nøkur heilt fá fólk