hósdagur 1. mars 2018síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. MARS 2018
SOSIALURIN 26
19
á nakrar ávísir kenslur. At vit øll
eru kensluborin menniskjur, men
at vit ikki eru einsamøll í tí. Um vit
eru saman, so klára vit tað betri. Eg
vil minna fólk á at steðga á og lurta
eftir sær sjálvum og sínum kensl
um, sigur Lea Kampmann.
Tað krevur samstundis nógv av
songkvinnuni sjálvari, ið metir, at
um hon skal vakja hesar kenslur í
lurtaranum, so má hon sjálv vísa
sínar eymu og djúpastu kenslur.
- Man er rættiliga nakin, tá man
syngur um eym og kensluborin
evnir, tí man gloppar dyrnar inn
til sín sjálvs. Knappliga eru eins
egnu tankar vorðið nakað fysiskt.
Allir teir tankar og kenslur, ið man
sjálvur hevur gingið og arbeitt við,
eru nú allir ítøkiliggjørd í einari
fløgu. Tað er at farin yvir eins
egnu mørk, tá man letur tankarnar
sleppa leysar og lata teir liva sítt
egna lív úti í verðini sum ein fløga,
sigur Lea Kampmann.
Ikki liðug enn
Í ár er fyrstu ferð, at Lea Kamp
mann er tilnevnd til eina FMA
tónleikavirðisløn, men tað er ikki
óhugsandi, at føroyingar skulu
venja seg til at síggja navnið hjá
henni aftur í FMA-høpi.
Ummælarar hava tikið væl móti
Common Blue, og tá Kvørnin tók
samanum tónleikaárið 2017 segði
Urd Johannesen, at Lea Kamp
mann er ein komandi stjørna. Tað
eru stór orð at liva upp til, men
unga songkvinnan ætlar sær hvørt
fall at halda fram við tónleikinum.
- Eg ætli mær at halda fram við
at gera tónleik, gera fleiri sangir og
geva teir út. Í løtuni arbeiði eg við
nýggjum løgum, ið skilja seg eitt
sindur frá tí, ið eg áður havi gjørt.
Eg havi lagt 2017 afturum meg,
og 2018 skal vera árið við einum
nýggjum vegi og nýggjari byrjan.
Spurd um tað liggur í framtíð
arætlanunum at fara út um land
oddarnar við tónleikinum, svarar
hon eyðmjúkt.
- Eg vóni bara at mín tónleikur
kann røra og røkka fólk. Tað
hevði verið stuttligt at komi út
um Føroyar við honum, men eg
eri eisini ordiliga glað, um eg bara
nái nøkur heilt fá fólk, sigur Lea
Kampmann.
FÓLK AT
LURTA
Hesi kappast Lea
Kampmann við
Ársins songkvinna:
Jóhanna Norðberg Niclasen
Kristina Bærendsen
Elinborg Pálsdóttir
Lea Kampmann
Jenný Kragesteen
Ársins útgáva:
Dagur legst at degi - Eyðun Nolsøe
Son of Fortune - Son of Fortune
Lán mær eitt oyra - Swangah
Common Blue - Lea Kampmann
Momo - Momo
Ársins bólkur/einstaklingur:
Hamferð
Frum
Swangah
Lea Kampmann
Momo
- Man er rættiliga nakin, tá man
syngur um eym og kensluborin
evnir, tí man gloppar dyrnar inn
til sín sjálvs. Knappliga eru eins
egnu tankar vorðið nakað fysiskt