Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-01, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mars 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. MARS 2018 SOSIALURIN 26 20 LILJAN WEIHE JOURNALISTUR T að er hugaligt, at tingfólk og landsstýrisfólk hava stóran áhuga fyri Kringvarpi Føroya og føroyska miðlaheiminum yvirhøvur. Tað er eisini gott, at kjak er í almenna rúminum um týdningin av óheftum miðlum og kritisk­um journalistikki. Dygdargóður journalistikkur er ein súla undir okkara fólkaræði. Tí mugu vit hjúkla um journalistikkin og geva journalistikkinum góðar karmar at virka undir. Tað er gald­ andi fyri bæði privatu miðlar­nar og almenna Kringvarpið. Sundurskiljing Higartil hava fleiri røddir verið frammi um, at Kringvarpið eigur at vera sundurskilt í sið­bund­ nu miðlarnar – útvarp og sjón­ varp. Í hvussu er eigur tíðinda­ deild­in í Kringvarpinum at verða skild sundur í tvær deildir – eina útvarpsdeild og eina sjón­varps­ deild. Hesar atfinningar verða ofta born­ar fram við kenslubornum nostalg­iskum samanberingum, um at alt var nógv betri fyrr, áðrenn Sjón­varp Føroya og Útvarp Føroya vóru løgd saman í Kringvarp Før­ oya. Man alt var ikki betri fyrr. Slett ikki. Tað er bara at finna gamlar út­varps- ella sjónvarpssendingar fram, so fær man sjón fyri søgn. Miðlaframleiðslan var ikki betri áðrenn samanleggingina enn hon eru í dag. Men tá var føroyskt tilfar for­kunnugt, og hjá nógvum einasta miðla­tilfar, sum var tøkt. Tað var gott eftir tátíðar standardi. Í dag fyllir føroyska miðlatilfarið bert ein mikroskopiskan brotpart av samlaða miðlaútboðnum – og skal helst standa seg væl í hørðu kapp­ingini við altjóða miðlar. Miðlalandslagið og miðlanýtslan er broytt Eg var ósamd við Jógvan á Lakjuni, fyrr­verandi landsstýrismann í menta­málum, tá hann legði Sjón­ varp Føroya og Útvarp Før­oya sam­ an á sinni. Hetta tí at miðla­lands­ lagið í Føroyum gjørd­ist smalari. Men síðani Kring­varp Føroya var sett á stovn, er miðlaheimurin broytt­ur – bæði í Føroyum og yvir­ høvur. Miðlanýtslan er broytt. Um­ støður­nar hjá Kringvarpinum eru eisini broyttar, og tí havi eg eisini broytt áskoðan. Tvørmedialur miðlaheimur Miðlaheimurin er vorðin tvør­ medial­ur. Journalistikkur letur seg ikki avmarkað av siðbundnu miðlun­um. Sama journalistiska søga verður í dag miðlað í sjón­ varpi, útvarpi, á heimasíðum og á sosial­um miðlum – við ymiskum vinkl­um og til ymiskar málbólkar. Hetta fyri at vera til staðar á teim­ um miðlapallum, har brúkarin er. Miðlar og miðlahús um allan heim eru vorðin tvørmedial, og journal­istar verða tí útbúnir til at kunna virka á fleiri miðlapallum í senn. Miðlingin verður ikki longur avmarkað av distributiónini. Broytt miðlanýtsla Miðlabrúkarin er heldur ikki tann sami í 2018 sum hann var í 2005. Miðla­brúkarin vil hava miðla­til­ farið á teimum miðlapallum hann sjálv­ur ferðast á. Miðilin skal tekkj­ast miðlabrúkaranum. Ikki øvugt. Tí síggja vit eisini, at tey til dømis á Danmarks Radio hava sett eina gravandi redaktión, sum ar­beiðir tvørtur um miðlapallar. Tí miðlapallurin er ikki í sentrum. Tað er tann góða søgan og miðla­ brúkarin. Hendan tvørmediala redaktión­ in hjá Danmarks Radio var inn­still­ að til danska gravaraprísin í heyst og til Cavling-prísin í januar. Tí tey gera góðan og viðkomandi journalistikk og miðla hendan á við­komandi miðlapallum – í sam­ starv­ið við allar hinar redak­tión­ ir­nar hjá Danmarks Radio (P1 Orientering, P4 Morgen, 21 Søndag, osfr.) – fyri at røkka brúkaranum best møguligt. Í 2018 hyggur miðlabrúkarin ikki eftir, hvør miðilin er. Hann hygg­ur eftir produktinum. Hann hyggur heldur ikki eftir, um tað er hendan ella handan redak­tión­ in, sum hevur gjørt produktið. Miðla­brúkarin leggur heldur onki í, hvør miðlapallurin er. Flestu miðla­ brúkarar brúka eittans amboð til alla miðlanýtslu – snildfonina. Kringvarpið í altjóða kapping Karmarnir hjá Kringvarpi Føroya eru eisini broyttir nógv síðani 2005. Tá vóru umleið 120 ársverk í starvi í samanlagda stovninum. Í dag eru um­leið 90 ársverk á stovninum. Gamaní hevur Kringvarpið fingið størri játtan, men játtanin er farin til lønarvøkstur. Tí er neyðugt at hyggja at ársverkunum. So Kringvarpið er ikki hesin stóri mastodonturin, sum fleiri vilja vera við. Kringvarpið er tódnað við 30 ársverkum, ein niðurskurður uppá 25 prosent. Samstundis er samlaða framleiðslan vaksin. Áðr­enn samanleggingina fram­ leiddu 120 starvsfólk tilfar til tveir miðlapallar – við føstum dead­ lines. Nú framleiða 90 starvsfólk til útvarp, sjónvarp, web og sosial­ ar miðlar. Og sum Helgi Abra­ham­ sen, løgtingsmaður fyri Sam­bands­ flokkin, so rætt segði í Løgtinginum mikudagin, so kenna nýggju digitalu miðlarnir ikki til deadlines. Tað merkir, at journalistar renna nógv skjótari í dag, enn fyri bara heilt fáum árum síðani. Tí skilji eg ikki røddirnar, sum siga, at Kringvarpið er vorðið ov stórt, at Kringvarpið er ein masto­ dont­ur uttan nakra veruliga kapp­ ing. Kringvarpið hevur ongantíð verið so lítið sum nú. Tað er miðla­ lands­lagið í Føroyum sum er tódn­ að. Tá Útvarp Føroya var sett á stovn í 1957 var talan um ein mastodont. Tað var einasta útvarpsrás og hon hevði monopol. Tá útvarpið kom, var miðlabrúkarin heldur ikki líka kritiskur sum í dag, so um útvarpið segði nakað, so var tað sannleikin. Síðani kom Sjónvarp Føroya. Eisini sum ein mastodontur við mono­poli, tá tað snýr seg um at senda føroyskt sjónvarp. Í dag eru fleiri útvarps- og sjónvarpsrásir, og tøknin ger tað møguligt hjá før­oy­ ingum at síggja og hoyra allar rásir í heiminum. Samstundis er miðla­ brúk­arin eisini vorðin miðla­fram­ leiðari, har hvør facebook-vangi ella youtube-kanal er ein miðil. Kring­varpið kappast við allar hesar miðlar hvønn dag, allan dagin, árið runt. Tí havi eg eisini broytt støðu um saman­leggingina. Samanleggingin hev­ur – kanska ótilvitað – skapað eitt tvørmedialt miðlahús, sum hev­ur møguleika at framleiða miðla­til­far til allar miðlapallar og til ymisk­ar málbólkar og samstundis standa seg so nøkunlunda í hørðu kapp­ing­ini við altjóða miðlar. Rúm fyri betringum Sjálvandi er altíð ynskiligt at gerast betri. Og tí er konstruktivur kritikk­ ur góður. Tað er bara tað forrenda, at pengar kunnu bara brúkast eina ferð. Tí má framleiðslan vera har­ eftir. Kringvarpið er ein almenn public service rás, akkurát sum DR ella BBC. Men vit eru bara 50.000 fólk sum gjalda fyri før­oyska public service miðilin. Til saman­ ber­ingar eru tey í Danmark 5,7 millión­ir fólk og 66 milliónir folk í Stóra Bretlandi, sum gjalda teirra public service miðlar. Tað sigur seg sjálvt, at vit í Føroyum ikki megna tað sama – hóast vit megna nógv. 24-25 journalistar og foto­graf­ ar á tíðindadeildini framleiða 2,5 tima morgunútvarp hvønn ger­ andisdag, 10 útvarps­tíðinda­send­ ingar um dagin, fýra sjón­varps­ tíð­indasendingar um vikuna, fram­leiða tilfar til heimasíðu og sosialar miðlar, vikuligt út­varps­ magasin og kritiskar sjón­varps­ dokumentarar. Hetta er sera nógvir framleiðsluminuttir fyri hvørt starvsfólk. Kveikjandi og læruríkt arbeiðspláss Kringvarpið er umframt at vera eitt miðlahús, eisini eitt stórt arbeiðspláss. Eitt gott arbeiðs­ pláss. Útbúgvingarstøðið í Kring­ varpi­num er høgt og starvsaldurin høgur. Tað er blivið møguligt hjá starvsfólkunum at virka á fleiri miðlapallum í senn og soleiðis verður útbreiðslan av miðla­ til­fari­num størri. Somuleiðis skap­ar hetta eitt mennandi og spenn­andi arbeiðsumhvørvi hjá starvs­fólkunum í Kringvarpinum. Kring­varpið er eisini eitt læru­ pláss hjá bæði journalistum og tøkningum. Hesi fáa eitt gott læru­pláss, tí tey læra at arbeiða tvør­medialt. Framtíðin Føroyski miðlaheimurin er lítil og viðbrekin. Okkum tørvar fleiri veru­ligar miðlar, sum gera dygdar­ gott miðlatilfar. Men hetta skal ikki gerast við at syndra tað sum er gott. Og Kringvarpið er gott. Kring­varp Føroya er einasti miðil í Føroyum, sum hevur orku til at áhaldandi at framleiða gravandi og dygdargóðan journalistikk. Eg skilji ikki, hvussu vit fáa meira kritiskan journalistikk, um vit sundurskilja verandi miðlar. Tað MINNI SKRAMBUL TÍÐARGREIN: KVF