hósdagur 1. mars 2018síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. MARS 2018
SOSIALURIN 26
21
– MEIRA DYGD
skapar ikki betri public service.
Sum Helgi Abrahamsen so rætt
segði í Tinginum mikudagin, so
renna miðlarnir mest sum bara
kapp. Tað snýr seg um skjótar
dagføringar – sum oftast bara eru
”skrambul”, sum hann málbar seg.
Dygd
kostar
–
eisini
í
journalistikki. Besti mátin at trygg
ja fjølbroytni og dygd í føroyska
miðlalandslagnum er at raðfesta
privatu miðlarnar við einum upp
byggiligum miðlapolitikki og
miðlastuðli, men uttan at skerja
Kringvarpið, sum frammanundan
er skert. Tí fegninst eg eisini um,
at nakað av miðlastuðli nú verður
latið privatu miðlunum, hóast
upphæddin enn er alt ov lítil til
at tryggja fjølbroytni og breidd
í føroyska miðlalandslagnum.
Miðlahúsið/Sosialurin hevur tikið
seg nógv fram seinastu árini við
gravandi journalistikki, hóast saml
aða miðlaframleiðslan er minkað.
Ynskiligt hevði verið, at aðrir
miðlar løgdust afturat, so útboðið av
føroyskum miðlatilfarið bleiv størri,
samstundis sum dygdin er í hásæti.
Eg hevði ynskt, at kritisku
røddirnar brúktu orku upp
á at framleiða dygdargóðan
journalistikk i staðin fyri bert
at standa á síðulinjuni og rópa
pravda-pravda. Tí vit hava
sanniliga tørv á øllum góðum
journalistiskum kreftum í hesum
lítla landi. Vandin fyri Pravda-
líknandi tilstandum verður bara
størri, um vit ikki hava verulig
journalistisk umhvørvi og kritisk
ar redaktiónir, sum virka eftir
journalistiskum prinsippum. Ikki
handilsligum, populistiskum ella
politiskum.
Eg ynski mær minni skrambul,
meira dygd.