hósdagur 1. mars 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. MARS 2018
SOSIALURIN 26
22
TÍÐARGREIN
Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi fólkum,
sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum. Evnini
eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni, sum er
viðkomandi fyri tíðina júst nú.
Høgni Reistrup
Miðlafrøðingur
“Nei, nú eru ov nógv ferðafólk í Føroyum”.
Tú ert ikki tann einasti, sum hevur
hoyrt hesa útsøgnina í seinastuni. Hetta
er vorðið rættiliga vanligt at hoyra, og nú
fyrsti várdagur hevur verið, og ferðafólkini
nakað eftir hetta fara at leita hendavegin, er
neyðugt, at vit beinanvegin fáa hugburðin
at venda rætt - hugburðin til gestirnar,
sum vilja uppliva okkara vøkru náttúru og
sereyðkenni.
Tí sum útsøgnin omanfyri ber boð um,
er tað ikki nøkur sjálvfylgja, at vit bjóða
ferðafólkum at vera vælkomin til Føroya.
Umframt at vilja vera við, at ov nógv
ferðafólk eru í Føroyum, eru summi eisini
farin at seta spurning við, hvørt vit í heila
tikið skulu hava fleiri ferðafólk higar.
Arbeiðspláss og
støðugari búskapur
Til uppáhaldið um at ov nógv ferðafólk eru
í Føroyum, er tað at siga, at vit á ongan hátt
eru nær hámarkinum fyri, hvussu nógv fólk
landið er ført fyri at bera. Og lat ongan iva
vera um, at tað er rætt at bjóða Føroyar fram
fyri ferðafólkum. Góðu árinini eru nógv.
1.
Vinnan skapar nógv nýggj størv - serliga
til yngri fólk, sum eru púra avgerandi at
varðveita í landinum
2.
Ferðavinnan kann gera búskapin
støðugari og taka broddin av
sveiggjunum
3.
Landið og vinnurekandi fáa fleiri
inntøkur
Nýggjar vinnur koma ikki á hvørjum degi.
Tað kunnu ganga nógv ár, áratíggju og meira
enn tað ímillum stóru møguleikarnar. Og nú
er tað nógv, sum bendir á, at aftaná nógv
miðvíst arbeiði nærkast ein slíkur møguleiki
Føroyum.
Rakstrarstuðul úr Danmark
ella nýggjar vinnur
Leingi hava vit tosað um nýggjar vinnur.
Vinnur, sum kunnu koma aftrat laksinum,
makrelinum og toskinum. Nógv vónaðu, at
oljuvinnan eftir fáum árum fór at gerast eitt
nýtt bein hjá búskapinum, og KT-vinnuna
hava vit eisini tosað nógv um. Men tað er
ikki bara sum at siga tað at fáa hesar vinnur
at blíva høvuðsvinnur í Føroyum.
Tað krevur nógv at fáa nýggjar
høvuðsvinnur, men tað kann ferðavinnan
blíva. Vit hava eina serstaka og kappingarføra
vøru at bjóða.
Í 80-árunum og eisini áðrenn tað vendu
eldsálir eyguni móti ferðavinnuni, tí hon
kundi fjøltátta inntøkugrundarlag landsins,
ja, og spjaða váðan í einum samfelag, sum
fram um alt hevur drigið fruminntøkurnar
úr sjónum umframt at fingið rakstrarstuðul
úr Danmark. Tað er einki at taka seg aftur í,
at ferðavinnan hevði verið góð at havt, tá ið
svára kreppan rendi okkum út av tromini
og rak túsundtals fólk av landinum. Men tá
var ikki ordiliga nøkur verulig ferðavinna.
Fíggjarlig bakkøst fara eisini at koma í
framtíðini, men fáa vit fleiri vinnur at veita
sítt týðandi íkast til búskapin, hava vit
meira at standa ímóti við, tá ið illa veit við
búskaparliga. Vit mugu minnast til, at tá ið
alingin hevur lakari ár, ella uppsjóvarskipini
ikki landa somu nøgdir sum nú, tá er tað sera
umráðandi, at vit fáa aðrar vinnur at skapa
vøkstur og arbeiðspláss.
Vit eru eisini framvegis í tí støðu, at vit
fáa danska peningahjálp til at fíggja alment
virksemi fyri áleið eina milliard krónur um
árið í okkara samfelag. Tað eigur at liggja
ljóst fyri, at vit sjálv finna alla fíggingina
til tað, sum vit vilja bjóða í Føroyum. At vit
slóða fyri nýggjum vinnum, sum kunnu
kasta av sær skattir, ið kunnu koma ístaðin
fyri donsku peningahjálpina.
Vit eiga at kýta okkum at fáa sum mest
burturúr. Vit eiga at síggja spennandi
inntøkur, eina kærkomna nýggja vinnu og
mentanarligt fjølbroytni heldur enn óynskta
ávirkan uttanífrá.
Pengar koma ikki av sær sjálvum
Vit eru ald upp í eini skipan, har vit hava
tað ov gott. Tað merkir millum annað, at
vit ikki leypa avstað, tá ið nýtt virksemi og
nýggjar inntøkur eru at hóma fyri framman.
Tað verður kravt ov lítið av okkum, og tí
loysir tað seg ofta betur bara at hyggja at
og finnast at. Hetta er eitt tekin um eina
vaksandi krevjaramentan. Og tað er henda
mentanin, sum fær nógv at hugsa, at nú eru
ov nógv ferðafólk í Føroyum.
Tað er sjáldsamt at vita sær, at hugburðurin
um ov nógv ferðafólk í Føroyum skal vaksa
fram, sjálvt um ferðavinnan ikki veruliga
hevur fingið fótin fyri seg enn sum ein sterk
vinna. Sum myndin vísir, gerast útlendsku
innskrivingarnar á gistingarhúsum fleiri í
tali, men vøksturin er ikki ovurstórur.
Tíðindaflutningurin hevur eisini lagt
stóran dent á ferðafólkini í Íslandi. Í fyrsta
lagi eru søgurnar neiligar. Eingin søga um,
hvussu ferðavinnan hevur fingið tjóðina á
føtur aftur eftir kreppuna skjótari enn nakað
annað land. Eingin søga um, at ferðafólkini
skapa eina rúgvu av arbeiðsplássum. Eingin
søga um, at vinnurekandi fegnast, tí nú
ber nógv meira tænastuvirksemi seg enn
nakrantíð áður. Eftir stendur, at í Føroyum
halda vit, at í Íslandi er ferðavinnan
miseydnað.
Og so darrar henda samanberingin eisini
onkustaðni - at ferðavinnan í Føroyum er
farin at líkjast henni í Íslandi.
Í øðrum lagi eru - um ikki allir - so sera
nógvir íslendingar fegnir um ferðavinnuna.
Og tað eru teir, hóast henda vinnan er øgiliga
nógva ferðir størri enn ferðavinnan hjá
okkum.
Her er fram um alt ein stórur hugburður
á muni. Íslendingar vilja og skulu sjálvir. Hjá
íslendingum er ferðavinnan ein møguleiki,
sum teir hava tikið til sín. Latið okkum eisini
gera ferðavinnuna til ein nýggjan møguleika.
Tað er nú soleiðis, at onkrum skulu vit liva av.
Pengar koma ikki av sær sjálvum. Tí kemur
ferðavinnan okkum væl við.
Vit kunnu øll gera okkara til, at
ferðavinnan verður góð fyri Føroyar, og at
hesin nýggi vinnumøguleikin gerst livibreyð
hjá nógvum. Miðlarnir kunnu eisini gera sítt.
Eg kundi hugsað mær at hoyrt søgurnar um
tey, sum eru í vinnuni og sum royna at liva
av henni. Hvat halda tey um, at so stórur
dentur verður lagdur á, at fótonglar skulu
leggjast fyri lívsgrundarlagi teirra?
Burðardygg leið
Sjálvandi skal ferðavinnan vaksa burðardygt.
Tað er umráðandi. Úti í Mykinesi vitja nógv
fleiri nú enn fyri bara fáum árum síðani.
Summarmánaðirnar frá mai til august hava
í miðal verið beint oman fyri 170 fólk í oynni
um dagin. Í juli mánaði, tá ið vitjanirnar eru
flestar í tali, eru eini 260 fólk í Mykinesi um
dagin. Har og aðrastaðni kunnu viðurskiftini
skipast. Men tað er kortini ikki ókent, at
eitt sindur av fólki er í Mykines bygd í senn.
Nærum 200 fólk búðu í bygdini fyri øld
síðani. Nú búgva 17.
Tað, at vit menna ferðavinnuna úti
um landið, hevur nógv at siga. Og at
kommunurnar nú kunnu fáa pengar at
bøta um viðurskiftini, er eitt gott stig.
Samfelagsliga er tað neyðugt, at vit hava
umsorgan fyri náttúru og fuglalívi og
samstundis menna tilboðini til ferðafólkini.
Vinnupolitiskt er avgerandi neyðugt,
at vit geva hvørjum einstøkum persóni
møguleika at vinna sær pening burtur úr
ferðavinnuni, og tí er eisini neyðugt, at vit
halda okkum burtur frá at seta forðingar
upp, áðrenn vinnan veruliga hevur lyft seg
uppfrá.
Størsta avbjóðingin við ferðafólkum
í Føroyum er tí ikki, at tey gerast fleiri.
Avbjóðingin er at síggja tey sum ein
spennandi møguleika heldur enn ein
trupulleika. Øll eiga at leggja seg eina við,
at ferðavinnan kann gerast okkum ein dygg
inntøka. Fyrsta fortreytin fyri, at hetta
kann gerast veruleiki, er, at vit hava rætta
hugburðin. Tá fáa vit fullan ágóða av øllum
tí, sum ferðavinnan hevur at bjóða.
Latið okkum standa saman um
ferðavinnuna og við røttum ryggi bjóða
ferðafólkum vælkomnum. So tey kenna
seg væl, og so tú gevur ferðafólkum jaligar
upplivingar í Føroyum - á sama hátt, sum
tínar upplivingar vónandi eru góðar, tá ið
tú ferðast í onnur lond.
Ferðafólkini eru okkum góð
Størsta avbjóðingin við ferðafólkum í Føroyum er ikki, at
tey gerast fleiri. Avbjóðingin er at síggja ferðavinnuna sum
ein nýggjan møguleika heldur enn ein trupulleika.