hósdagur 4. november 2004síða 19
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 211 - 4. november 2004
Nr. 211 - 4. november 2004
37
HEIMABIOGRAFUR
DVD avspælari, 5 hátalarar +
subwoofer spæla 200 watt
tilsamans. Kann spæla DVD CD
Mp3 osv. Til sølu fyri 2.200 kr.
Tlf. 269294
PARABOL
Móttakari av merkinum Amstrad
analogur v/80 cm. parabolskál til
sølu fyri kr. 300,-
Tlf. 228367
TIL SØLU
Matrix modul sum kan brúkast til
canal digital og ymiskt annað.
Passar til flestu parabolkassar til
sølu fyri 900 kr.
Tlf. 745101
Ymiskt
GOTT TOMBOLA
og kaffisøla verður í Glæmuni í
Kvívík leygardagin 6. novembur kl
16 til frama fyri gøtubørn í Kiev.
Eisini verða lutaseðlar seldir fyri 5
kr stk. Høvuðsvinningur er ein
vikuskiftisflogferð frá Atlantic
Airways. Skriva navn og tlf. á
nittirnar og verð við i dráttinum um
ein góðan vinning. Øll eru
vælkomin.
Sunnudagsskúlin
SUNDA PENSIONISTAFELAG
Hugnakvøld verður í Eydnuni á
Oyrarbakka mánakvøldið 8. nov.
2004 kl. 19.00.
Nevndin
MARKNAÐARDAGUR
verður í Ítróttarhøllini í Runavík 27.
nov. Tilmelding á tlf. 447655.
NSÍ
FRÁ KAGGANUM
Ræstkjøtaveitslan fyri limum við
maka verður í Kagganum
leygarkvøldið 13. nov. kl. 19.
Tilmeldingarlistin liggurí barrini.
Gjaldast skal við tilmelding.
Kaggin
DISCMAN
Sony-Discman, brúktur eina ferð, til
sølu fyri kr. 300.
Tlf. 522120
BRENNIOVNUR TIL SØLU
Tasso stoypijarns breniovnur at seta
til oljufýring til sølu fyri 3.000,- kr.
Tel. 315003 eftir kl. 17
KAPPRÓÐRARVEITSLA
Verður í kappróðrarneystinum í
Streymnesi leygarkvøldið 6.
november kl. 20.00. Seinasta freist
at keypa bilett er hóskvøldið 4.
november kl. 19.00–21.00 í
kappróðrarneystinum.
H.S.R.
VENJINGARBONKUR
framleiddur í Danmark, til sølu.
Uml. 100 kg av vektum fylgja við.
Ring og hoyr nærri.
Tlf. 448323 el. 449185
YNSKIST
Ein góð úthurð ynskist mát. 80x200
ca. ella okkurt ið er har um. Eingin
rútur má vera í. Prís ca. 1000 kr.
Ring 514717, Mourits
EITT NÝTT
ventilatiónsanlegg til sethús til sølu.
Tlf. 211695
04Ð LOPPUMARKNAÐUR
Vit savna inn til loppumarknað –
bæði stórar og smáar lutir. Vinarliga
ring um tit hava nakað.
Tlf. 221108 ella 264070
ÁRASØLA (BASARUR)
Heimaforbundið skipar fyri Árasølu í
hølum Frelsunarhersins hósdagin kl.
19. Øll eru vælkomin at stuðla.
Heimaforbundið
103 VINNINGAR
Send ABC til 1441 At vinna fartelda,
fartelefonir, 25 ks. 1 1/2 ltr. Coca
Cola, døgurðarættir, 20 før. røst
krov, 5 Apex ferðaseðlar. Sí meira á
portalinum.
Bygarfelagið Báran í Árnafirði
NOKIA 3410
Lítið brúkt fartelefon selist fyri
einans 500,- kr.
Ringið 583430 í Vestmanna
HANDILSINNBÚGV TIL SØLU
Vit hava handilsinnbúgv til sølu fyri
sera lagaligan prís.
P/f Valdemar Lützen, tlf. 317920
- Høgni Lützen
NIKON COOLPIX 3500
Lítið brúkt digitalt kamera, 3,2M
pixel vid ladara, 64MB Compact
Flash, nýtt battarí, USB2 kort lesari
(4 í einum). Í sera gódum standi,
virkar perfekt. 2100 kr.
Tlf. 314587
NADDODDUR
Thailendskur matur leygarkvøldið
13. november kl. 19.30. Øll eru
vælkomin. Tilmelding áðrenn 11.
nov. á
tlf. 371827
CANON IXUS 500
Digitalt myndatól 5 megapixel 3x
optiskt zoom. Fyllur sum ein
cigaretpakki. Sera flott kamera. Til
sølu fyri 4.500 kr.
Tlf. 269294
FRISØRHJELMUR
at heingja upp á veggin til sølu fyri
2.500 kr.
Tlf. 504014
TIL SØLU
Nokia 8310 200 kr. Nokia 6210 200
kr. Nokia 3310 við 9 eyka cower
300 kr.
Tlf. 318428/257874
JÓLABORÐHALD
Leygarkvøldið 4. desember verður
jólaborðhald í Roynhøllini.
Forrættur: Karrysúpan við rækjum.
Høvuðsrættur: Buffét við m.a.
stoktum lambskjøti og fleskasteik
við øllum, sum hoyrir til.
Omaná: Rísdessert.
Eftir borðhaldið er almennur dansur,
har Strange Fruit spælir.
Kostnaður fyri alt tiltakið; 250
krónur. Kostnaður bara fyri dansin:
100 krónur. Tekning í seinasta lagi
mikudagin 1. desember.
Royn
UM NAKAR
eigur nøkur brettir, Møllestue panel
ella sokallaðan brendan við, brúkt
ella óbrúkt, at selja mær. Vinarliga
ring
tlf. 361167 ella 361767
TIL SØLU
M.C. lyftari til sølu, árg. 2004.
Tlf. 212322
TIL SØLU
Hvít skjótihurð 73x205 við karmi til
sølu fyri 1200 kr. Dupultur
radiatorur v/ termostati, h. 56, b.
61, til sølu fyri 300 kr.
Tlf. 317606/226298
KSR-ÁRSVEITSLA
Ársveitslan hjá KSR verður í
Glæmuni 13. november kl. 19.00.
Atgongumerki eru at fáa í
handlinum hjá Hannemi.
Kvívíkar Sóknar Róðrarfelag
FARTELEFON
Samsung E-700, 2 mðr. gomul til
sølu.
Tlf. 318522 eftir kl. 17
NICORETTE TYGGIGUMMI 4
MG.
Eg havi nakað av Nicorette
tyggigummi, sum eg selji fyri hálvan
prís, um tað skuldi verið ein, sum vil
leggja av at brúka tubbak.
Tlf. 313196
ER TAÐ NAKAR
sum vil sleppa av við grót, so ring
og vit kunnu tosa um tað.
Tlf. 423495/222154
EIN DKU-5 KÁPIL
bíliga til sølu. Passar til tær flestu
Nokia telefonirnar. Ring og gev eitt
boð. Boð undir 350,- ongan áhuga.
Nýprísur 500,- kr.
Tlf. 257141
TIL FØROYA Á JÓLUM
Eg eri blind kvinna, ið mangli ein at
fylgjast við til Føroya síðst í viku 50
og til Danmarkar aftur í viku 1. Tú
fært ein bíligan ferðaseðil sum takk
fyri hjálpina. Ring skjótast tilber
+45 28708411, Sonja
TIL SALG
Sony Discman, kun brugt en gang.
300,-
Tlf. 322120/522120
JÓLASØLAN 2004
Árliga jólasølan hjá Føroya
Heimavirkisfelag verður í Høllini á
Hálsi 27.–28. november. Opið er:
leygardagin kl. 10.00–19.00 og
sunnudagin kl. 14.00–19.00.
Nevndin
SAMSUNG E700
KLAPTELEFON
við innbygdari antennu og í lekrum
sniðið v/ myndatóli og litskermi.
Hevur 9MB dynamiskt memory. Til
sølu fyri 2000,- ella hægsta boð
yvir.
Tlf. 255909 aftaná kl. 15
STÓRUR
MARKNAÐARDAGUR
verður í Kunoyar skúla og
bygdarhúsinun leygardagin 6. nov.
frá kl 14.00 til 21.00. Nógvir
sølubásar, tombola, fiskibrunnur,
bóltkast, loppumarknaður, kafeteria
og meira…øll eru vælkomin
1og 3 flokkur í Kunoy
GULDHALSKÆDE
til mand, 14 krt. elegant
ankerkæde, 50 cm. Vægt 50,9 gr.
sælges for 4.500,-
Tlf. 271827
FRÍMERKJAMAPPUR
frá 1977-1984 frá Postverk Føroya
og nøkur grønlendsk frímerkir frá
1997 til sølu fyri 1500 kr. Skriva til
Sosialin, box 76, 110 Tórshavn.
Bill.mrk. 1949/2
VIKUSKIFTISFERÐ
virði 2.607 kr. til sølu fyri 2.400 kr.
Tlf. 316097
LOPPUMARKNAÐUR
verður í KFUM leygardagin 6.
november frá kl. 10-17. Vit taka tí
fegin ímóti øllum lutum og klæðum
leygardagin 30. okt. frá kl. 14-19 í
KFUM ella ringj aá tlf. 254116.
2.a í Hoydølum
TIL SALG
Standerlamper, sølv farvet. m.
læselampe til salg for 250,- kr.
begge 400,-
Tlf. 322120/522120
HEGN – RESTPARTÍ
Rullir á 25 mtr. maskinflættað
50x50 mm, galv./pvc, hædd 2 mtr.
stólpar galv. T-profil 50/6 mm longd
3 mtr.
Tlf. 315600
Gevið gætur
Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar
frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum.
Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs-
luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00.
Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið-
degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars
niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag.
Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard.
Tekstur:......................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað
aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan
brævbjálva við navni og bústaði.
Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum
rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann
ynskta.
Sent hevur (skal fyllast út).
Navn: ........................................................................
Bústaður: ..................................................................
Bygd/býur: .................................... Tlf.: .................
Heilsanir
5 ferðir um vikuna
30,- kr.
Sendið lepan, mynd og gjald til:
Postsmoga 76 •110 Tórshavn
Merkið bjálvan: »Heilsanir«
HEILSANIR
Góði elskaði babba
Hjartaliga tillukku við degnum í dag.
Ynskir Kristina
Vit takka hjartaliga øllum tykkum, sum vóru við til at gera
hjúnabandsdag okkara 15. mai 2004 so hugnaligan og
minnisríkan. Tøkk fyri gávur, blómur, fjarrit og heilsanir.
Tóra og Helmar Lassen
Góði Thomas
Omma og abbi
vilja ynskja tær
hjartaliga til-
lukku við 11
ára føðingar-
degnum 2. nov.
Eisini ein heils-
an til Súnfríð.
Mamma og
pápi ynskja tær
hjartaliga til-
lukku við 37
ára degnum 7.
nov. Andreas
fær eisini eina
heilsan.
Vit á Bjarnoy-
arvegi 8
Góðu Borghild og Petur
Hjartaliga tillukku við 2 og 9 ára føðingardøgunum 3.
og 10. november. Takk fyri at tit altíð eru so góð við
meg. 1000 mussar og klemm frá
Bartal
Góða fitta Guðrið
Hjartaliga tillukku á
7 ára degnum í dag.
Ynskja mostir,
omma og abbi
Góði fitti Oddfríður
Hjartaliga tillukku á 2 ára
føðingardegnum 3. nov.
Ynskja vit øll
Arni og Barbara
Hygge-Per har fød’sdag
Hard Core, Rock’n’Roll
Suicide Sunshine
Góða Gudrun
Hjartarliga
tillukku við 5
ára degnum.
Kærar heilsur
beiggi,
mamma og
pápi
C
M
Y
K
37
36
i
Fríggjakvøldið skipar
Mentanarhúsið fyri
minniskonsert fyri
country-legenduni,
Johnny Cash, sum
doyði í fjør
MINNISKONSERT
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
– Persónliga eri eg ikki
nakar Cash-fjeppari, men
frontmenninir í føroyska
Cash-bólkinum, Petur Pól-
son og Niels Galan, hava
líka síðan Johnny Cash
doyði ynskt, at ein minnis-
konsert varð hildin fyri
honum, og nú tóku vit so
stig til tað, sigur formaður-
in í Mentanarhúsinum, Sól-
arn Solmunde.
Fríggjakvøldið
verður
Mentanarhúsið karmur um
eina forvitnisliga minnis-
konsert fyri "The Man in
Black", Johnny Cash, sum
doyði fyri einum góðum ári
síðan.
Petur Pólson, Niels Arge
Galan, Jákup Zachariassen,
Niclas Johannesen og Uni
Árting fara at manna ein
føroyskan Johnny Cash-
bólk, sum fer at spæla øll
hittini
hjá
fyrrverandi
country-stjørnuni.
Sólarn Solmunde vónar ,
at nógv fólk fara at leita
sær
í
Mentanarhúsið
fríggjakvøldið, og hann
væntar at síggja fólk í
øllum aldri at koma at lurta
eftir Johnny Cash, sum
gjørdist 71 ár, tá hann
andaðist 12. oktober í fjør.
Kom í svørtum
Johnny Cash gekk altíð í
svørtum klæðnum, og tí
fekk hann eyknevnið "The
Man in Black", og júst
svørtu klæðini hava ein
forvitnisligan
leiklut
á
tiltakinum fríggjakvøldið.
Fyrireikararnir hava gjørt
av, at fólk, sum koma í
svørtum klædningi og kov-
boyhatti, sleppa ókeypis
inn í Mentanarhúsið.
– Tað hevði skapt ein
stuttligan stemning um eitt
nú 50 fólk høvdu komið
við kovboyhatti, og tað er
við tí fyri eyga, at vit lata
fólk sleppa ókeypis í
svørtum og kovboyhatti,
vísir Sólarn Solmunde á.
Fólk, sum ikki koma í
svørtum ella kovboyhatti,
mugu niður í lummarnar
eftir 100 krónum fyri at
sleppa inn í Mentanarhús-
inum fríggjakvøldið.
Konsertin byrjar klokkan
23, og dyrnar lata upp
klokkan 21.30.
Føroyingar minnast
mannin í svørtum
Fríggjakvøldið fara føroyingar at minnast Johnny Cash í Mentanarhúsinum
Johnny Cash varð føddur 26. februar í 1932 í Kings-
land, Arkansas. Hann er millum best umtøktu
country-tónleikararnar
nakrantíð.
Maðurin
í
svørtum upptók fleiri enn 1500 løg. Millum stóru
hittini kunnu nevnast, A Boy Named Sue, Folsom
Prison Blues, Ring og Fire og I Walk the Line.
Johnny Cash vann í alt 11 Grammy-virðislønir og
í 1992 gjørdist hann limur í Rock and Roll Hall of
Fame. Frá 1969-71 var hann vertur í "The Johnny
Cash Show" á amerikansku sjónvarpsrásini ABC.
FAKTA - JOHNNY CASH