Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-01, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mars 2018síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. MARS 2018 SOSIALURIN 26 24 Óli Jacobsen Siðsøga Óli Jacobsen 1. partur Í 1999 skipaði fiski­manna­ felagið fyri minningarhaldi í gamla kirkjugarðinum í Reykjavík fyri føroysku manningum, sum vóru grivnar har í tveimum gravum. Í aðrari grøvini liggur manningin á Onnu, sum forlisti á Suðurlandinum í 1924, 75 ár frammanundan. Í hinari liggja teir átta menninir við Acorn, sum brendu til deyðis í 1928. Tað vóru nógv avvarðandi komin úr Føroyum í hesum sambandi. Tvær myndir Ikki fyrr enn tá gjørdist eg varur við, hvussu djúpt hesar hendingar framvegis stinga í okkara fólki, sjálvt aftaná so mong ár. Tað eru tvær hendingar, sum fram­vegis eru ógloymandi frá hesum minningarhaldi. Tann fyrra var at síggja ta 82 ára gomlu Ber­ linu Olsen av Skála liggja grátandi á knæ á grøvini hjá pápa sínum. Hon hevði sagt honum farvæl sjey ára gomul og hevði ongantíð kent seg hava havt tikið rættiligt av­skeð við hann. Hetta hevði hon alt lívið kent sum ein sakn. Men nú hon var gomul, kundi hon endiliga kenna seg at hava sagt pápanum far­væl. Hetta var ógvuliga kenslu­ borið og ógloymandi. Hin myndin er frá teirri sjón­ varps­sending, sum varð gjørd aftan­á ferðina av Tórði Mikkel­sen, sum hevði verið við sum avvarð­ andi. Í heimunum hjá teimum, sum vóru farnir við Onnu, hingu nakrar døkkar myndir frá jarðarferðini í 1924. Ein av teimum var av teimum níggju svørtu kistunum í dóm­kirkjuni í Reykjavík. Men í sjón­varpssendingini tók dóttir skip­ar­an, Kathrina Jensen, hesar myndir niður av bróstinum, tí nú føldi hon seg hava tikið avskeð við páp­an, sum um hon hevði verið við til hansara jarðarferð. So statt var ikki longur brúk fyri hesum mynd­um, sum hvønn dag mintu hana á hesa sorgarsøgu. Hetta skapti áhuga fyri at savna tilfar um føroysku lagnu­ søg­una og tískil eisini um leik­lut­ in hjá kvinnum í gamla fiski­vinnu­ sam­felagum. Bøkur um kvinnur Úrslitið hevur verið tvær bøkur. Havið tók Teir kom í 2011. Henda bók snúði seg ikki bara um teir, sum havið tók, men eisini um tær kvinn­ur sum sótu eftir, og sum fingu børnini undan við hjálp av Gudi og góðum fólki. Tað vóru nærum 40 kvinnur umframt menn, sum vóru keldur til hesa bók. Hetta er tískil ein serstøk kvinnu­søga. Tann seinna bókin, Tær Bygdu Land, kom í fjør, og eru her 20 kvinnu­søgur, eisini hjá kvinnum, sum hava havt menn og pápar á sjónum. Báðar bøkurnar eru út­ seld­ar tvær ferðir. Hetta sigur nakað um áhugan fyri hesum parti av okkara søgu. Her skulu vera tiknar fram nakr­ar av hesum frásagnum, sum lýsa sam­bandið hjá kvinnum við havið. Pápin burtur um summarið og heima um veturin Brynhild Absalonsen, ættað av Viðareiði, greiddi frá gerandis­ lívinum í einum fiskimannaheimi: Pápi var fiskimaður. Tá vóru menninir burtur um summarið og heima um veturin. Tað var nógv arbeiði at gera heima við at gera skipsmenninar til. Øll klæðir máttu gerast uppá teir. Troyggjur og undirklæði skuldu bindast, buks­ur seymast, men tilfarið til buks­urnar bleiv keypt. Skjúrtur vórðu eisini seymaðar. Onkur hevði bindimaskinu. Tað lætti nógv um. Tað skuldu nógv pør av vøttum til. Eg var lítil, tá ið eg byrjaði at binda skipsvøttir. Sjálvt olju­klæð­ ini vórðu gjørd heima. Pápi vildi hava oljudansarnar seymaðar úr tunnum stóti, tí tað var nógv liði­lig­ari at vera í. So ferniseraði hann teir sjálvur. Hetta var tíðar­ krevj­andi, tí oljuklæðini skuldi fern­iserast fleiri ferðir, inntil tey vóru tøtt. Dýnur máttu eisini gerast. Tað var serliga lundafjøður, sum var góð til dýnur. Tá skipsmenninir vóru farnir, var tómligt í bygdini. Av mannfólki vóru mest smádreingir og gamlir menn eftir. Tá ið menninir vóru heima millum túrir í mai, skuldi aftur gerast klárt til næsta túr. Nú skuldu skipsklæðini vaskast. Vaskimaskina var eingin. Steðg­ urin heima var ofta stuttur, áðr­ enn farið varð avstað aftur á Eyst­ ur­landið ella til Grønlands. Bar illa á við terra, kundi tað vera nokkso nógv stríð at fáa klæðini turr til teir fóru avstað aftur. Tá ið pápi var burtur, høvdu beiggjarnir hjá mær nógv at gera heima. Tá ið menninir vóru heima millum túrarnar, var eisini nógv, teir skuldu fáa frá hondini. Torvið skuldi skerast, og eplini fáast í jørðina. Børnini plagdu at saksa veltuna, áðrenn teir komu. Støðugur ótti undir krígnum Steffan, maður Brynhild var fiski­ maður. Undir krígnum var hann við "Svínoynni". Teir fiskaði og sigldu niður við fiskinum. Steffan upplivdi ikki nakra serliga vanda­ støðu í hesi sigling. Men hjá teimum, sum vóru heima, var ein støðugur ótti fyri, hvat ið kundi henda. Tað vóru javn­an týsk flogfør, sum flugu yvir bygdini, og stutt var millum Á Torradøgunum í Klaksvík varð eisini dentur lagdur á leiklutin og umstøðurnar hjá kvinnunum í gamla fiskivinnusamfelagnum KVINNURNAR OG HAVIÐ Torradagar: Børnini máttu eisini gera nyttu. Her eru Brynhild saman við brøðrunum Arna og lítlabeiggjanum Heina farin at mjólka kúnni. Málningurin hjá Mikines, Sakn. Perumyndin á bókini “Havið tók teir”. Elsa Biskupstøð kundi ikki fáa seg at trúgva, at drongurin hon skuldi giftast við, ikki kom aftur.