Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-01, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mars 2018síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. MARS 2018 SOSIALURIN 26 25 Komandi partur Í komandi parti verða kvinnusøgur frá Acorn, Ernestine og Florens. boðini um, at skip vóru farin, ofta við manningini ella parti av henni. Álvarsemið merktist eisini hjá teimum, sum sigldu. Eina ferð Steffan, sat og las "Víkingasynir", sum var um lagn­una hjá før­oysk­ um sjófólki undir krígnum og við mynd­um av teimum, sum lótu lív, helt hann fyri, at her kundi hans­ ara navn eins væl staðið! Hann hevði jú verið saman við fleiri av teim­um, sum fórust. Tá ið menninir ikki komu aftur Men tað sum merkir hesa frásøgn er, tá ið tað ikki gekk eftir vild og skipini ikki komu aftur sum ætlað. Hetta hendi ofta. Í bókini Havið tók Teir er uppgjørt at frá 1870 til bardagalok í 1945 eru fleiri enn 1.200 mans farnir á sjón­um. Ring­ asta árið var 1920, tá ið 61 menn fórust á sjónum. Tá var fólkatalið um 21.000. Hetta vildi svara til út móti 150 menn við fólkatalinum nú. Tað ber ikki til at skilja hetta hjá okkum í dag. Bíðingin Tá ið eitt skip var saknað, var bara eitt at gera, og tað var at bíða. Longri tað varð bíðað, tess minni gjørdist vónin um at skipið kom aftur, og aftaná nakrar vikur mátti staðfestast, at her var einki at vænta. Hugt varð alla tíðina eftir skip­ um. Og sást eitt skip, sum líktist tí sakn­aða birtist aftur ein vón. Men tá ið tað so kundi staðfestast, at talan var um eitt annað skip, gjørd­ist vónloysið størri enn framm­anundan. Henda óvissan kundi vara í mánaðir. Ein, sum minnist hetta, er 97 ára gamla Mathilda Jacobsen av Eiði. I 1934 misti hon tveir beiggjar við Nólsoy. Hon var hvønn dag niðri á Møl. Har bar til at eygleiða skipini, sum komu heim úr Íslandi. Men eing­in Nólsoy kom. At enda skilti hon á tutlinum millum menninar, at Nólsoy kundi ikki væntast heim aft­ur. Hetta var hart hjá eini 13 ára gaml­ari gentu. Seinasta heilsanin hjá Onnu Tað var stutt eftir, at vissa fekst um lagnuna hjá Nólsoy. Tá rak líkið av kokkinum, Bernhardi Henriksen, á land í Íslandi. Bernhard hevði skrivað dagbók fyri hvønn dag í 1930. Hesa dagbók fekk genta hans­ara, Anna, tá ið Bernhard var deyð­ur. Aftast í bókini skrivar hon eina hugtakandi seinastu heilsan til drongin, hon misti: 9. juni 1934 fór Bernhard mín elsk­aði til gravar á Eyrabakka í Íslandi. Hann hevði fylt 32 ár tann 29. desember. Gud vælsigni hansara støv, har hann liggur. Hann og teir hava tað allir gott í dag. Jólaaftan 1932 tóku vit ringar uppá. Tað kvøldið var eitt ríkt kvøld fyri okkum bæði. Tá knýttust vit fyri lívið og vóru lukkulig saman, sum eg ikki kann greiða frá. Vit bóðu Gud um at vælsigna okkum og okkara fram­ tíð og gleddu vit okkum til, at vit skuldu koma saman. Tað var sum vit ikki tonktu annað, enn at nú nærkaðist tíðin, og var tað nú blivið meira vist, at vit komu sam­an. Gud sá, at tað var betur, at hann tók mítt besta heim til sín, tí alt er gott, sum Hann ger, um tað er ófatiligt fyri okkum. Men Gud hjálpi og læri meg at boyggja meg undir hansara vilja, sum er tann besti, og sum hevur makt í himli og á jørð. Eitt ár og fýra mán­aðir høvdu vit ring saman. Gud væl­ signi okkum. Hetta er so eitt dømi um, at tað var gudstrúgvin og vónin at hittast aft­ur, sum hjálpti í sorgini. Anna giftist ikki. Hon gekk alla sína tíð við ringinum hjá Bernhardi. Ofta fórust fleiri menn í sama húsi og somu familju. Maður, pápi, synir ella brøður. Eitt dømi var Elin í Hósvík, sum var einkja. Hon framm­anundan mist ein son. Við Nólsoy misti hon tríggjar synir, ein ommuson og ein verson. Kjølbro greiddi frá hvussu ringt hann hevði tað í 1920, tá ið hansara nýggja skip, Kristina, ikki kom heim aftur. Hann bleiv alla tíðina uppringdur av avvarðandi, um hann visti nakað nýtt, men einki var. Til endans mátti hann skriva familj­unum bræv, at her var einki at vænta. Tað var tungt. Elsa Biskupstø var trúlovað við skip­aran á Kristinu, Axel Sivert­ sen, og tey skuldu giftast, tá ið hann kom aftur. Tað varð sagt, at hon helt á at seyma brúðarútstýr eis­ini eftir, at eingin vón var. Hon kundi ella vildi ikki trúgva, at hann ikki kom aftur. Elsa giftist seinni, men hon gekk við ringinum hjá Axeli alt lívið. Fóru í svart Ein onnur avleiðing av slíkari van­lukku var, at so skjótt tað kundi staðfestast, at maðurin var deyður, fóru einkjurnar í svørt klæði frá topp til tá. Um tær ikki gift­ust aftur, gingu tær í svørtum restina av lívinum. Hetta lætti heldur ikki um hjá børnunum. Onkur hevur sagt, at tað næstan var sum at missa mamm­una eisini, tá ið hon blað­ ung fór í svørt klæði. Hetta kom jú bein­leiðis at minna tey um sína lagnu hvønn einasta dag. Gentur kundu heldur ikki konfirmerast í hvítum kjóla, um tær høvdu mist pápa ella beiggja. Tær máttu eisini í svart. Men tað hendi seg, at tær kundu fáa ein hvít­an kraga ella sloyfu á kjólan. Eitt annað var eisini, at tað var ikki tosa um slíkar vanlukkur. Í dag fáa fólk sálarhjálp, har tað skal tos­ast um hetta, sum er hent fyri at koma víðari. Sjálvt innanhýsis var ikki tosað um t.d. farna pápan. Steingrim Kristoffersen, sum enn er á lívi, misti pápan við Neptun í 1934. Hann fortaldi, at tað ongantíð varð bein­leiðis sagt við hann, at pápin var deyður. Hetta mátti hann bara skilja av tosinum. Tað eru fleiri sum hava takkað fyri, at hesar frásagnir eru komnar al­ment fram. Nú er hetta ikki tabu longur, og tí ber betur til at tosa um hetta. Hvussu kláraðu konurnar seg Jákup Mikal Mikkelsen á Toftum var ikki føddur, tá ið pápin doyði við Onnu í 1924. Tískil gjørdist Jákup Mikal yngst­ur av fýra systkjum. Men hó­ast mamman, Karolina, nú var „ein­ligur forsyrgjari“, hevði hon orku at taka eitt barn til fosturs. Hetta var ein bróðurdóttir úr Kolla­firði, sum var komin at ferð­ ast. Mamman var sjúk, og gentan bleiv verandi. Jákup Mikal tekur til, hvat ar­ beiðs­grev mamman var. Hann minnist hana ikki hava havt so mikið sum ein sjúkradag. Tey áttu húsini, men annars var slíkt sum trygging avmarkað tá í tíðini. Tað var tørvur á skúla­ stovum á Toftum. So hon leigaði í nøkur ár báðar stovurnar til skúla­ stovu, og gav hetta sína inntøku. Hon var fitt til hendurnar og fekk sær bindimaskinu at binda fyri fólk. Eisini seymaði hon bæði fyri síni egnu og fyri fólk. Og so vask­ aði hon fisk. Piddi Skaale, handilsmaðurin, plagdi at taka fisk at turka fyri Jens Evensen úr Havn. Hetta gav eis­ini nakað av sær. Hon hoyggjaði fyri bøndurnar. Hetta gav eitt hoyggingarlamb. Jákup Mikal minnist einki til, at hann ikki fekk nóg mikið av øllum. Katrina Jensen greiddi frá nøkr­um tí sama. Hon mintist, at nøkur ár seinni kom danski sendi­harrin í Íslandi, Fontenay, til Føroya at vitja tey avvarandi. Hann gav tá Katrinu eina dukku, sum hon eigur enn. Hann mundi eisini leska tey, sum sótu eftir. Aðrar frásagnir eru eisini um, hvussu fólk hjálptu teimum, sum høvdu mist. Vóru menn t.d. á floti, so fingu burtur av. Og var tað manna­fólkaarbeiði, sum skuldi ger­ast, so stóð ikki á at fáa menn at hjálpa. Sum frá leið og vit komu inn í 1930-árini, tá var tryggingin ikki so galin. Hon gjørdi so tað, at kon­ urnar kundu sita í húsunum uttan skuld. Kathrina Jensen vildi ikki eftir minningarhaldið í Reykjavík framhaldandi dagliga verða mint á hesa døkku myndrnar frá jarðarferðini Anna gloymdi ikki drongin, Bernhard. Minnisvarðin á Eyrarbakka í Íslandi yvir teir sum fórust við Nólsoy. Bernhard var eyðmerktur av ringinum. Anna setti eitt hjarta í hann og bar hann allar sínar dagar.