hósdagur 1. mars 2018síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. MARS 2018
SOSIALURIN 26
26
TRÓNDUR ARGE
Í
annaðkvøld klokkan 19.45
verður Stórsteypadysturin
í fótbólti. Tað er dystur
in millum FM vinnararnar
og steypavinnararnar frá árin
um fyri. Hesa ferð er dysturin
millum Víking og NSÍ. Felags fyri
bæði liðini er, at tey hava nýggjan
venjara við róðrið.
Nýggjur venjari hjá Víkingi er
Maurice Alexander Ross, sum í
fjør var venjari hjá TB/FCS/Royn.
Nýggjur venjari hjá NSÍ er Sámal
Erik Hentze, sum seinastu tvey
árini hevur vunnið FM saman við
Víkingi.
Bagge móti gamla
arbeiðsgevaranum
Stórsteypadysturin verður mang
an roknaður sum fyrsti veruligi
dysturin í einum kappingarárið. Í
Onglandi verður mangan skeldast
um steypið frá stórsteypadystinum
skal telja við sum eitt rætt steyp.
Her verður ikki støða tikin til um
annað er rættari enn hitt, men tað
er púra greitt, at talan er ikki um
nakran venjingardyst, tá prátið er
komið hartil. Heldur er talan um
ein dyst, har liðini leggja nógv fyri,
og heiðurin at vinna er stórur.
Fyri
Sámal
Erik
Hentze
verður talan um eina áhugaverda
uppliving. Hann hevur í tvey ár
staðið á odda fyri Víkingi, sum
bæði árini hevur vunnið FM. Hartil
er talan um fyrstu FM-heitini,
eftir at GÍ og LÍF løgdu saman til
kappingarárið í 2008.
Nú skal hann skipað eitt NSÍ lið,
sum mangan hevði tað torført móti
Víkingi, at takast við júst Víking.
Sámal Erik Hentze bleiv settur
í samband við NSÍ, tá hann ikki
vildi kunngera sína framtíð, eftir
at Víkingur í fjør vann FM. Hann
boðaði fleiri ferðir frá, at hann nú
fór at taka frí í eitt ár. Soleiðis bleiv
ikki, tá hann á ársveitsluni hjá NSÍ
bleiv kunngjørdur sum nýggjur
venjari í felagnum.
Skeg og spennandi
Høvðuspersónurin sjálvur gleðir
seg til dystin. Sámal Erik Hentze
hevur allar mans tøkar, hóast at øll
spælaraloyvini í skrivandi stund
eru komin upp á pláss.
-Eg haldi tað er skeg og spenn
andi, hvussu stutt tað er millum at
verða við, og so verða ímóti. Eg eri
spentur upp á ein góðan máta. Vík
ingur hevur eitt gott lið og fer heilt
víst at liggja í toppinum við hasum
liðnum, sigur Sámal Erik Hentze,
sum hevur Fróða Benjaminsen
tøkan, eftir at hann valdi at gera
sáttmála við NSÍ.
- Eg visti, at um Fróði Benja
misnen fór at spæla, so fór hann at
spæla við okkum. Spurningurin var
bara um hann hevði hug at spæla
í ár. Hatta var ein týdningarmikil
brikkur at fáa upp á pláss, sigur
nýggi venjarin hjá NSÍ.
Hann ætlar sær at vinna dystin,
m e n
tað eru
framvegis
nøkur ting, sum
skulu royndarkoyrast.
- Tað eru framvegis nøkur ting,
sum vit skulu royndarkoyra. Vík
ingur er ein sterk mótstøða, so vit
sleppa at royna okkum. Eg vænti,
at vit verða klókari aftaná dystin.
Sjálvandi spæla vit fyri at vinna,
men tað verður við tí fyri eyga, at
vit skulu royna nøkur ting, sigur
Sámal Erik Hentze og leggur at
enda afturat:
- Eg vóni, at tað koma nógvir
Seinasta uppgávna hjá Sámali Erik Hentze sum venjari hjá Víkingi, var at
taka móti FM-gullinum annað árið upp í salg. Fyrsta uppgávan hjá honum
sum venjari hjá NSÍ, verður at spæla móti tvífaldu FM vinnarunum
BAGGE MÓTI SÍNUM
Stórsteypadysturin: