hósdagur 1. mars 2018síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. MARS 2018
SOSIALURIN 26
27
M EGNU
Vit tippa:
André Olsen tippar:
Vænti at talan verður um ein dyst,
har NSÍ fer at leggja ógvuliga
stóran dent á organisatiónina,
meðan Víkingur kemur at spæla
meira frítt og undirhaldandi.
Vænti ikki at organisatiónin
hjá runavíkingum er so sterk
enn, at Víkingur ikki skorar, men
eg trúgvi eisini at NSÍ fer at revsa
Víking uppá skjótar umstillingar.
Mítt boð : Dysturin endar
við antin 1-1 ella 2-2 javnleiki,
og at Víkingur vinnur
brotssparkskappingina.
Teitur Joensen tippar:
Føroyameistararnir úr Víkingi
eru eitt av teimum liðunum, sum
hava verið fyri størst broytingum.
Verjusamansetingin er øðrvísi
við frágongdini av Gert Hansen
og Erling Jacobsen, meðan
miðvøllurin eisini hevur mist
nakað við frágongdini av Fróða
Benjaminsen og Hans Paula
Samuelsen. Víkingur hevur eisini
roynt seg við nýggjari formatión í
venjingardystinum, so spennandi
verður at síggja, um hetta verður
nýggja formatiónin hjá Víkingi.
Samstundis sum nógv er nýtt
í Víkingi, er mest sum alt við
tað gamla í NSÍ. Hópurin hevur
varðveitt allar lyklaleikararnar,
og harafturat hevur liðið styrkst
seg við stórum profilum sum
Jóhan Troest Davidsen, Øssur
Dalbúð og Fróða Benjaminsen.
Liðið hjá NSÍ sær rættiliga sterkt
út, og um Bagge fær sett liðið rætt
saman, soleiðis sum hann hevur
dugað væl undanfarin ár, so eru
teir millum heilt stóru favorittar
nar til meistaraheitið.
Eg havi NSÍ sum favoritt at
vinna Stórsteypið. Grundin til
hetta er, at stamman hjá teim
um er mest sum tann sama,
meðan Víkingur hevur verið fyri
rættiliga stórum broytingum, og
tað tekur tíð at fáa slíkar broyt
ingar at rigga.
Mítt boð: Víkingur – NSÍ 1-3
Tórður Thomsen
tippar:
Eg vænti mær ein spennandi dyst
millum tvey av Føroya, fyri meg,
mest spennandi liðum. Eftir før
oyskum mátistokki, so eru tað
tvey stjørnuspekkaði lið, sum
duga væl at leypa á og skora mál.
Tað verður spennandi at síggja,
hvussu nýggju venjararnir hjá
báðum liðinum velja at takla
uppgávuna. Vónandi fær tú eina
hóming av hvussu liðini ætla at
spæla í ár.
Eg vænti mær ein málríkan
dyst. Eg tippi 2-2 og brotssparks
kapping. Vinnarin av dystinum
verður fótbólts Føroyar, sum fær
undirhald fyri allar pengarnar og
tað vælgerandi endamálið, sum
pengarnar fara til!
Mítt boð: 2-2
Sonni Ragnar
útleigaður
Sonni Ragnar Nattestad verður
nú útleigaður frá Molde BK
til Aleseund, sum flutti niður í
næstbestu deildina í Noreg í fjør.
-Eg vóni at fáa nógva spælitíð.
Alesund virkar sum eitt gott felag
fyri meg og tað er ikki neuyðugt hjá
mær at flyta, so eg kann verða tætt
við familjuna, sigur Sonni Ragnar
Nattestad við Aftenposten.
Talan er um eina avtalu, sum
er galdandi fram til í summar. Í
Alesund fegnast tey um avtaluna.
-Vit fegnast um, at avtalan er
komin upp á pláss. Hetta er nakað,
sum vit hava arbeitt við í eini tíð.
Vit hava havt eitt fínt samstarv
við Molde og spælaran, sigur
ítróttarstjórin í Alesund, Bjørn Erik
Melland.
Sonni Ragnar Nattestad er í
dag 23 ára gamal. Hann hevur
verið partur av fleiri av venjing
ardystunum hjá Molde BK, men
útlitini til spælitíð eru ikki so góð
í løtuni.
trondur@sosialurin.fo
Liðtíðindi
Víkingur:
Ikki við: Jákup
Vatnhamar Olsen
(skaði), Andreas
Lava Olsen
(skaði), Rasheed
Alabi (loyvini)
Ivasamir: Atli
Gregersen, Gunnar
Vatnhamar
NSÍ:
Allir mans tøkir
áskoðarar, tí hetta
er jú fyri væl
gerandi
endamál.
Her hevur tú møgu
leikan at stuðla einum
góðum
endamáli,
sigur
Sámal Erik Hentze.
trondur@sosialurin.fo
BEINLEIÐIS
Á RÁS 2