Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-01, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mars 2018síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. MARS 2018 SOSIALURIN 26 28 Føroyingur letur gallarí upp í Keypmannahavn Nýggja Gallery Nordoy skal serliga sýna fram norðurlendska list. Fyrsta framsýningin verður við føroyskum listamanni L e yga r d a g i n l e tu r nýtt gallarí upp í Keypmannahavn. Gallery Nordoy verður rikið av føroysku Kristiannu Norðoy, sum leingi hevur havt ætlanir um listaframsýningarhøli í danska høvuðsstaðnum. –  Eg havi í eina tíð hugsað um gera eitt gallarí, og nú gekk knappliga sera skjótt, tí vit fingu hølini fyri trimum vikum síðani, og leygardagin lata vit upp, sigur Kristianna Norðoy. Fyrsta framsýningin verður við pápa hennara, Amariel Norðoy, og tað er upplagt, at hann fær høvi at hava fyrstu framsýningina. Síðani er ætlanin at sýna fram norðurlendska list –  harundir føroyska – og eisini onkuntíð at hava aðra altjóða list á veggjunum í Gallery Nordoy. Nýggja framsýningarhøli liggur væl fyri á Hedebygade á Vesterbro. Hendan gøtan er millum kendu gøturnar í Danmark, tí Hedebygade er Barndommens gade, sum rithøvundin Tove Ditlevsen skrivar um. Hon búði í 30A. Gallery Nordoy heldur til í nummar 2. – Fyrsta stigið hjá okkum verður at lata gallaríið upp, og vit hava ætlanir um at gera eitt listafelag, sum verður knýtt at gallarínum. Eisini hugsa vit um at gera onkrar pop-up framsýningar uttanlands, sigur Kristianna Norðoy. Leygardagin kl 16:00 til 19:00 verður móttøka í sambandi við, at Gallery Nordoy letur upp. Tá verður Amariel Norðoy til staðar, og presturin Bergur Jacobsen heldur røðu. Eisini verður ymiskur live-tónleikur at hoyra. Ræðufilmar í Norður­ landahúsinum Filmsstenvna TÓFF endar við sýning av trimum ræðufilmum F ilmsstevnan TÓFF, sum er í Norðurlandahúsinum í Havn, endar við ræðu­ filmum. Síðsti dag­ur hjá TÓFF 2018 verður leyg­ar­dagin, og tað verður ein dag­ur, sum hevur  ræðufilmir í mið­depl­in­um. Henda dag vera tríggir norð­ur­ lendskir ræðu­filmir á skránni, og tveir ræðu­films­leiks­tjór­ar vitja.   Kl. 13.00 Det vita folket Alex verður tikin uttan fyri hjá einum grønmetishandilsmanni og førd til eitt fongsul undir jørð. Staðið er ætlað óbodnum gestum, sum skulu vísast úr Svøríki. Eftirlitiskvinnan Viktoria (Pernilla August) stýrir hesum staði við 2. flokks fólkum við harðari hond, fyri at uppfylla egnan tørv.  Alex ger av at flýggja. Kosta, hvat tað kosta vil. Filmurin er ein aktuellur ræðufilmur um makt og vald.   Kl. 17.00 Thorn Gabriel Tzafka, leikstjóri fer at innleiða sýningina. Nýggjur danskur filmur við Olafi Johannesen. Lisa og Jacob eru júst blivin gift. Sama kvøldið fara tey á brúðarferð. Lisa hevur lagt ferðina til rættis í loyndum, og Jacob veit onki um, hvat henda skal. Alt gongur eftir ætlanini, líka til tað gongur upp fyri Lisu, at hennara ætlan skaðar teirra kærleika, og at teirra trúgv verður broytt til ótta.    Kl. 19.00 I Remember You Leikstjóri Óskar Thór Axelsson fer at innleiða sýningina. Ein eldri kvinna hongir seg í eini kirkju. Ein syrgjandi pápi leitar eftir sannleikanum um son sín, sum er horvin. Trý ung fólk seta í gongd í óhugnaligari megi, tá tey seta eitt hús í stand, eingin býr í,  á eini fjarðari oyggj. Tey vita tað ikki, men  øll eru bundin at eini gamlari gátu, sum førir til skelkandi yvirnáttúrligar tilburðir. Vegghamar á Seglhúsinum Sunnudagin letur upp lista­fram­ sýning við Arnold Vegghamar í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Fernisering verður klokkan 16, har Helgi Fossádal fer at flyta fram røðu. Eisini verður tón­ leikur, lættari ábit og okkurt lesk­andi, umframt at møguleiki er at heilsa uppá listamannin. Fram­sýningin, sum er ókeypis at vitja, umfatar oljumálningar og hong­ur uppi allan mars mánaða. Amariel Norðoy hevur fyrstu framsýningina í nýggja Gallery Nordoy í Keypmannahavn »Det vita folket«< er svenskur ræðufilmur