Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-01, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mars 2018síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. MARS 2018 SOSIALURIN 26 29 Rigsombudsmanden på Færøerne Í sambandi við, at eitt av starvsfólkum okkara fer í barnsburðarfarloyvi, sóknast Ríkisumboðið eftir einum skrivstovufólki at avloysa í farloyvistíðarskeiðnum, sum væntandi varir eitt ár, uml. 30 tímar um vikuna ella sambært nærri avtalu. Vit vænta okkum, at tú kanst byrja 1. mai 2018. Ríkisumboðið er ein lítil stovnur við nógvum og ymiskum uppgávum. Tí vænta vit, at tað liggur tær væl fyri at fáast við nógvar ymiskar uppgávur samstundis uttan at missa tráðin og at tú lættliga kanst seta teg inn í nýggj viðurskifti. Høvuðsparturin av arbeiðsuppgávunum verða innan familjurættin, har tú millum annað skal megna at samskifta dagliga við borgarar um persónsviðkvom mál á virðiligan hátt. Arbeiðsuppgávur • At fyrireika familjurættarlig mál skrivliga, m.a. at senda út fundarinnkallingar • At rokna út inntøkugrundarlag og taka avgerðir í málum um barnapening o.a. • At svara telefonini • At svara skrivligum og persónligum áheitanum frá borgarum • Vanligt skrivstovuarbeiði v.m. Førleikakrøv • Skrivstovuútbúgving ella onnur viðkomandi útbúgving/royndir • Royndir innan sjálvstøðuga málsviðgerð • Góð evni at samstarva og tænastuvinarligt sinni • Álítandi, fleksibul, uppsøkjandi og hug til broytingar • Búgvin og hevur ábyrgdarkenslu • Góðir málførleikar í donskum og føroyskum, bæði skrivliga og munnliga • Dugir at arbeiða við tølum og hevur teldukunnleika Setanartreytir Talan er um fyribils starv eftir galdandi felags sáttmála ímillum Finansministeriet og OAO-S og organisationsaftale mellem Finansministeriet og HK/Stat for Kontorfunktionærer, Laboranter og IT-medarbejdere i staten. Gerast skal vart við, at føroyskir myndugleikar yvirtaka málsøkið persóns-, familju- og arvarætt á Ólavsøku 2018. Í sambandi við yvirtøkuna flyta tey starvsfólk, sum starvarst á persóns-, familju- og arvarættarliga økinum við yvir til føroyskar myndugleikar, soleiðis at tey frá 29. juli 2018 eru í starvi hjá nýggja føroyska myndugleikanum. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til skrivstovufulltrúða Lailu Enghamar ella ríkisumboð Lene Moyell Johansen á tlf. 20 12 00 millum kl. 10 og 14. Umsókn Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 11. mars 2018 á midnátt. Setanarsamrøðurnar verða væntandi hildnar í viku 11 ella viku 12. Tú kanst senda umsóknina saman við próvskjølum og øðrum viðkomandi til: Rigsombudsmanden på Færøerne, Postboks 12, FO-110 Tórshavn ella við telduposti til: ro@fo.stm.dk sum PDF- ella Wordskjal. BARNSBURÐARAVLOYSARI HJÁ RÍKISUMBOÐNUM Søkt verur eftir starvsfólkum til Herberg frelsunarhersins Talan er um fulltíðarstørv. Størvini verða sett í samráð við avvarðandi fakfeløg. Tann, ið settur verður, má arbeiða samsvarandi kristiligu grundhugsan frelsunarhersins. Vit tilskjilja okkum rætt at seta tann, ið er best egnaður. • Eitt starv fulla tíð • Eitt avloysarastarv vegna barnsburðarfarloyvið til 1.august Umsókn saman við hjáløgdum próvskjølum, viðmæli og C.V skal sendast til: Martin@frelsunarherurin.fo Størvini verða sett sum skjótast. F R E L S U N A R H E R U R I N Frá S & K felagnum Aðalfundurin felagsins verður í húsinum hjá S & K felagnum, Traðarvegur 20, FO – 100 Tórshavn, leygardagin 3 mars 2018 kl. 19:00 Dagsskrá sambart lógum felagsins: 1. Frásøgn formansins frá farna ári. 2. Roknskapur til góðkenningar. 3. Kunning um íløgurøkt. 4. Val av formanni 3. hvørt ár. 5. Val av tveimum tiltakslimum. 6. Upplegg til komandi lønarsamráðingarnar 7. Innkomin uppskot. Uppskot er komi um lógarbroyting. 8. Ymiskt. Nevndin í S & K felagnum TROTABÚGV Í trotabúnum Sp/f BGC u. tvingsilsavtøku (hjánøvn: BGC Asfalt, BGC Grevstur, BGC Stoyping), Heygsgerði 18 A, 100 Tórshavn, skrás.nr. 5819, sks.nr. 3-102/2016, verður hildin endaligur skiftifundur fríggjadagin tann 23. marts 2018, kl. 9.45, á skrivstovuni hjá skiftirættinum, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, til roynd av krøvum og staðfesting av uppskoti til roknskap og útluting við eini dividendu (býtispeningi) á 56,5836 % til vanlig krøv. Uppskotið við fylgiskjølum kann eftirskoðast á skrivstovuni hjá skiftirættinum. Fráboðaði krøv og onnur krøv, ið verða fráboðað eftir staðfestan av roknskapinum, kunnu ikki verða tikin við. Útgjalding verður 4 vikur eftir staðfestingina, um ikki kært er innan ta tíð. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 27. februar 2018 TROTABÚGV Við avgerð tann 27. februar 2018, er Sp/f Kelduvatn (hjánøvn: Basalt og BSLT), Bryggjan 5, 420 Hósvík, skrás.nr. 5560, sks.nr. 3-11/2018, komið undir trotabúarviðgerð eftir áheitan, ið er móttikin í skiftirættinum tann 19. februar 2018. Sum fyribils bústjóri er settur advokatur Óla Jákup Kristoffersen, Advokatskrivstovan, Frúutrøð 4, 100 Tórshavn, j. nr. 20180083. Tað verður innkallað til skiftifund til val av bústjórn á skrivstovuni hjá skiftirættinum, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, fríggjadagin tann 16. mars 2018, kl. 10.00. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 27. februar 2018. fyrst og fremst www.in.fo leysasølu skulu læra at undrast og granska Vísindavøka s4 Skúvoy: L di r: huga rnum 1,6 bensin 120 hk Active Eyðun hevur Parkinso SJÚKA Í