Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-01, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mars 2018síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. MARS 2018 SOSIALURIN 26 31 MERKISDAGAR Brúdleyp Leygardagin 3. mars giftast Mása Andreasen og Regin Mortensen, Klaksvík. Vígslan verður í Christianskirkjuni kl. 13. Eftir vígsluna, eru øll hjartaliga vælkomin til kaffi og ábit í kirkjukjallaranum. Brúdleypið verður fyri innbodnum. Brúdleyp Leygardagin 31. mars 2018 giftast vit, Ingibjørg Johannesen og Arne Debess Madsen. Vígslan verður kl. 14.00 í Havnar kirkju. Tit sum fegin vilja hátíðarhalda dagin saman við okkum, kunna senda okkum mail til ingjoh85@gmail.com ella ringja til Ingibjørg (588331) ella Arne (290877) í seinasta lagið 10. mars 2018. Gullbrúdleyp Fríggjadagin 2/3-18 hava vit verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin saman við børnunum. Hanna og Bresti Ryggshamar 90 ára føðingardagur 05. mars fyllur Jóhanna Fagraklett vanliga nevnd Hanna. Búsitandi á Boðanesheiminum, ættað úr Kollafirði, 90 ár. Dagurin verður hildin á Boðanesheiminum sunnudagin 04. Mars frá klokkan 16. Tey ið ynskja at halda dagin saman við Hannu eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Leygardagin 24. mars giftast Sára Poulsen, Argir, og Nicolas Stauss, Leirvík. Vígslan verður í Hebron í Leirvík kl. 12. Eftir vígsluna verður drekkamunnur í samkomukjallaranum, har øll eru hjartaliga vælkomin. Veitslan verður á Hotel Hafnia kl. 18.00 fyri innboðnum. Føðingar Tann 20. februar 2018 fingu vit ein beiggja. Hann var 52 cm langur og vigadi 4110 gr. Foreldrini eru Elsa Maria Eliesarsdóttir Poulsen (Porkeri) og Poul Henning Poulsen (Sumba), búsitandi á Argjum Tann 23. februar fingu Maja Løvstrøm Nilsson og Heðin Jákupsson, Hoyvík eina dóttir. Hon var 51 cm og vigaði 3060 gr. Ársaðalfundur Ársaðalfundurin hjá Diabetesfelag Føroya verður í MBF-húsinum sunnudagin 11. mars 2018 kl. 15. Diabetesfelag Føroya Sosialurin 341800 Klaksvíkar Sjúkrahús FO-700 Klaksvík Leys størv á Klaksvíkar Sjúkrahúsi Skrivstovufólk til fyrisitingina Umsóknarfreist 19. mars 2018 Les meira á www.ks.fo INNKALLAN TIL AÐALFUND HJÁ MORBUS BECHTEREW FELAGNUM TANN 18. MARS 2018 kl. 15.00 Stað: BÁTASAVNIÐ Í LEIRVÍK. Fundarskrá: Fundurin byrjar við eini framløgu frá Hannilenu Jacobsen, økonomu, sum hon kallar “Et teg frískan” hon kemur eisini at borðreiða við einum heilsugóðum drekkamunni. 1. Val av fundarstjóra. 2. Val av skrivara. 3. Frágreiðing um nevndararbeiðið í farna árið. 4. Framløga av grannskoðaðum roknskapi. 5. Ásetan av limagjaldi. 6. Viðgerð av innsendum uppskotum. 7. Val av nevndarlimum: Kassameistari og eykalimur standa fyri vali í ár, báðir taka við afturvali. 8. Val av grannskoðara. 9. Ymiskt. Vónandi verður undirtøkan góð. Vinarlig heilsan Nevndin í Morbus Bechterew felagnum Aðalfundur Sands Fornminnafelag hevur aðalfund leygardagin 3. mars kl.19.00 í skúlanum á Sandi. Skrá sambært lógini. Eftir aðalfundin hugleiðir Liss Mortensen. Nevndin Kunngjørt verður, at sorinskrivarin tann 1.3.2018 hevur givið loyvi til at panta eftirstøðu, sum stavar frá skatti, mvg og øðrum gjøldum, ið verða innheintað av TAKS sambært reglum um innheinting av skatti, og sum skuldu verða goldin innan 1.3.2018. Farið verður undir pantingina tann 12.3.2018. www.taks.fo Sosialurin 341800 Panting 80 ára føðingardagur Ingolf Rasmussen, skipsførari, Torfinsgøta 42. Tòrshavn, verður 80 ár, týsdagin 6. mars vælkomst frá kl. 19.00 80 ára føðingardagur 6.mars fyllir Inger Hansen 80 ár, dagurin verður hildin leygardagin 10.mars frá kl.17.00 í sali Frelsunarhersins. Tey ið vilja gleða Inger við at koma í føðingardag, skulu boða frá innan mikudagin 7.mars á tlf: 315212 fyrst og fremst Vælkomið Bestu ynskir lítla barn Sosialurin ynskir hjartaliga til lukku við barnsburðinum, og vilja vit fegin siga frá hesum í teiginum “Føðingar”. Send teldupost til: barn@sos.fo Upplýs: Burðardag, kyn, longd (cm), vekt (gr.), navn foreldranna/systkin og bústað. Sendið mynd við