Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-01, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mars 2018síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. MARS 2018 SOSIALURIN 26 32 Beinrakti bóltin, nei, seymin Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ virðislønina 2012 O ngan vardi, at hatta skuldi koma haðani. Frá mans­ ítróttini burturav. Men Fótbólts­sam­ bandið rakti seymin og sló hann í botn við einum einasta høggi. Sjálvandi er hatta loysnin. At gera ein sess til kvinnur og bara kvinnur. So er bara eftir at finna eina kvinnu til nevndarsessin. Eingin fer at bjóða seg fram. So onkur má tvingast, noyðast. Kvinnur bjóða seg ikki fram, taka ikki av, stilla ikki upp, men knarra bara um vantandi javn­ støðu. Tí javnstøðan er bara fyri kvinn­ urnar. Nú hevur so FSF staðið væl á vøllinum, rakt dagin og bóltin og tikið fyrsta stigið. Fótbóltssambandið ger sum fiskivinnan, hevur álit á kvotum. Løgtingið skal eisini gera hatta. Annar hvør ting­ sessur er markaður kvinn­ um. Lutakast verður um tann 33. Lutakast, sum kvinn­urnar sjálvandi vinna, tí annars er luta­ kastið manssjavinisma. Og kvinn­ ur­nar grenja aftur um vantandi javnstøðu. So kvinnurnar vinna lutakastið um 33.tingsessin. So er eftir at noyða 17 kvinnur at taka av og manna (orðið kvinna er ikki til sum sagnorð) teir 17 stólarnar við Tinghúsvegin. Nú fáa vit at siggja, hvussu F ó t ­b ó l t s ­ sam­bandið ger og læra av tí. Løgtingsval verð­ ur ikki fyrsta dagin, hóast sam­ gong­an hevur ikki meiriluta uttan við­hvørt. Hví spyr eingin menn, sum ikki arbeiða fulla tíð, ella arbeiða nið­ ur­setta tíð, sum slíkt kallast á fak­ mál­inum, hví spyr eingin teir, um teir kundu hugsað sær at farið upp í fulla tíð? Hvørji størv eru tað, har sum kvinn­ur ikki fáa somu løn sum menn fyri sama arbeiði? Hví fáa vit ong­antíð slíkt at vita? Í fótbólti fáa kvinnur somu løn sum menn, hóast menn arbeiða meira og duga nógv betur enn tær. Sama løn. Men talan er ikki um at duga. Tal­an er um, at kvinnurnar fara í ann­an hvønn sess. Hví ikki tað? Kvinn­ur eru líka vánaligir leiðarar sum menn. Men tær skulu framat. Tær skulu noyðast framat. Tí tær bjóða seg ikki fram. Noyð eina kvinnu um dagin og verð meldaður til metoo. Tað krev­ ur sín mann at fáa kvinnur framat. Løgtingið spilti ein heilan dag at tosa um javnstøðu. Hon er her, ella hon kemur um tvey hundrað ár. Fótbóltssambandið hevur tikið brotssparkið og skorað. Sjey nevndarsessir eru til kvinn­ ur og menn. Men har eru bara menn, tí teir bjóða seg fram. Áttandi sessurin er settur av til kvinnu og bara kvinnu. Hvar er hon? Men kvinnurnar er jú eisini so skilagóðar, at tær bjóða seg ikki fram til hvat sum helst. Javnstøða er eitt jabbað orð. Jabb, jabb, jabb. Framstig eru eingi at hóma her ella í sjónarringinum. Kvinnur kunna ikki arbeiða í eitt ár, tá tær eiga. Og grenja um, at tær eru ikki á arbeiðsmarknaðinum. Hetta er nýtt. Fyrr áttu kvinnur níggju, tíggju ella fleiri børn. Menn tíma ikki at ganga fyri einki og skifta blæur. Eitt lorta arbeiði. Men pápar skulu, skulu, í farloyvi. So er bara at vóna, at teir sleppa framat barninum. Annað hvørt barn er sálarsjúkt, tí tað ræðist helviti bæði her og har. Annar hvør unglingi er sálarsjúkur av hjartasorg. Latið tey sparka. Fótbólts­sam­ bandið hevur saksasparkað hol í sjógvin. Tey fyrstu við kynskvotu. Vónandi ikki tey seinastu, tí annars skulu vit hoyra hatta tosið um javnstøðu í allar ævir. Kvotur til kvinnur er einasta loysn­in. Dugnaskapur er ikki loysn­in. Hann kann ikki brúkast. Noyðið, tvingið, kvinnurnar at taka av. Sá ein vøruvogn í havnargøtu nú ein dagin. Á honum stendur Vaskimenn. Tað er javnstøða. Høgni Djurhuus Føroyingar fylgja Billy Graham Tveir føroyingar eru bodnir til jarðarferð hjá trúboðaranum Billy Graham F ríggjadagin verður jarð­ arferðin hjá amerikanska trúboðaranum Billy Gra­ ham, ið doyði 99 ára gamal tann 21. februar. Billy Graham mundi vera kend­ asti amerikanski prædiku­mað­urin, og hann ferðaðist víðahvar kring heimin og talaði. Nú Billy Graham fer til gravar eru 2300 innbjóðingar sendar út til fólk í øllum heiminum um at verða við til jarðarferðina. Millum teirra, sum fara at luttaka, er amerikanski forsetin Donald Trump. Eisini føroyingar eru farnir til USA at fylgja. Svenning av Lofti, trú­boðari í brøðrasamkomuni, og Jógvan Zachariassen, pastorur í samkomuni Lívdin, eru millum tey, ið eru boðin til jarðarferðina, sum Billy Graham Evangelistic Association stendur fyri saman við familjuni. Jarðarferðin, sum verður í Char­ lotte í North Carolina, fríggja­dag­in kl. 17.00, verður stroymað á heima­ síðuni hjá felagsskapinum Billy Graham Evangelistic Association. Kistan við Billy Graham stendur í heimstaði hansara í Charlotte í North Caroline, haðani hann fer til gravar í dag