Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. mars 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. mars 2018 · Nr. 27 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi síða 8-9 Sandoy og Suð­ur­ oy dragna tíðindi síða 8-9 Ein hjálp í sorgini – Harragud, hatta snýr seg bara um nøk­ur gramm av hassj, eingin er deyð­ ur... Nakað soleiðis segði annar »fjøl­ miðla­ser­frøð­ing­ur­in« í útvarpinum hós­dagin, tá tveir fyrrverandi journ­ al­ist­ar og núverandi spinndoktarar kjak­aðust um á­kær­ur­nar ímóti Bjarna Hammer, sum komu fram í Sos­i­ alinum sein­asta mánadag. Men álvarsomu ákærurnar um, at ein maður, sum bæði er løg­tings­mað­ ur, býráðslimur og løg­reglu­mað­ur um­ g­ongst hassj, bjóðar sær til at út­vega ungum kvinnum hassj og hev­ur tætt tilknýti til mann, sum javnan smuglar hassj til Før­oya, við­gjørdu hesir knark­ar­nir slett ikki. Heldur var talan um eina nið­ur­gerð av Sosialinum. Mátin, ið teir sláa søguna upp í glens uppá, fær teg at hugsa um eina verjurøðu fyri hassji. »Her er bara talan um nøkur gramm av hassji...« Visti hann, hvussu nógv gramm tal­an er um? Og hevur tað týdning, um tað er eitt gram, tíggju gram ella 100 gram av hassji? Løgmaður og Javnaðarflokkurin meta málið so álvarsligt, at tey mæltu alt fyri eitt løg­tings­manni­num um at fara í farloyvi, meðan løg­regl­an kann­ ar málið. Bjarni Hammer hevur ikki víst á­ kær­u­num aftur, sum hann uttan iva hevði gjørt, um talan var um grund­ leysar ákærur. Bjarni Hammer er ikki lagd­ur und­ir at hava selt hassj. Men hann er lagdur undir at vilja útvega ung­um kvinnum hassj – og at hava tætt tilknýti til »ein góðan vin­mann«, sum altíð hevur hassj og sum javnan smuglar hassj. Tað er tað, sum er problemið. Ein løg­tings­mað­ur, býráðslimur og løg­regl­u­maður, sum hevur slík­an hugburð til narkotisk evni, kann hann stýra landinum? Er tað mor­alskt í lagi, at ein løgreglumaður er so ak­tivur í rúsevnisumhvørvinum í Før­oyum? Tað halda vit ikki, at tað er. Sum løgmaður eisini segði, so eru hægri moralsk krøv til politikarar, sum hava tey framíhjárættindi, at teir smíða lóg­ir og útinna lógir – eins og tað er til løgreglufólk, sum umsita landsins lógir. Vit áttu eisini at væntað meira av før­oysk­um fjølmiðlafólkum, enn so ó­fant­a­liga at sláa søguna upp í glens og heingja Sosialin út í almenna kring­ varp­inum, uttan at bjóða blaðnum at verja seg. Komið heldur við í kampin enn at sita uttanfyri og grenja! Uppgávan hjá fjølmiðlum er eisini at vísa á valds­ persónar, sum misnýta sítt vald. Tá ein løgtingsmaður kann sita inni í ting­ hús­inum og bjóða sær til at útvega hassj, tá eiga allar alarmklokkur á øll­ um redkatiónum at ringja. bara nøkur gramm av hassji Mánadagur 26. februar 2018 Nr. 24 92. árg. kr. 20,00 Heimir Guðjónsson: Eg vil royna okkurt nýtt Ítróttur 14-15 baksíðan Bjarni hammer: Vildi skaffa hassj til Slíkt eigur at fáa allar miðla-alarm­klokkur at ringja Fríggjadagin 9. mars verður FM í Ungum Virki, har mið­náms­skúlanæmingar kring alt landið fara at kapp­ast um at vinna FM heit­ið í Ungum Virki 2018. Kappingin verður í SMS, har Rigmor Dam, lands­ stýriskvinna í menta­mál­ um, setur dagin kl. 10.00 fyrra­part. Ungt Virki hevur síð­ani 1996 skipað fyri í­verk­set­ar­a­til­tøk­um á føroysku mið­náms­skúlu­ num í samstarvi við m. a. Vinnu­húsið, Betri Banka, Menta­málaráðið, Íverk­set­ ar­a­hús­ið, Hugskotið, Fróð­ skap­ar­setrið, vinnulívið og mið­náms­skúlar. Næmingarnir, sum kapp­ast um FM-heitið í Ung­um Virki, koma frá Tekn­iska Skúla í Klaksvík, Mið­námi á Kambsdali og Glasi í Tórshavn. Teir hava síð­ani august arbeitt við at menna nýggj virkishugskot og hava lært, hvat skal til fyri at stovna og reka egið virki. Næmingarnir hava fing­ ið ráðgeving og fíggjarligan stuð­ul frá Betri Banka, ið er høv­uðs­stuðul hjá Ungum Virki, og ráðgeving frá Í­verk­set­ara­hús­i­num og Hug­skot­inum. Kanningar vísa, at næm­ing­ar, ið arbeiða við íverk­setan, gerast meira áhugað í at ganga í skúla. Harafturat menna teir fakligar, per­són­lig­ar og sosialar førleikar, sum teir kunnu brúka seinni í lívinum, bæði sum í­verk­ setar, leiðarar og starvs­ fólk. FM-kappingin byrjar fríggja­morgunin 9. mars kl. 10.00, og vinnarin verð­ ur kosin kl. 18.00, har vinn­ andi bólkurin fær ein kekk á kr. 5.000, sum Betri Banki hevur latið umframt eina ferð til Danmarkar, har næm­ing­arnir fara at lut­ taka í DM í Ungum Virki. Ungt virki fríggjadagin Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ Heilsu- og innlendismálaráðið umsitur heilsumál, orkumál, kommunumál, umhvørvismál og familjurættarlig mál, og veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika. Fakligur stjóri til Familju­ fyrisitingina Á Ólavsøku 2018 verður málsøkið persóns-, húsfólka- og arvarættur yvirtikið og umsitingin av familjumálum, sum í dag er á Ríkisumboðnum, verður løgd til landið og skipað undir Familjufyrisitingini. Søkt verður í hesum sambandi eftir einum fakligum stjóra til Familjufyrisitingina at byrja 1. apríl 2018 ella eftir nærri avtalu. Umsóknarfreistin er 7. mars, kl. 12:00. Sí meira um starvið á www.himr.fo