Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. mars 2018síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 5. mars 2018 · Nr. 27 Tyrvingarpláss upp á 50.000 fermetrar FRAMTÍÐARTRYGGING Eitt nýtt tyrvingarpláss í Kvívík, verður ein framtíðartryggjað loysn í eini 20 ár, men tað fer eisini at bera til at byggja út Áki Bertholdsen Eitt nýtt tyrvingarpláss í Junkara­ haganum í Kvívík, hevði loyst trup­ ul­leikan við tyrving hesi næstu 20 árini. Men har eru eisini møguleikar at byggja út. Tað sigur Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF, Hann sigur, at enn eru tey ikki komin serliga langt við hesi ætlanini, tí tey hava ikki verið í sam­bandi við Kvívíkar Kommunu, ella við aðrar myndugleikar, sum skulu góðkenna eina slíka ætlan. Stjórin í IRF sigur, at talan verður um eitt tyrvingarpláss, sum verður einar 50.000 fermetrar, og tað fer at liggja beint við har IRF longu hevur tyrvingarpláss í Kví­ vík. Væl skilt Tey, sum eru komin upp í ár­ini, minnast tey gomlu tyrv­ing­ar­ plássini, sum vóru runt um í land­ inum. Og tað eru ikki góð minni, tí vóru ikki bara tyrv­ing­ar­pláss, men ruskpláss har endaði alt ruskið, og tað skemdi náttuna illa og luktaði illa.   Men eitt tyrvingarpláss nú á døg­um, kann als ikki samanberast við tey, sigur stjórin í IRF.   – Tað ruskið, sum verður tyrvt nú á døgum, er alt væl skilt, so at alt, sum kann brennast, verður brent, og samstundis er alt vandamikið burt­urkast, og alt burturkast, sum kann dálka náttúruna, tikið frá. Tað er bara tað, sum tá er eftir, sum verð­ur tyrvt.   Hvussu stórar nøgdir, talan verður um, sum skulu tyrvast á ein­ um felags tyrvingarplássi í Kví­vík, er ikki heilt vist, men hann Poul Andrias Joensen metir, at tal­an verður einar 8.000 – 10.000 rúm­ metr­ar um árið. Tá ið tyrvt verður, verður alt grivið oman av, men tá ið tað er tyrvt er, verður mold og tilfar lagt oman á aftur, so at lendið verður end­urskapað, tó at tað verður nakað hægri enn tað var framman und­an. Annars hevur IRF tyrvingarpláss í Trøllavík í Suðuroy, men framyvir verður tað bara til rusk úr Suðuroy. Stúrir ikki Heri Müller borgarstjóri í Kvívík, sigur í eini stuttari viðmerking, at hann stúri ikki fyri, at fáa eitt lands­umfatandi tyrvingarpláss til Kvívíkar. Hann sigur, at IRF hevur havt tyrv­ingarpláss í Kvívík í nógv ár, og nýggja tyrvingarplássið skal liggja beint við. Tað liggur so mikið langt frá bygdini, at tað fer ikki at vera í veg­in fyri nakrari bygging í Kvívík. Samstundis liggur tyrvingarplássið beint við alfaraveg og hann heldur, at tað er ein fyri­ mun­ur, tí at tað er so sjónskt, er verð­ur ein serlig tileggjan hjá IRF at fara væl um. Men hann leggur afturat, at enn hevur kommunan ikki fingið nakra umsókn, men tá ið hon kemur, verður hon sjálvsagt viðgjørd eftir teim­um mannagongdum, sum eru galdandi. Eitt stórt stig á grønu leiðini STÓR SPARING Ístaðin fyri at tvær íløgur upp á tíggjutals milliónir í part, fara allar kommunurnar í landinum at gera eitt stórt, felags tyrvingarpláss í haganum ímillum Kvívík og Vestmanna Áki Bertholdsen – Hetta er eitt stórt stig á leiðini á grønu leiðini hjá okkum. Tað sigur Turið Horn, forkvinna í Náttúru- og Umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar Býráð. Tórshavnar Kommuna og Inter­ kommunali Renovatións­felags­ skap­urin, IRF, fara nú undir eitt sam­starv um at gera eitt stórt, fel­ ags tyrvingarpláss. Og tað verður í Junk­arahaganum ímillum Kvívík og Vestmanna, har IRF áður hevur havt tyrvingarpláss. Tórshavnar Kommuna hevur tyrvingarpláss í Húsahaga, men tað hevur staðið at bresta í fleiri ár og tí hevur tað bráðskund at fáa eitt nýtt. Hesi seinastu 15 árini hevur Tórs­havnar Kommuna sostatt arbeitt við at útvega eitt nýtt tyrv­ ing­arpláss og úrslitið var, at tað skuldi verða á Glyvursnesi. Men tann ætlanin er nú slept og ístaðin fara Tórshavnar Býráð og IRF at gera eitt felags tyrv­ing­ar­ pláss í Junkarahaganum. Spara milliónir Turið Horn sigur, at hetta er eitt stórt stig í arbeiðnum at verja um­ hvørvið og samstundis er tað ein fíggj­arlíga góð avtala. Ístaðin fyri at Tórshavnar Komm­una og IRF gera hvør sína risa íløgu upp á tíggjutals milliónir, hava partarnir avtala um eina felags loysn. Kostnaðarmetingin sigur, at tað fer at kosta slakar 50 milliónir at gera eitt nýtt felags tyrvingarpláss í Junk­arahaga. Ætlanin er, at IRF skal byggja og reka tyrvingarplássið, men at Tórs­ havnar Kommuna so fær rætt at brúka tað og skal so rinda fyri sín part av tí, sum verður tyrvt. Dýrari fyri vinnuna Endamálið er, at gjaldið fyri ruskið, sum verður tyrvt, skal vera nokk til at rinda fyri íløguna í nýggja tyrv­ ingarplássið, og fyri raksturin. Tað verður IRF, sum ásetir gjøld­ ini fyri at tyrva, og hetta merkir samstundis, at tað fer at verða dýr­ari hjá vinnuni í Tórshavnar Komm­unu at sleppa av við ruski til tyrv­ingar. Í løtuni kostar tað vinnuvirkjum í Havn 240 krónur fyri rúmmeturin at tyrva rusk, men nú fer tann prís­ urin upp á 350 – 400 krónur fyri rúm­meturin. Tað svarar til prísin fyri at tyrva hjá ÍRF í dag. Men so er tað eisini nakað longri at koyra til Kvívíkar enn tað er á ver­andi tyrvingarpláss í Tórshavn, sum er í Húsahaga. Hjá vinnuni í Tórshavnar Komm­una fer tað sostatt at kosta um­leið eina millión meiri at tyrva rusk, enn tað ger í dag. Fyri Tórshavnar kommunu fer tað at kosta einar tríggjar milliónir meiri um árið til gjøld og flutning at hava felags tyrvingarplássi saman við IRF í Kvívík, enn tað kostar nú. Men hevði Tórshavnar Komm­ una skula gjørt sítt egna tyrv­ing­ar­ pláss, hevði tað kostað mangt slíkt, sigur tey í býráðnum. Samstarvið ímillum IRF og Tórshavnar Kommunu, fer eisini at fevna um at viðgera evju úr rot­ tang­um. Tann viðgerðin verður eisini í sambandi við nýggja tyrv­ ing­arplássið í Kvívík Men Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF sigur kortini, at enn er ov tíðliga at áseta tey nágreiniligu gjøldini. Liðugt um eitt ár Eftir ætlan verður nýggja tyrv­ing­ arplássið í Kvívík liðugt um eitt gott ár, ella næsta vár. Og í tí sambandi fara IRF og Tórs­havnar kommuna at skriva und­ir eina ætlanaravtalu, og tá ið báð­ir partar hava endaliga góðkent verk­ætlanina, verður formligur sam­starvssáttmáli gjørdur, sigur Tórs­havnar Býráð. Nýggja tyrvingarplássið í Kvívík skal taka ímóti 8.000 – 10.000 rúmmetrum av ruski um árið TYRVING Bæði IRF og Tórshavnar Kommuna mugu fáa nýtt pláss at tyrva rusk á, men ístaðin fyri at gera hvør sítt tyrvingarpláss, fara tey at gera eitt í felag