Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. mars 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. mars 2018 · Nr. 27 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 - Eg hugsaði ooo my god, er tað nú, at eg ikki komi víðari? Er tað nú, at tað endar? So hugdi eg at pápa mínum, og sá á honum, at hann hugsaði: á nei, hvat hendir her? Tað var bara heilt svakt. Hjartað dukaði heilt svakliga, hart og eg var bangin fyri, at eg skuldi svíma. Eg kláraði slett ikki at skilja, hvat tað var sum hendi. Tað sigur hálvi føroyingurin Sigmund Tróndheim, ið fríggjakvøldið slapp víðari til næsta umfar í donsku X-factor kappingini Hallur av Rana hallur@sosialurin.fo Tað er ikki fremmant í X-factor søg­ uni, at luttakarar, ið verða mett at vera favorittar at vinna kappingina, brádliga eru í vanda fyri at vera sendir heim, og dramatikkurin var eisini í hásæti fríggjakvøldið, tá einans trý nøvn stóðu eftir á pallinum í DR-býnum, meðan vert­ urin tók sær góðar stundir at siga navnið á tí síðsta persóninum, ið hyggj­ararnir høvdu atkvøtt víðari. Hyggjarar kring danska konga­ ríkið hugdu við spenningi, meðan Sig­mund, Oliver og bólkurin Anne Mette & Tomas bíðaðu eftir at vita hvør teirra kom beinleiðis víðari til næsta umfar. Hini bæði máttu framføra einaferð aftrat fyri dómarunum, áðrenn teir tóku av­ gerð um hvør skuldi heim. – Eg hugsaði ooo my god, er tað nú, at eg ikki komi víðari? Er tað nú, at tað endar? So hugdi eg at pápa mínum, og sá á honum, at hann hugsaði: á nei, hvat hendir her? Tað var bara heilt svakt. Hjartað dukaði heilt svakliga hart, og eg var bangin fyri, at eg skuldi svíma. Eg kláraði slett ikki skilja, hvat tað var sum hendi. Men so fekk eg tíbetur boðini um, at hetta ikki var endin, sigur X-factor lut­tak­arin Sigmund Trond­heim um løt­una fríggja­ kvøldið, tá hann stóð einsamallur eftir á pall­inum saman við Oliver og Anne Mette & Tomas. Síðan 22 ára Sigmund Trond­ heim fyrstu ferð var at síggja til upp­tøkuroyndina til X-factor, hev­ ur hann verið millum favorittarnir til at vinna seinastu X-factor kapp­ ingina, ið Danmark Radio fram­leið­ ir. Tí hevði hann eisini verið bilsin, um ein av hinum luttakaranum kom víðari, meðan hann mátti aft­ ur út á pallin at framføra fyri at sann­føra dómararnar, um at geva hon­um ein nýggja kjans. – Eg hevði verið bilsin, um eg var í vandabólkinum. Tí tað er heilt sjúkt, hvussu nógv rós eg havi fingið og allir teir persónar, ið eru farin at fylgja mær á Instagram og You­tube. Eg havi veruliga kunna merkt, at eg havi verið ein av favoritt­unum at vinna, og at oddsini eru við mær. Eg hevði slett ikki skilt tað, um tað endaði í fríggja­kvøldið. Eg føli, at vit júst nú eru byrjaði av álvara, og eru um at taka tað upp á næsta støði, fara amokk og vísa hvat eg veruliga kann, sigur avgjørdi X-factor lut­ tak­arin, ið hesaferð slapp við hvøkk­in­um. Mín kjansur Sigmundur Trondheim er føddur og uppvaksin í Danmark og hevur búð meginpartin av lívinum í eini lítlari bygd í Vesturjútlandi, men er í løtuni í búsitandi í Aarhus. Mamm­an er donsk, men pápin er argja­maðurin Oddur Trondheim, ið sum tjúgu ára gamal flutti til Dan­ mark­ar og fann kærleikan. Sum við so nógvum øðrum føroyingum, merkti tað, at hann aldrin vendi heim aftur at búgva, men hevur familj­an so at siga vitja Føroyar á hvørj­um ári síðan. – Eg havi vitjað nógv í Føroyum, har eg havi ommu og abba á Argj­ um. So eg havi verið í Føroyum nær­um hvørt summar og onkuntíð eisini hildið jól í Rossagøtu á Argj­ um, sigur Sigmundur Poulsen. Í summar kunngjørdi Dan­mark Radio, at ársins X-factor kapp­ ing fór at vera tann síðsta, áðr­ enn Public Service miðilin steðg­ aði framleiðsluni av væl dámdu sangkappingini, ið hevur savnað danskarar framman fyri sjón­varp­ stól­unum síðstu tíggju árini. Fyri 22 ára gamla Sigmund Trond­heim merkti tað, at hetta var hans­ara síðsti kjansur at melda seg til X-factor og vísa dómarunum hvat hann kundi. – Eg elski at syngja og havi altíð fylgt við í X-factor. Av tí, at hetta var síðstu ferð, hugsaði eg, at hetta var mín síðsti kjansur, og at eg mátti taka hann. Lívið er so stutt, so man má taka av møguleikanum og ikki hugsa so nógv um hvat onnur halda, sigur Sigmundur Poulsen um av­gerðina at melda seg til donsku sang­kapp­ingina. Vil undirhalda At vinna X-factor er tó ikki tað ein­asta, ið liggur fremst í huga hjá HETTA VAR MÍN X-FACTOR