Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. mars 2018síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 5. mars 2018 · Nr. 27 hálva føroyinginum, ið nú fylgir í fótasporinum hjá føroyskum X-factor luttakarum sum Linda Andrews, Sveinur og Jógvan. Hóast hann gjarna vil vinna kappingina, so er hansara fremsta vón, at lut­ tøk­an kann lata nakrar dyr upp í fram­tíðini, ið kunna hjálpa honum at gera sínar dreymar til veruleika. Og tað hevur hon í ein ávísan mun longu gjørt. – Eg havi møtt so nógvum fan­ tastisk­um menniskjum, ið kenna røttu fólkini og eru dugnalig innan tón­leik og alt tað, ið eg gangi og droymi um til dagligt. Eg eri her fyri at møta fleiri menniskjum og fáa eina minnisríka uppliving, og vónin er einaferð í framtíðini at geva eina fløgu út. Men sjálvandi ætli eg eisini, at komi langt í kappingini. sigur Sigmund Trondheim. Tá nú fyrsta málið hjá 22 ára gamla X-factor luttakaranum ikki einans er at vinna kappingina, men held­ur at fáa samband við tey røttu fólk­ini, so er tað tí, at hann metir seg vera so nógv meira enn bara ein sangara. – Hetta er ein møguleiki at gera vart við mínar sosialar miðlar og ser­liga mína Youtube-rás. Tað er har eg eri kreativur og eri tann undir­haldarin, ið eg elski at vera. X-factor er ein góður pallur hjá mær at vísa hesa síðuna av mær, tí alt Dan­mark fylgir jú við í kappingini, greið­ir Sigmund Trondheim frá, ið metir at hann hevur fingið um­ leið 10.000 fylgjarar á Youtube, Insta­gram og Facebook síðan hann fyrstu ferð var at síggja í X-factor. Vil ikki setast í boks Sum hjá so nógvum øðrum børnum, so var barndómsdreymurin hjá 22 ára gamla X-factor luttakaranum at gerast ein stór poppstjørna. Men hóast tað í dag er nærri enn nakr­ an­tíð áður, so er hann við aldrinum vorðin eitt sindur meira varin við ynsk­inum. Sigmundur Trondheim er nevniliga ikki vísur í, um hann ynsk­ir at avmarkast til einans at syngja. – Tað er ein vansi við tí dreym­in­ um. Um man hyggur eftir teimum stóru, stóru stjørnunum, so eru nógv­ar ræðuligar søgur og lagnur um skuggasíðuna av at vera kend. Lívið sum poppstjørna er ikki altíð so feitt. Tí er at gerast ein stór popp­stjørna ikki longur mín einasti dreym­ur, tí eg trúgvi eg kann nógv meira enn tað. Eg vil ikki setast í eina boks, so fólk halda eg bara kann eitt ting, sigur Sigmundur og legg­ur afturat. – Mær dámar væl at framleiða You­tube-video, undirhalda, gera skemt, dansa, make-up og vera kreat­ivur. So nú er mín dreymur bara at eydnast í lívinum á ein ella ann­an hátt. Størsti dreymurin er at sleppa at flyta til USA og royna at búgva í Los Angeles. Og so droymi eg eisini um at finna kærleikan. Ja, eg havi nógvar dreymar. Gets my vision Vegleiðarin hjá Sigmundi Trond­ heim í X-factor er danska tónleika­ leg­endan Sanna Salomensen, ið á fyrsta sinni roynir seg sum dóm­ ara í kappingini. Tað kennist ikki á henni, at hon er nýggj, metir Sig­ mund Trondheim, ið einans hevur rós at bera henni. – Tað er fullkomiliga fantastiskt og mega, mega feitt at arbeiða við henni. Hon er so dugnalig, pro­fes­ sionel og kennir alt til hesa verðina, ið eg dyrki. She gets my vision, sum eg plagi at siga. Hon skilur virkuliga hvat tað er, mær dámar at gera sum dans­ari og sangari. Tí er tað so feitt at arbeiða saman við henni í staðin fyri Blachman ella Remee, sigur Sig­mund Trondheim. Tað er tó ikki bara sum dómari og vegleiðari, at Sigmund hevur latið seg imponera av donsku song­ kvinn­uni. – Hon hevur eina feministiska orku yvir sær, og er sjálvsikkur, reb­ elsk og ein rokkmamma. Men eisini reint persónliga eri eg bilsin av hvussu nógvan kærleika hon hevur til okkum luttakarar. Hon hevur eitt so stórt hjarta, og man følir, at hon veruliga vil hjálpa okkum, sig­ ur Sigmundur Trondheim. Fríggjakvøldið fara Sigmund og hini seks luttakararnir í X-factor aft­ur á pall, tá evnið Girlpower er á skránni. Til ber at fylgja við hvussu gongst hjá Sigmundi Trondheim og hinum X-factor luttakarunum á DR1. SÍÐSTI KJANSUR X-FACTOR