mánadagur 5. mars 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. mars 2018 · Nr. 27
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sandoyingar høvdu
sunnukvøldið stovnandi fund
av einum seyðahundafelag
fyri alla oynna, og felagið
fekk navnið Sandoyar
Seyðahundafelag.
Sandoy og Suðuroy dragna
Sambært yvirliti yvir
fyribilsskatt fyri
januar og februar í ár
var skattainntøkan
hjá Húsavíkar
kommunu heili 25,23
prosent lægri í ár enn
somu mánaðir í fjør
Vilmund Jacobsen
Í januar og februar í ár sviku skatta
inntøkurnar hjá øllum komm
unum í Sandoynni, um samanborið
verður við somu mánaðir í fjør.
Tað vísir nýggjasta fyribilsupp
gerðin hjá Taks.
Størstu minkingina í skattinum
hevur Húsavíkar kommuna, har
skattainntøkan fyrstu tveir mán
aðirnar í ár var heili 25,23 prosent
lægri enn somu mánaðir í fjør. Í
krónum er talan um 143.752.
Næst størsta minkingin er í
Skopunar kommunu - í krónum
289.547, sum svarar til 12,37 prosent.
Sands kommuna hevði eina
minking í prosentum á 4,85, sum
svarar til 108.485 krónur.
Millum kommunurnar í Sand
oynni stóð Skálavíkar kommuna
seg frægast við einari minking
fyrstu tveir mánaðirnar í ár á
4,20 prosent, sum svarar til 36.406
krónur.
Taka vit alla Sandoyar sýslu,
sum eisini fevnir um Skúvoyar
kommunu, minkaði skattainntøka
í Skúvoy heili 10,70 prosent.
Vit kunnu leggja aftrat, at Stóra
Dímun eisini er partur av Skúvoyar
kommunu.
Tað er bert í einari kommunu,
at minkingin í skattainntøkunum
fyrstu tveir mánaðirnar í ár er
størri enn í Húsavíkar kommunu,
og tað er í Fugloyar kommunu, har
minkingin var heili 37,54 prosent.
Samanlagt fyri allar Føroyar
vaks skattainntøkan í nevnda
tíðarskeiði við 2,56 prosentum.
Nevnast kann, at í øllum komm
unum í Eysturoy og Vágum vaks
inntøkan fyrstu tveir mánaðirnar
í ár.
Serliga var vøksturin stórur í
Sjóvar kommunu og Fuglafjarðar
kommunu, ávikavist 9,74 og 9,12
prosent.
Í Sørvágs kommunu var vøkst
urin 0,49 og í Vága kommunu 0,21
prosent.
At enda kunnu vit leggja aftrat,
at Tórshavnar kommuna hevði ein
skattavøkstur fyrstu tveir mán
aðirnar í ár á 3,79 prosent.
Hjálp í sorgini
Vilmund Jacobsen
Sorgbólkurin
hjá
Margret
Mortensen og Sigrun Held
arskarð,
psykoterapeutum,
byrjar aftur nú í mars, um nóg
nógv tekna seg og hava brúk
fyri hjálp.
- Vit ætla at hittast umleið
eina ferð um mánaðin ella fýra
ferðir fyri summarfrítíðina og
fýra kvøld í heyst. Bólkurin
er fyri teg, ið hevur mist ein
kæran og sum tørvar stuðul at
arbeiða við sorgini.
Í
sorgarbólkinum
hittir
tú fólk í somu støðu sum tú.
Summi koma nakrar mánaðir
eftir missin, og onnur koma ár
eftir missin.
- Tú fært hjálp til at fóta
tær aftur so við og við, og tú
fært eina vón um eitt lív við
meining, hóast tú hevur verið
fyri missi.
Margret Mortensen og Sigr
un Heldarskarð siga, at fólk,
sum liva við sorg og hava brúk
fyri stuðli, eru hjartaliga væl
komin at seta seg í samband
við tær.
- Vit hava havt sorgarbólkar
síðan 2012, og vit síggja, at tað
ger stóran mun at arbeiða við
sorgini og vera saman við fólki
í somu støðu, siga psykotera
peutarnir.
SKATTUR: Allar kommunurnar
í Suðuroy fingu minni skatt
í januar og februar í ár enn
somu mánaðir í fjør. Serliga
stór var minkingin í Hovs
kommunu, 14, 25 prosent.
Roynist ikki
Hesa vikuna koma bæði djúpvantstrolarar,
partrolarar og trolbátar inn at landa
Vilmund Jacobsen
Flestu
partrolarapør
eru
til
fiskiskap og koma inn at landa,
sum henda vikan gongur, men
trolfiskiskapurin roynist ikki í
løtuni.
Tríggir djúpvatnstrolarar eru
eisini til fiskiskap. Ein roynir eftir
toski og hýsu, og hinir báðir fiska
upsa.
Á
Fiskamarknaði
Føroya
vita
tey
at
siga,
at
tveir
djúpvatnstrolarar koma inn at
landa í dag, og hin triði kemur
miðskeiðis í vikuni.
Fríggjadagin
vóru
fimm
trolbátar til fiskiskap, og teir fáa
mest av toski og hýsu - og ein
fiskar havtasku.
Væntandi landa trolbátarnir
fyrst í hesi vikuni, men tann eini
landar helst ikki fyrr enn seinast
í vikuni.
-
Trý
garnaskip
eru
til
fiskiskap eftir svartkalva, og eitt
fiskar havtasku. Skipini, sum
fiska svartkalva, hava brúkiligan
fiskiskap og koma helst inn at
landa seinast í hesi vikuni, verður
lagt aftrat.
Minkingin í skattainntøkunum í Sandoynni kann best samanberast við gongdina í Suðuroy, har
allar kommunurnar í oynni eisini fingu minni inn í skatti fyrstu tveir mánaðirnar í ár
Fiskiskapurin hjá partrolarum roynist ikki í løtuni Mynd: TJ-myndir