mánadagur 5. mars 2018síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Fríggjadagur 5. mars 2018 · Nr. 27
113 ár síðani Marius Johannesen varð føddur
Marius Theophilus Johannesen róptur Marius á Háskúlanum var føddur hendan dagin, 5. mars, í
1905 í Funningi. Hann doyði 16. juli 1986 í Tórshavn. Marius var lærari, politikari, rithøvundur og
ritstjóri. Var til skips sum ungur, tók læraraprógv í 1926. Sama ár í starv sum lærari í Mikladali og
á Trøllanesi. Í 1953 tók hann við sum háskúlastjóri á Føroya fólkaháskúla til hann fór frá fyri aldur
í 1970. Hann var formaður í Lærarafelagnum frá 1942-53, stjórnaði Skúlablaðnum frá 1942-67.
Valdur á ting fyri Sjálvstýrisflokkin frá 1958-66 og var blaðstjóri á Tingakrossi drúgt áramál.
Adaløs Petersen,
vanliga nevnd Ada,
ættað av Sandi, andaðis
fríggjakvøldið 2. mars
á Landssjúkrahúsinum,
94 ára gomul.
Manfinn Thomassen,
ættaður úr Miðvági,
andaðist í heiminum
í Middelfart 3. mars,
54 ára gamal.
Jacob Ejdesgaard,
Froðba andaðist á
Suðuroyar Sjúkrahúsi
hósdagin 1. mars,
80 ára gamal.
Jákup Marnar Klein,
Klaksvík andaðist
umborð á Topaz Am
ani týsdagin 27. febr
uar, 62 ára gamal.
Elsebeth Margretha
Ryggstein, ættað úr
Skopun, búsitandi í
Íslandi, andaðist 24.
februar, 92 ára gomul.
Janus Sørensen,
Húsavík, andaðist 1.
mars, 84 ára gamal.
Helga Jacobsen, Sørvági,
andaðist týsmorgunin
27. februar, 96 ára gomul.
Elsa Agnethe Blicher
Christiansen, andaðist
í heiminum leygardagin
24. februar, 90 ára gomul
Kathrina Johannesen,
Sandvík, vanliga nevnd
Kathrina á Hólum, and
aðist á sambýlinum í
Hvalba, sunnudagin 25.
februar, 91 ára gomul.
Roland Roest, búsitandi
í Riehen Basel, and
aðist leygarnáttina
68 ára gamal.
Andlát
Annika Bech er ársins álitisfólk
Starvsmannafelagið
hevur valt Anniku Bech
til ársins álitisfólk 2018.
Tað varð kunngjørt á
aðalfundi í felagnum í
Smæruni leygardagin
Starvsmannafelagið hevur
valt Anniku Bech til ársins
álitisfólk 2018. Tað varð
kunngjørt á aðalfundi í
felagnum í Smæruni leyg
ardagin. Annika Bech er úr
Havn. Seinastu góðu tíggju
árini
hevur
hon
starv
ast á Ellisheiminum hjá
Tórshavnar kommunu við
Rættará, og hon hevur verið
álitisfólk seinastu fýra árini.
Í grundgevingini fyri at velja
Anniku Bech til ársins álitis
fólk verður sagt:
Annika hevur í virki sín
um sum álitisfólk, samvitsk
ufult og ábyrdarfult røkt
starvið og hevur áhaldandi
talað søk starvsfólkanna.
Hon hevur gjøgnum yrki
sítt stríðst fyri rættindum
hjá starvsfeløgum sínum,
samstundis sum hon hevur
vakt ans, áhuga og virðing
fyri álitisfólkaskipanini.
Tær hava verið sjúkrasystrar í 45 ár
Tað eru nú liðin 45 ár síð
ani, at hesar fittu, ungu
genturnar vóru klaktar
sjúkrasystrar. Útbúgv
ingin byrjaði 4. august
1969 á háskúlanum, og
vóru vit 18 í tali, tá vit
byrjaðu og 14 í tali, tá
vit vórðu útlærdar
Nógv og góð eru minnini frá
forskúlatíðini, tá vit ungar
og fullar av dreymum um
lívið frammanfyri, gleddu
okkum til at nema kunnleika
til hetta yrki, sum vit høvdu
valt. Spennandi var, tá vit
skuldu møta á deildunum,
íklæddar stríputum bláum
og hvítum bummulsbúnum
við flipp og sloyfu, fyriklæð
og kappa. Har lærdu vit tað
praktiska arbeiði í sjúkra
røktini, og at hava umsorgan
fyri sjúklingunum, sum vit
bert høvdu lisið um, men
nú skuldu læra at røkta.
Vit lærdu “teori og praksis”
– hond í hond saman við
ábyrgd.
Vit vóru teir fyrstu næm
ingarnir, sum í 1970 fluttu inn
á B75 at búgva.
Køkurin var hjartað, har
vit terpaðu saman, tað verði
seg medisin, kirurgi, infek
tiónspatologi og nógvar aðr
ar lærugreinar.
Teir seinastu 8 mánaðir
nar gekk leiðin til Danmark
ar, har vit tóku psykiatri á
Nykøbing Sjælland, barna
sjúkur og oyra/ næsa og háls
á Sundby Hospital. Síðani
komu vit heim aftur og tóku
tað endaliga prógvið.
Alt hetta sjóvaði okkum
saman, og hava vit nógvar
glaðar og ógloymandi løtur
saman, sum nú eru dýrabar
minni, vit goyma í huganum.
Tað er við sorgblídni, vit
hyggja at myndini. Allar so
ymiskar av lyndi og lagnur
nar so ymiskar.
Allar upplivað lívið við tí
viðráki og mótráki, sum lívið
nú eina ferð hevur at bjóða.
Tvær eru tíverri ikki ímillum
okkum meira og minnast vit
tær við sakni.
Nógv er broytt í gjøgn
um árini. Kappin fór í søg
una.
Heitið
sjúkrasystir
bleiv broytt til sjúkrarøkt
arfrøðing.
Teldurnar
eru
eisini blivnar ein partur
av dagligdegnum. Vit hava
upplivað nógvar broytingar,
sum hava verið í kjalarvørr
inum av tíðini, sum vit hava
livað í.
Tað, at kenna tykkum
hevur gjørt mítt lív nógv rík
ari. Við hesum vil eg ynskja
okkum øllum tillukku við
degnum og Harrans ríku
signing í tíðini, sum kemur.
Heilsan Maria í
Ullvøruhúsinum
Eingin er sum
Vegghamar
Í gjár lat framsýning
við listaverkum eftir
Arnold Vegghamar
upp í Gamla Seglhúsi
í Klaksvík. Stívliga
30 málningar eru
á framsýningini,
sum hongur upp
allan mars mánað
Viðoyingurin
Arnold
Vegghamar er farin um
áttati ár, og hann er
framvegis sera virkin
við sínari málningalist.
Vegghamar hevur ser
merktan stíl, og Helgi
Fossádal, sum helt røðu
til ferniseringina, segði,
at Vegghamar er púra
sín egin í føroyskari list.
Arnold Vegghamar,
sum er sjálvlærdur lista
maður, málar náttúruna
á Viðareiði, stílurin er
lutvíst naivistiskur, og
litirnir eru ofta sterkir.
Tú ivast ikki í, hvør
hevur málað, tá ið tú
sært eitt verk hjá Vegg
hamar.
NØVN
Send hugskot, myndir, greinar
ella annað til novn@sos.fo
Sjúkrasystrarnar, sum tóku prógv á Sjúkrasystraskúla Føroya í 1973. Aftast frá vinstru: Elsupa (Petersen) Hansen, Sólgerð
(Jacobsen) Mortensen (deyð 1996), Esmi (Jacobsen) Olsen, Sólva Patursson (lærari), Poula Poulsen (lærari) Esther Thomsen
(lærari), Rutt (Poulsen) Mikkelsen, Kristianna (Olsen) Michelsen, Jóngerð (Joensen) Poulsen, Maria Andreassen Hentze. Fremst
frá vinstru: Poulina Jacobsen (deyð 1993), Anna (Joensen) Dánjalsdóttir, Anna Maria (Jacobsen)Sørensen, Kirstin (Jacobsen)
Jensen, Marita (Mohr) á Ryggi, Hildur (Bendtsen) við Høgadalsá, Ása (Jørgensen) Djurhuus