Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. mars 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. mars 2018 · Nr. 27 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sandoyingar høvdu sunnukvøldið stovnandi fund av einum seyðahundafelag fyri alla oynna, og felagið fekk navnið Sandoyar Seyðahundafelag. Sandoy og Suðuroy dragna Sambært yvirliti yvir fyribilsskatt fyri januar og februar í ár var skattainntøkan hjá Húsavíkar kommunu heili 25,23 prosent lægri í ár enn somu mánaðir í fjør Vilmund Jacobsen Í januar og februar í ár sviku skatta­ inntøkurnar hjá øllum komm­ unum í Sandoynni, um samanborið verður við somu mánaðir í fjør. Tað vísir nýggjasta fyribils­upp­ gerðin hjá Taks. Størstu minkingina í skattinum hevur Húsavíkar kommuna, har skattainntøkan fyrstu tveir mán­ aðirnar í ár var heili 25,23 prosent lægri enn somu mánaðir í fjør. Í krónum er talan um 143.752. Næst størsta minkingin er í Skopunar kommunu - í krónum 289.547, sum svarar til 12,37 prosent. Sands kommuna hevði eina minking í prosentum á 4,85, sum svarar til 108.485 krónur. Millum kommunurnar í Sand­ oynni stóð Skálavíkar kommuna seg frægast við einari minking fyrstu tveir mánaðirnar í ár á 4,20 prosent, sum svarar til 36.406 krónur. Taka vit alla Sandoyar sýslu, sum eisini fevnir um Skúvoyar kommunu, minkaði skattainntøka í Skúvoy heili 10,70 prosent. Vit kunnu leggja aftrat, at Stóra Dímun eisini er partur av Skúvoyar kommunu. Tað er bert í einari kommunu, at minkingin í skattainntøkunum fyrstu tveir mánaðirnar í ár er størri enn í Húsavíkar kommunu, og tað er í Fugloyar kommunu, har minkingin var heili 37,54 prosent. Samanlagt fyri allar Føroyar vaks skattainntøkan í nevnda tíðarskeiði við 2,56 prosentum. Nevnast kann, at í øllum komm­ unum í Eysturoy og Vágum vaks inntøkan fyrstu tveir mánaðirnar í ár. Serliga var vøksturin stórur í Sjóvar kommunu og Fuglafjarðar komm­unu, ávikavist 9,74 og 9,12 prosent. Í Sørvágs kommunu var vøkst­ urin 0,49 og í Vága kommunu 0,21 prosent. At enda kunnu vit leggja aftrat, at Tórshavnar kommuna hevði ein skattavøkstur fyrstu tveir mán­ aðirnar í ár á 3,79 prosent. Hjálp í sorgini Vilmund Jacobsen Sorgbólkurin hjá Margr­et Mortensen og Sigr­un Held­ ar­skarð, psyko­tera­peut­um, byrj­ar aftur nú í mars, um nóg nógv tekna seg og hava brúk fyri hjálp. - Vit ætla at hittast umleið eina ferð um mánaðin ella fýra ferðir fyri summarfrítíðina og fýra kvøld í heyst. Bólkurin er fyri teg, ið hevur mist ein kæran og sum tørvar stuðul at arbeiða við sorgini. Í sorgarbólkinum hittir tú fólk í somu støðu sum tú. Summi koma nakrar mánaðir eftir missin, og onnur koma ár eftir missin. - Tú fært hjálp til at fóta tær aftur so við og við, og tú fært eina vón um eitt lív við meining, hóast tú hevur verið fyri missi. Margret Mortensen og Sigr­ un Heldarskarð siga, at fólk, sum liva við sorg og hava brúk fyri stuðli, eru hjartaliga væl­ kom­in at seta seg í samband við tær. - Vit hava havt sorgarbólkar síðan 2012, og vit síggja, at tað ger stóran mun at arbeiða við sorgini og vera saman við fólki í somu støðu, siga psyko­tera­ peut­arnir. SKATTUR: Allar kommunurnar í Suðuroy fingu minni skatt í januar og februar í ár enn somu mánaðir í fjør. Serliga stór var minkingin í Hovs kommunu, 14, 25 prosent. Roynist ikki Hesa vikuna koma bæði djúpvantstrolarar, partrolarar og trolbátar inn at landa Vilmund Jacobsen Flestu partrolarapør eru til fiskiskap og koma inn at landa, sum henda vikan gongur, men trolfiskiskapurin roynist ikki í løtuni. Tríggir djúpvatnstrolarar eru eisini til fiskiskap. Ein roynir eftir toski og hýsu, og hinir báðir fiska upsa. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tveir djúpvatnstrolarar koma inn at landa í dag, og hin triði kemur miðskeiðis í vikuni. Fríggjadagin vóru fimm trolbátar til fiskiskap, og teir fáa mest av toski og hýsu - og ein fiskar havtasku. Væntandi landa trolbátarnir fyrst í hesi vikuni, men tann eini landar helst ikki fyrr enn seinast í vikuni. - Trý garnaskip eru til fiskiskap eftir svartkalva, og eitt fiskar havtasku. Skipini, sum fiska svartkalva, hava brúkiligan fiskiskap og koma helst inn at landa seinast í hesi vikuni, verður lagt aftrat. Minkingin í skattainntøkunum í Sandoynni kann best samanberast við gongdina í Suðuroy, har allar kommunurnar í oynni eisini fingu minni inn í skatti fyrstu tveir mánaðirnar í ár Fiskiskapurin hjá partrolarum roynist ikki í løtuni Mynd: TJ-myndir