mánadagur 5. mars 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 5. mars 2018 · Nr. 27
Tað var ein vøkur
løta, tá móttøka um
vikuskiftið var í
Umsorganarheiminum
Gloria í Klaksvík, har
fyrstu búfólkini flyta
inn í dag.
Orkusparandi
ljós í Vágs
kommunu
Vágs kommuna arbeiðir við
at skifta vanligu gøtuljósini í
kommununi út við led, sum bæði
lýsa betri og eru orkuskarandi
Vilmund Jacobsen
Vágs
kommuna
hevur
seinasta árið arbeitt miðvíst
við at skifta gøtuljósini í
kommununi
frá
vanligu
gøtuljósunum til led-ljós.
- Sum liður í hesum ar
beiði eru gøtuljósini vestur á
Eiði nú skift.
Dennis Holm, borgarstjóri
í Vágs kommunu, sigur, at
tað at gøtuljósini vestur á
Eiði og á parkeringsøkinum
við Vágs Høll nú eru skift,
merkir, at væl betri ljós nú er
á hesum teininum og á park
eringsøkinum á Eiðinum.
- Umframt at led-ljósini
geva betur ljós, er tað eisini
ein munandi orkusparing við
at skifta til led í mun til van
ligu gøtuljósini.
Dennis Holm sigur, at
Vágs kommuna hevur rað
fest
orkusparandi
partin
seinastu árini, og soleiðis er
skiftið til led eisini ein liður
í hesum.
Vilt fyri
villan prís
Vilmund Jacobsen
Fyritøkan Villigott er
eitt felag, sum virkar og
handlar siðbundnar vørur
millum Føroyar, Ísland,
Grønland og Noreg.
Sambært felagnum
sjálvum fevnir vøruúrvalið
eitt nú um sjófugl, villgæs,
reinsdjór, oksa, lamb,
hest, hval og fiskavørur.
- Nógvar av hesum vørum
eru ringar at fáa hendur á
hjá vanligum fólki, hóast
eftirspurningurin altíð
hevur verið har. Tað er
sera trupult við loyvum
og heilsufrøðiligum
krøvum, men Villigott
hevur øll neyðug loyvi
og fylgir heilsufrøðiligu
krøvunum í londunum.
Tað sigur Villigott, sum
í løtuni lýsir við, at tey
hava fingið eina sending
av skrædlaðum álkum,
sum tey selja fyri 145
krónur stk., og tey hava
eisini nakrar heilar
álkur, sum tey selja
fyri 125 krónur stk.
Síðsta heyst lýsti Villigott
eisini við, at tey høvdu 13
royttar lundar, sum tey
seldu fyri 145 krónur stk.
Tankin hjá Villigott er
at gera tað møguligt hjá
vanligum fólki at fáa
fatur á hesum vørum.
- Vit stuðla undir
siðbundnar matvanar í
londunum og vilja eisini
virka fyri at menna
nýggjar vørur úr hesum
tilfeingi. Hetta styrkir
samstundis mentanarligu
fatanina millum londini.
Villigott leggur seg eftir
at brúka náttúrutilfeingið
á burðardyggum
grundarlagi og vil stuðla
teimum fólkum, ið dagliga
liva av hesum tilfeingi.
Heilsudepilin við
Skálafjørðin boðar
nú frá, at depilin
letur upp nýggja
heimasíðu, eins og
kunngjørt verður,
hvørji nýggju
telefonnumrini hjá
kommunulæknunum
í læknadøminum
eru.
Bátar við snellu
fáa nógvan fisk
- Tað eru nógvir snellubátar norðan fyri, og
fiskiskapurin er góður. Tað siga tey á Fiska
marknaði Føroya, sum annars vita um
gongdina hjá húkaflotanum at siga
Vilmund Jacobsen
Fimm ísfiskalínuskip hava
seinastu dagarnar fiskað í
íslendskum sjógvi og vænt
andi landa fýra av hesum
skipum heima í Føroyum í
dag.
Skipini
undan
Íslandi
hava mest av toski, hýsu,
longu og brosmu.
Hitt fimmta ísfiskalínu
skipið í íslendskum sjógvi er
nýliga byrjað túr.
Fýra frystilínuskip fiska
eisini í íslendskum sjógvi í
løtuni.
Tvey ísfiskalínuskip, sum
seinastu
dagarnar
hava
fiskað undir Føroyum, landa
ætlandi eisini í dag og tvey
onnur ísfiskalínuskip, sum
eisini eru undir Føroyum,
koma væntandi inn at landa
seinni í hesi vikuni.
Línuskipini,
sum
eru
undir Føroyum, fáa mest av
toski, hýsu, longu og brosmu.
Sambært Fiskamarknaði
Føroya er tískil væntandi, at
ikki færri enn seks línuskip
leggja veiðina upp í dag, fýra
undan Íslandi og tvey undan
Føroyum.
Góður várróður
Um
útlitini
til
útróður
hesa vikuna verður sagt, at
streymurin verður harður,
men veðrið verður gott,
serliga fyrst í vikuni.
- Tað eru nógvir snellu
bátar norðan fyri, og fiski
skapurin er góður. Hinvegin
er fiskiskapurin hjá útróðr
arbátum, sum royna við
línu, smáligur í løtuni, vita
tey á Fiskamarknaði Føroya
at siga.
Í fjør vár royndist várróðurin væl betur enn nøkur undanfarin ár, og
vónir eru um, at várróðurin fer at roynast upp aftur betur í ár