mánadagur 5. mars 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. mars 2018 · Nr. 27
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FISKIVINNA
Torført at semjast
um veiðugjaldið
Aftur í morgin er fundur í vinnunevndini um
veiðugjaldið – enn er ongin semja funnin
Árni Gregersen
Lógin um fyrisiting av sjófeingi
inniheldur eisini ein fígjarligan
part, sum skal samtykkjast í aðrari
lóg um veiðugjald.,
Hendan lógin skal áseta, hvussu
fiskivinnan skal gjalda fyri tey
rættindi hon hevur til sjófeingi í
føroyskum sjógvi og fyri altjóða
kvotur, sum føroysk skip hava.
Lógin um veiðugjald var til 1.
viðgerð í Løgtinginum og var hað
ani beind í vinnunevndina.
Vinnunevndin hevur viðgjørt
málið fleiri ferðir og fingið longda
freist til viðgerðina, men enn er
ionki álit komið frá nevndini.
Grundleggjandi eru inntøkurnar
fyri rættindini ein partur av fíggj
arlógini, men so leingi málið liggur
í vinnunevndini koma ongar inn
tøkur gjøgnum hesa lógina í lands
kassan.
Hinvegin hevur tað ikki so
stóran týdning, tí ein fyribils lóg
er galdandi, so landskassin fær
inntøkur eftir tí lógini. Tað ger, at
veruligi trupulleikin í hesum málin
um ikki hevur altavgerandi týdning
fyri landsins inntøkur.
Ein orsøk til hetta er, at inn
tøkurnar í fiskivinnuni ikii vóru
so ógvusligar í 2017, sum tær vóru
í 2016. Eftir lógaruppskotinum, so
skulu roknskapir fyri 2017 vera
grundarlag undir fyrstu gjøldunum
eftir lógini um vinnugjald.
Broytingar
Vinnunevndin hevur arbeitt við
málinum og møguliga eru broyt
ingar á veg.
Serliga Føroya Reiðarafelag hev
ur gjørt vart við, at tað er torført at
brúka tað sum er skotið upp, tí tá
fer veiðugjaldið og tað, sum skal
gjaldast at strekkja seg yvir trý ár.
Í fyrsta føri eru tað roknskapir
fyri 2017, sum avgera, hvat gjaldast
skal í 2019. Hetta halda reiðarar
er ov long tið, tí alt kann broytast
uppá hesa tíðina.
Tey vísa millum annað til munin
á nøgdum og prísum millum 2016 og
2017.
Aðrar broytingar eru eisini
møguligar.
Stóri trupulleikin í nevndini er
reelt at finna eina politiska semju
um, hvussu lógin skal síggja út. Tað
er ikki greitt enn um semja er mill
um samgongufólkini um lógina.
Sum skilst er torført at vita um
Javnaðarflokkurin stenur saman
við restini av samgonguni um
málið.
Og tá ið hetta framvegis er iva
samt, so er torført at gera nakra av
talu við andstøðuna at taka undir
við uppskotinum um veiðugjald.
Sambandsflokkurin kann vera
áhugaður í at gera eina semju, men
vanligt er, at tá ið andstøðuflokkar
stuðla einari samgongu í at fáa eitt
mál ígjøgnum, so er minsta kravið,
at andstøðan sjálva tekur heil
hjartað undir við málinum.
Sum eygleiðari er torført at siga,
hvør tað er sum ikki tekur undir
við málinum í Javnaðarflokkinum,
men tað ger tað torført at arbeiða
í nevndini, tá ið hon ikki framm
anundan fær at vita frá Kristin
Michelsen, um hann tekur undir
við málinum.
Kristin Michelsen hevur boðað
Aksel V. Johannesen, formanni í
Javnaðarflokkinum frá, at hann
ikki longur kennir seg bundan at
atkvøða tað sama sum Javnaðar
flokkurin.
Hendan fráboðanin kom frá
Kristin Michelsen eftir at Javn
aðarflokkurin á Tvøroyri kravdi,
at nevndirnar skuldu veljast um
aftur og limirnir hjá flokkinum
í býráðnum á Tvøroyri gjørdu
nýggja samgongu, so borgarstjórin
situr í minniluta.
Hendan støðan ger, at samgong
an í tinginum ikki alla tíðina kann
kenna seg vissan í at hava meirlut
an, tí Kristin Michelsen ikki í ein
støkum málum, vil geva støðu sína
til kennar.
Vinnunevndin hevur fund í
morgin, men hóast tað er torført at
fáa nakran at vátta tað, so er størsti
trupulleikin hjá samgonguni at
tryggja, at tey 17 taka undir við lóg
aruppskotinum og møguligu broyt
ingunum.
Hendir tað, so kann andstøðan
eisini fyri ein stóran part taka und
ir við uppskotinum, undantikið
Fólkaflokkurin.
Enn er ikki greitt um lógin um veiðugjald fær undirtøku í allari samgonguni.
Kristin Michelsen hevur boðað frá, at hann ikki kennir seg
bundan at atkvøða tað sama sum Javnaðarflokkurin.
Aksel V. Johannesen veit ikki , hvat Kristin Michelsen fer at atkvøða í einstøku førunum.