mánadagur 5. mars 2018síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 5. mars 2018 · Nr. 27
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fíggjarmálaráðið søkir eftir løgfrøðingi til
setan skjótast tilber. Ert tú tann, vit leita eftir,
so hava vit eitt avbjóðandi og spennandi
starv, har uppgávurnar krevja royndir,
fakligan førleika og áhuga fyri økinum, sum
ráðið varðar av.
Sum løgfrøðingur í Fíggjarmálaráðnum
sleppur tú at brúka tína løgfrøðiligu vitan til
at ráðgeva stjórnarráðum og leiðslum hjá
landsins stovnum í arbeiðs- og setanarrættar-
ligum spurningum, umframt at luttaka í
lógararbeiði innan tey øki, sum ráðið varðar
av. Tú kemur at tulka sáttmálar, luttaka í
rættarmálum og gerðarættarmálum. Eisini
fært tú góðar møguleikar fyri menning.
Høvuðsuppgávurnar eru at:
• ráðgeva og málsviðgera í starvsfólka rættar-
ligum spurningum
• Verða við í lógararbeiði innan virkisøkini
hjá Fíggjarmálarráðnum
• viðgera ósemjur millum sáttmálapartar,
herundir at fyrireika og verða við í rættar-
og gerðarrættarmálum
• tryggja holla vegleiðing og kunning um
starvsfólkaviðurskifti á heimasíðu okkara
• Verða við, eftir tørvi, í sáttmálasamráð ing-
um hjá landinum
Vit søkja eftir einum, sum er útbúgvin
løg frøðingur, hevur vitan um almenna
fyri siting og hevur áhuga fyri starvsfólka- og
arbeiðsrætti. Vit vænta, at tú sum persónur:
• er semjusøkjandi
• hevur góðar samskiftisførleikar, bæði
munnliga og skrivliga
• megnar at arbeiða undir trýsti og
• dugir at hava fleiri bóltar í luftini í senn
Setanarviðurskifti:
Starvið verður lønt eftir útbúgving og
royndum eftir sáttmála við BLF.
Umsókn:
Umsókn við upplýsingum um útbúgving,
lívsrensl og møgulig viðmæli skulu stílast til
Jan Mortensen, lønarstjóra í Fíggjarmála-
ráðnum, og skulu sendast til:
Fíggjarmálaráðið
Tinganes, Postrúm 2039,
FO-110 Tórshavn
Umsóknin kann eisini sendast umvegis
teldupost til: jan@fmr.fo
Umsóknin skal vera okkum í hendi í
seinasta lagi 8. mars 2018 kl. 16.00. Starvið
verður sett skjótast møguligt eftir nærri
avtalu. Allar umsóknir verða viðgjørdar í
trúnaði.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til
Jan Mortensen, lønarstjóra á tlf. 35 20 20 ella
55 20 00.
Um ráðið:
Fíggjarmálaráðið fyriskipar landsins
búskaparstýring og skapar grundarlag
fyri, at lands fyrisitingin greiðir sínar
uppgávur væl búskapar liga.
Høvuðsarbeiðs økini hjá Fíggjar málar-
ráðnum eru: Búskaparmál, Fíggjarmál,
Lønar- og starvsfólka mál og Skattamál.
Kristina Háfoss er landsstýriskvinna í
fíggjarmál um og í ráðnum starvast 14
fólk. Ráðið heldur til úti í Tinganesi.
Les nærri á www.fmr.fo
LØGFRØÐING
TIL FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ
Fíggjarmálaráðið, Tinganes
Postrúm 2039
FO-100 Tórshavn
Tlf: +298 35 20 20
fmr@fmr.fo
www.fmr.fo
STARVSLÝSING
Dagsskrá
1. Frágreiðing frá nevndini um virki felagsins í farna ári.
2. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar.
3. Avgerð um nýtslu av yvirskoti sambært góðkenda roknskapinum.
4. Fráboðan frá Suðuroyargrunninum viðvíkjandi rætti grunsins at tilnevna ein nevndarlim
sambært § 14.
Suðuroyargrunnurin hevur boðað frá, at hann fer at tilnevna Hannu O. Nielsen, bankakvinna,
hjálparfólk (økisdepilin fyri sinnisveik), Gjógvarávegur 14, 900 Vágur, sum nevndarlim.
5. Val av nevndarlimum.
Gudfinn Øystein Olsen stendur fyri vali sambært § 14, stk. 2, og § 21, stk. 4, í viðtøkunum.
Nevndin mælir til, at Gudfinn Øystein Olsen verður afturvaldur.
6. Val av grannskoðan.
Nevndin mælir til afturval av verandi uttanhýsis grannskoðara, Sp/f Numo, løggilt
grannskoðaravirki.
7. Uppskot frá nevndini:
a. Nevndarsamsýning 2018:
Nevndin mælir til, at samsýningin til nevndarlimir felagsins verður óbroytt galdandi fyri
2018 soleiðis, at aðalfundurin viðtekur at samsýningin til nevndarlimir felagsins fyri
2018 verður latin samsvarandi samsýningarpolitikki felagsins frá apríl 2013, við støði í
hesum:
Grundsamsýning: 50.000 kr.
Nevndarformaður: 2 x grundsamsýning
Næstformaður: 1,5 x grundsamsýning
Aðrir nevndarlimir: 1 x grundsamsýning
Fyri eykaarbeiði, í grannskoðanarbólkinum ella serligar nógvar nevndarfundir, kann veitast
ein eykasamsýning.
b. Kapitalur og partabrøv, uppskot um at broyta § 3, stk. 1 og 2, í viðtøkum felagsins:
Nevndin skjýtur upp at seta inn hesa nýggju orðing í § 3, stk. 1: ”… kontantum inngjaldi
til marknaðarkurs, …”, at broyta ”31. januar 2018” til ”31. januar 2023” í § 3, stk. 1, og
at broyta ”31. januar 2021” til ”31. januar 2023” í § 3, stk. 2, soleiðis, at § 3, stk. 1 og 2,
verða soljóðandi:
“Stk. 1. Nevndini er heimilað, í tíðarskeiðinum fram til 31. januar 2023, at hækka
partapeningin - í einum ella fleiri umførum - við samanlagt kr. 20.000.000,00.
Hækkingin kann fara fram uttan fortekningsrætt fyri partaeigarar felagsins, um so er, at
hækkingin fer fram við kontantum inngjaldi til marknaðarkurs, umlegging av skuld, ella
sum viðurlag fyri yvirtøku felagsins av øðrum fyritøkum, ella ávísum ognarvirðum til eitt
virði, ið mótsvarar virðinum á teimum útgivnu partabrøvunum. Undantikið hesum hava
partaeigarar felagsins fortekningsrætt til tekning av nýggjum partabrøvum.
Stk. 2. Umframt hækkingina sambært § 3, stk. 1, er nevndini heimilað, í tíðarskeiðinum
fram til 31. januar 2023, at hækka partapeningin – í einum ella fleiri umførum – við
samanlagt kr. 20.000.000,00. Partaeigarar felagsins skulu hava fortekningsrætt.”
Til at viðtaka uppskot b krevst sambært § 106, stk. 1, í vinnufelagslógini og § 13, stk.
2, í viðtøkunum, at uppskotið verður viðtikið við í minsta lagi 2/3 av bæði greiddum
atkvøðum og tí á aðalfundinum samlaða umboðaða partapeninginum, eisini partabrøv
omanfyri ognaravmarkingini í § 5 í viðtøkunum.
8. Ymiskt
Fyri at hava rætt til at møta á aðalfundinum skulu partaeigarar, fólk við fulltrú og umboð
fyri fjølmiðlar í seinasta lagi fríggjadagin 16. mars 2018 hava boðað felagnum frá luttøku á
deildum felagsins í Vági ella í Tórshavn.
Rætturin hjá einstøku partaeigarum felagsins til at luttaka á aðalfundinum og at greiða
atkvøðu verður ásettur í mun til tey partabrøv, sum viðkomandi partaeigarar eiga mikudagin
14. mars 2018.
Um so er, at tygum ikki kunnu luttaka á aðalfundinum, hava tygum møguleika at geva
skrivliga fulltrú. Fulltrúarskjal er at finna á www.ss.fo og í deildum felagsins.
Skjal at nýta í samband við møguliga brævatkvøðu er at finna á www.ss.fo og í deildum
felagsins. Um so er, at tygum ynskja at geva brævatkvøðu skal brævatkvøðuskjalið vera
móttikið á høvuðsskrivstovu felagsins í seinasta lagi mikudagin 21. mars 2018
kl. 13.00.
Grannskoðaða ársfrásøgnin kemur saman við dagsskrá við fullfíggjaðum uppskotum at liggja
frammi á høvuðsskrivstovu felagsins í Vági í seinasta lagi 2 vikur fyri aðalfundin.
Vágur, tann 22. februar 2018
NEVNDIN
Ársaðalfundur
í P/F Suðuroyar Sparikassa
Boðað verður við hesum til ársaðalfundar í P/F Suðuroyar Sparikassa
mikudagin 21. mars 2018 kl. 16.00 á høvuðsskrivstovuni hjá
P/F Suðuroyar Sparikassa, Vágsvegur 60, Vágur.
ANNIJANNI