Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. mars 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 5. mars 2018 · Nr. 27 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD Kvinnurnar hjá Fleyr eru ikki til at steðga. Hesaferð bleiv tað til kravsigur ímóti SÍ. Kvinnulandsliðið í hondbólti er úttikið, og so er spenningur í talvi Pætur Albinus FÓTBÓLTUR 07 Vestur hevur skrivað undir sáttmála við tveir nýggjar útlendingar. Tann eini er 27 ára gamli Kyrylo Silich, sum bæði hevur roynst á vonginum, í álopinum og sum framrættaður miðvallari. Hann hevur seinast spælt við Jonava í bestu deildini í Litava, og hann hevur eisini spælt í Lettlandi, Estland og heimlandinum, Ukreina. Hin er 26 ára gamli serbiski leikarin, Nikola Krcmarevic, ið kemur til 07 Vestur úr svenska felagnum, Syrianska FC. Nikola Krcmarevic hevur undan tí eisini royndir úr grikskum og serbiskum fótbólti, umframt at hann er skrásettur fyri sjey U19 landsdystir fyri Serbia. FLOGBÓLTUR Menninir hjá ÍF halda fram við at stevna beint ímóti FM-finaluni. Tað er greitt, nú tveir dystir hava verið í meistaradeildini um vikuskiftið. ÍF var legyardagin og vitjaði nærmastu kappingarneytarnar, Mjølnir, og ÍF fekk ein 3-1-sigur við sær úr aftur Klaksvík. Talan var um ein tættan dystin, har settúrslitini vóru 25-22, 14-25, 23-25, 24-26. Øðrvísi lítið tætt var tað í Gundadalshøllini í Havn, har heimaliðið, Fleyr, vann knúsandi 3-0-sigur ímóti SÍ. Settúrslitini vóru 25-15, 25-9, 25- 8. Mjølnir og Fleyr eru í hørðum dysti um at sleppa við ÍF í FM- finaluna. Í løtuni er Mjølnir tvey stig frammanfyri Fleyr, og hevur harafturat spælt ein dyst færri. Í meistaradeildini hjá kvinnum hava somuleiðis tveir dystir verið hetta vikuskiftið. Nýklaktu steypavinnararnir úr Fleyr vunnu áttanda sigurin á rað við 3-1-kravsigri heima ímóti SÍ. Settúrslitini vóru 25-21, 25-20, 22-25, 25-23. Í høllini á Giljanesi var sannur gysari ímillum Drátt og TB, og her var tað TB, ið streyk avstað við einum 3-2-sigri við ongum minni enn 22-20 í fimta og avgerandi setti. Fleyr er langtsíðani farið frá hinum, og í løtuni kappast serliga KÍF og Mjølnir um at fáa seinna plássið í FM-finaluni. HONDBÓLTUR Dia Midjord, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur úttikið 16 spælarar, sum skulu umboða Føroyar í tveimum HM- undankappingardystum síðst í mánaðinum móti Makedonia. Talan er um tveir HM- undankappingardystir. 21. mars spæla Føroyar og Makedonia í høllini á Hálsi, og 25. mars hittast londini í makedonska høvuðsstaðnum, Skopje. Føroyar eru í bólki við Makedonia, Svøríki og Serbia. Tær, sum eru úttiknar, eru: Vivian Petersen (Selfoss), Fríða Petersen (VÍF), Margit W. Frímundsdóttir (Neistin), Pernille Brandenburg (Vendsyssel), Bjarta O. Johansen (Kyndil), Ninna K. Johansen (DK), Eir M. Berg (Neistin), Tóra Eliassen (Stjørnan), Turið Arge Samuelsen (Kyndil), Liljan Djurhuus (VÍF), Durita J. Christophersen (VÍF), Marianna H. Jacobsen (VÍF), Agnas Olsen, (VÍF), Kristianna H. Joensen (Ikast), Marianna G. Eystberg, (Kyndil) og Bára K. Hansen (Kyndil). Vegurin hjá Bjerringbro- Silkeborg til 1/8-finalurnar í EHF Cup er langur, nú liðið, har føroyski Jóhan á Plógv Hansen spælir, um vikuskiftið tapti 27-26 á útivølli ímóti hvítarussiska SKA Minsk. Heimaliðið var á odda 15-14 í hálvleikssteðginum og var eina løtu í seinna hálvleiki á odda við fimm málum, og hóast Bjerringbro- Silkeborg javnaði til 25-25 fýra minuttir fyri leiklok, so stóð SKA Minsk seg betur seinastu løtuna og vann 26-25. Fyri at Bjerringbro- Silkeborg skal koma víðari til 1/8-finaluna krevst nú, at liðið vinnur á útivølli ímóti slovakiska Tatran Presov og á heimavølli ímóti týska Magdeburg. Áki Egilsnes og liðfelagarnir úr KA vóru leygardagin í Reykjavík, har teir spældu ímóti Stjarnan U. Væl gekst hjá Áka og teimum, sum vunnu ein annars tættan dyst 29- 25. Støðan í hálvleikssteðginum var 14-14, og eina løtu seint í seinna hálvleiki stóð á jøvnum 23-23. Áki Egilsnes var deildur toppskjútti hjá KA við seks málum. Oddaliðið, Akureyri, spældi hesaferð javnt 24-24 ímóti Þrótti á útivølli, og tí fekk KA, sum er á øðrum plássi í næstbestu deildini, minkað um munin niður í tvey stig. Áki er toppskjútti hjá KA og hevur nú skotið 86 mál í 12 dystum. TALV Einki er avgjørt í nakrari deild eftir dystirnar í næstseinasta umfari í landskappingini í talvi í gjár. Í báðum fremstu deildunum bíða rættir finaludystir í síðsta umfari um tvær vikur. Í 1. deild stendur kappingin enn sum áður millum Havnina og Sandavág. Bæði vunnu sannførandi í gjár. Vágamenn vunnu 4-0 á kollfirðingum og FM-manningin hjá Havnar Telvingarfelag vann 3-1 á Klaksvíkar Talvfelag. Tað ber í sær, at munurin tódnaði niður í tvey stig. Fyritreytirnar undan avgerandi toppdystinum millum oddaliðini í síðsta umfari minna nógv um støðuna í fjør. Tá vunnu vágamenn 3-1, men gjørdust kortini eitt hálvt stig ov stuttir. Havnin vann 3-1 á Klaksvík. Á fyrsta borði vann Ólavur Simonsen á Olaf Berg, men á hinum borðunum vunnu oddafiskarnir. Martin Poulsen, Sjúrður Thorsteinsson og Carl Eli Samuelsen vunnu á Rana Nolsøe, Willa Olsen og Janus Skaale. Sandavágsmenn gjørdu bart í Kollafirði. Rógvi Egilstoft Nielsen, Høgni Egilstoft Nielsen, Silas Eyðsteinsson og Torkil Nielsen vunnu allir. Mótstøðumenninir vóru Hans Kristian Simonsen, Kári Petersen, Hanus Joensen og Eivind Jacobsen. Í triðja dystinum eydnaðist Gøtu Talvfelag at fáa fyrsta javnleikin í fremstu deildini. Eins og í fjør eru havnarmenn og sandavágsmenn klárt á odda í 1. deild. Og tað ber ikki beinari á, enn at oddaliðini møtast í seinasta umfari leygardagin 17. mars í einari rættari FM-finalu. Havnarmenn eru stóran skutin frammanfyri, men við einum rimmar endaspurti - sum í fjør - kunnu vágamenn fáa oddaliðið aftur. Úrslitini í 1. deild í 9. umfari: Havnin - Klaksvík 3-1, Kollafjørður - Sandavágur 0-4, Havnin 2 - Gøta 2-2. Støðan:, Havnin 29½, Sandavágur 27½, Klaksvík 20, Havnin 2 15½, Kollafjørður 9½, Gøta 6½. albinus@sosialurin.fo Fleyr fekk áttanda sigurin á rað