mánadagur 5. mars 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. mars 2018 · Nr. 27
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
DART / FÓTBÓLTUR
Føroyska A-landsliðið hjá monnum vann sunnukvøldið landsdystin móti
Íslandi 9-6. B-landsliðið tapti tepurt, meðan kvinnurnar taptu 9-5
Lars
Olsen
hevur
úttikið
20
spælarar til venjingarleguna í
Spania frá 18. til 26. mars. Nýggjur
í føroyska landsliðshópinum er
Gunnar Vatnhamar úr Víkingi.
- Hetta vóru heilt fantastisk
boð at fáa, og eg eri mestsum
málleysur. Men sum nokk flest
allir aðrir fótbóltsspælarar, so havi
eg droymt um A-landsliðið líka
síðani eg byrjaði at spæla fótbólt.
At sleppa at spæla á landsliðnum
saman við bróður verður ikki nógv
størri, so nú ræður um at taka av
møguleikanum, sigur ein ógvuliga
fegin
Gunnar
Vatnhamar
við
heimasíðuna hjá FSF.
Lars
Olsen,
landsliðsvenjari,
hevur
úttikið
hópin,
sum
í
døgunum 18. til 26. mars fer á
venjingarlegu í Spania. Umframt
venjingar,
verða
eisini
tveir
landsdystir á skránni. 21. mars
spæla Føroyar og Liktinstein, og
25. mars er Lettland mótstøðuliðið.
- Í longri tíð hava vit hildið eitt
vakið eyga við Gunnari Vatnhamar,
sum vit halda er ein spennandi
spælari. Hann kann brúkast á
fleiri plássum á vøllinum, og á
venjingarleguni fáa vit møguleikan
at hyggja nærri at Gunnari, sigur
Lars Olsen.
Gunnar Vatnhamar fingið landsliðsboð
Gunnar Nielsen, FH (ICE)
Teitur M. Gestsson, HB
Trygvi Askham, B36
Jónas Tór Næs, B36
Atli Gregersen, Víkingur
Odmar Færø, B36
Ari Mohr Jónsson, Sandnes ULF (NOR)
Rógvi Baldvinsson, Bryne FK (NOR)
Sonni Ragnar Nattestad, Molde FK (NOR)
Alex Mellemgaard, B36
Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍBV (ICE)
Gilli R. Sørensen, Brann (NOR)
Rene Shaki Joensen, Víkingur (ICE)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Hallur Hansson, AC Horsens (DEN)
Brandur H. Olsen, Randers FC (DEN)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Patrik Johannesen, Florø (NOR)
Jóan Símun Edmundsson, OB (DEN)
Klæmint A. Olsen, NSÍ
Teir 20, ið landsliðsvenjarin hevur úttikið, eru hesir
Tróndur Arge
Tríggir landsdystir í dart hava verið
um vikuskiftið. Føroyska A-lands
liðið vann 9-6 á Íslandska A-lands
liðnum, meðan B-landsliðið tapti
9-8. Kvinnurnar høvdu tað trupult
móti einum sterkum íslendskum
landsliði og taptu 9-5.
Hetta er aðru ferð í søguni, at
føroyska A-landsliðið hevur spælt
landsdyst. Eins og fyrstu ferð,
so var tað móti Íslandi. Dysturin
bleiv spældur í hølunum hjá
Havnar
Dartfelagi.
Nógv
fólk
vóru á staðnum, umframt teir
24 spælararnir, ið fóru í dysti til
samans.
Úr Handan á 1 verður sagt, at
A-landsdysturin til tíðir varð væl
spældur. Liðini fylgdust til 6-6 og
tað var ongantíð meiri enn eitt stig
á muni. Íslandska landsliðið telur
nakar avbera góðar spælarar. Tað
prógvaði Vitor Charrua, sum var
ein double 16, frá at verða tann
fyrsti í Føroyum, sum í kapping
klárar at spæla niður frá 501 upp
á tíggju pílar. Tað er eydnast til
venjing, men ongin hevur klárað
tað í kapping. Tað ultimativa í dart,
er at klára tað upp á níggju pílar.
Nakað, sum ikki ein gond hendi
til heimsmeistaraheitið seinast.
Hóast talan var um landsdyst, so
heppaðu føroysku áskoðararnir
og spælararnir á Vitor Charrua, tá
hann royndi at seta tíggjunda pílin
í double 16.
Føroyar vóru á odda 8-6, tá Jan
McIntosh í avgerandi settinum
lukkaði við 101.
B-landsliðið var á odda 8-5, men
tapti 9-8. Hans Eivind Olsen strídd
ist í seinasta og avgerandi setti
num, men tapti. Hjá kvinnunum
var Ísland væl sterkari og vann 9-5.
trondur@sosialurin.fo
Dart:
Tey ið eru
úttikin til
landsliðini
eru hesi:
Menn A:
Remy Gaardlykke,D16
Uni Árting,HDF
Jan McIntosh,HDF
Bogi H Isaksen,KDF
Menn B:
Hans Eivind Olsen,Team Sandoy
Bjartur Olsen,ADF
Esmar Mikkelsen,Pìlar&Skot
Ólavur Ellingsgaard, Pìlar&Skot
*Emsar Mikkelsen gav avboð, fyri
hann kom Bergur Klúftá, VDF
Kvinnur:
Lýdia Á Smið,Kalbak
Gunnbjørg Dam, VDF
Annika Joensen, Team Sandoy
Elisabeth Nicolajsen, Team Sandoy
FØROYAR VUNNU
Á ÍSLANDI