Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-05, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. mars 2018síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 5. mars 2018 · Nr. 27 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Viljormur Davidsen var ikki á listanum, tá ið Lars Olsen í gjár­ kvøl­d­ið kunngjørdi, hvørjar hann hevur úttikið at vera við á venjing­ ar­leguni hjá landsliðnum, sum verð­ur í Spania 18. til 26. mars. Viljormur hevur síðstu árini verið sjálvsagt val á vinstra vong­ verja í Vejle BK. At hann ikki verður við á veningarleguni skal ikki skiljast soleiðis, at Lars Olsen ikki longur roknar við honum. Tað verður roknað at tæna bæði lands­ lið­num og Viljormi betri, at hann røkir sín setning heima í Vejle, meðan liðfelagarnir á landsliðnum fara at venja í Spania. Tveir dagar frammanundan, at landsliðið fer á veningarlegu, skal Vejle spæla á heimavølli ímóti Skive, har fyrrverandi NSÍ venjarin Anders Gerber hevur ábyrgdina, og sunnu­dagin 25. mars verður Vejle part­ur av grannauppgerð í Esbjerg. Tá verður talan um lykla­upp­ gerð í kappingini um at vinna upp­ flyt­ing úr næstbestu deildini og upp í superliguna. Eitt lið flytur bein­leiðis upp. Í løtuni eru Vejle og Viljormur Davidsen á fremsta plássi­num. Tað eru fimm stig aftur til Esbjerg, sum er á fjórða plássi. Fótbóltsfepurin í Vejle er høgur. Gamla og sigursvanda stór­ felag­ið hevur nú í nógv ár verið i næstbestu deildini, men nú tevja tey betri fótbóltsdagar í Vejle. Føroya uppgerð Fríggjakvøldið var fyrstsi dysturin eftir vetrarsteðgin í næstbestu deild­ini. Vejle hevði vitjan av Thi­ sted FC, og tað endaði við mál­leys­ um javnleiki. Sæð við føroyskum eygum var uppgerðin áhugaverd skilt á tann hátt, at ein føroyingur var á hvørj­ um liðnum. Hóast Vejle hevur keypt fleiri spælarar í vetrarsteðginum í roynd­ ini at dubba seg at vera væl fyri í kapp­ingini um uppflyting, so tykist Viljormur Davidsen framvegis at sita tryggur í plássinum á vinstra vongverja. Fremsti maður hjá Thisted FC var 20 ára gamli Jákup Ludvig Thom­sen, sum er uppvaksin í HB, og sum er sáttmálabundin í FCM, sum er eitt at toppliðunum í super­liguni. Síðsta summar varð Jákup út­ leigaður til Thisted FC. Tað søgdu teir í FCM komst av, at hann skuldi fáa dystarvenjing, so hann verður betri førur fyri at vera við í kappingini um plássini á FCM lið­ num. Í heyst var Jákup L. Thomsen sjey ferðir á Thisted liðnum, men hann var bara einaferð við frá fyrsta bríksli. Nú tykist tað at síggja ljósari út hjá Jákupi, sum tey seinastu árini hevur verið fastur maður á U-21 lands­liðnum. Tveir av teimum, sum í heyst myndaðu framrættaða partin av lið­num, eru ikki longur í felagnum. Eitt nú er Mikkel Agger, sum í heyst skor­aði ellivu mál, farin til Noregs at spæla. -Vit skulu klára okkum við spælar­unum, sum eru í felagnum. Vit arbeiða við at menna teir, og so fáa vit at síggja, hvussu tað fer at laga seg, sigur Thisted venjarin. Millum spælararnar, sum nú hava fingið møguleikan, er Jákup L. Thomsen. Fríggjakvøldið var hann fremsti maður hjá Thisted í 86 minuttir. Tað endaði málleyst og einasti maður, sum megnaði at fáa bóltin í málið, var Jákup L. Thom­ sen, men dómarin kolldømdi málið orsaka av rangstøðu. Thisted FC er næstfremst, og tað eru teir í felagnum ikki so lítið ov­farnir av. Liðið er uppflytari, og í summar var málið at varðveita plássið í deildini. Nú halda teir seg havi rokkið hetta málið. Tað resta tólv umfør, og tað eru 23 stig aftur til niðurflytingarplássið. Nýggja málið er, at teir í Thisted nú ætla sær at røkka sætta plássi­ num, sum er betri endastøða enn jyska felagið nakrantíð áður hevur rokk­ið. Í løtuni eru teir seks stig framman­fyri nummar seks. Um Jákup L. Thomsen og teir megna at halda tørn um næstfremsta plássið ella enda á triðja plássi, so skulu teir í endaspæla um pláss í superliguni. Sunnudagin skulu Jákup L. Thom­sen og liðfelagarnir spæla á úti­vølli ímóti HB Køge. Enn hevur Lars Olsen ikki sent boð eftir Jákupi at vera við á a-landsliðnum. Um hann megnar at halda tørn um plássið í álopinum, man lítið vera at ivast í, at hann verður boðsendur seinni í ár, tá ið av­bjóðingar í nýggju UEFA Nations League kappingini eru á skránni. Føroyar skulu spæla fyrsta dystin fríggja­dagin sjeynda september. Hann verður á heimavølli ímóti Malta. Hallur spælir í kvøld Hóast hann er fastur maður á lið­ num í superliguni hjá AC Hor­sens, so hevur Hallur Hansson fing­ið boð um at vera við á venj­ingar­leguni hjá landsliðnum. Landsliðið fer avstað úr Før­oy­ um átjanda mars. Júst henda dagin verður síðsta umfar í grund­spæli­ num í superliguni. Tá skulu AC Hor­sens og Hallur Hansson spæla á úti­vølli ímóti Lyngby. Klokkan 17 í dag spælir AC Hor­ sens á útivølli ímóti AaB. Tveir føroyingar vórðu í gjár skift­ir inn í superligadystum. Jóan Símun Edmundsson varð skiftur inn á OB liðið, sum spældi í Brønd­by. Tað restaði eitt korter, tá ið føroyski landsliðsspælarin varð skift­ur inn, og tá var støðan 2-0 til heima­liðið. OB minkaði um munin, men tað eydnaðist heimaliðnum at vinna øll stigini og harvið at styrkja um sína støðu í toppinum. OB er í sera tættari kapping um at sleppa upp í part í endaspælinum um DM. OB er í løtuni á sætta plássi, og tað vera seks tey ovastu, sum fara at spæla um DM. Brandur Hendriksson Olsen var á beinkinum hjá Randers FC, sum hevði vitjan av FCN, ið fór til hús aftur við 3-0 sigri. Brandur varð skift­ur inn, tá ið tað restaði eitt kort­er, og støðan var 2-0. Bæði Jóan Símun Edmundsson og Brandur Hendriksson Olsen vera við føroyska landsliðnum á venj­ingarleguni í Spania. JÁKUP OG VILJORMUR HAVA KÓS MÓTI SUPERLIGUNI Í staðin fyri at fara á venjingarlegu við landsliðnum spæla føroysku spælarnir fyri uppflyting í Thisted og Vejle