mánadagur 5. mars 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. mars 2018 · Nr. 27
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Tríggir dystir hava verið í FTZ-
deildini hjá monnum um viku
skiftið. Á Skála vunnu hoyvíkingar
34-30 á StÍF, meðan bæði VÍF og
Kyndil elta eitt atgongumerki til
FM-finalurnar. Kyndil vann á KÍF í
Kollafirði, meðan VÍF vann í Vest
manna á Team Klaksvík.
H71 hevur við sigrinum yvir
hálað Neistan, sum hevur fríviku
skiftið. Neistin tapti mikukvøldið
fyri VÍF. Hoyvíkingar deildu málini
væl sína millum. Stórskjúttarnir
Peter Krogh og Mark Marcher fingu
bara trý mál tilsamans, meðan Rúni
Vest Højgaard og Sigmundur Nolsø
skutu hvør síni átta mál.
Í Kollafirði skoraði Hans Eli
Sigurbjørnsson heili 14 mál fyri KÍF,
men tað var ikki nokk til at vinna
dystin. Kyndil, sum nú er uttan
Tummas Paula Hanusarson og
Eirk Simonsen, vann dystin 34-30.
Kyndil er sjey stig frá øðrum plássi
num og hevur spælt ein dyst færri.
Í Vestmanna vann heimaliðið
37-30. Heldur ikki her sloppu stór
skjúttarnir framat. Filip Jojic fekk
fimm mál fyri VÍF, meðan Sámal
á Tjarldafløtti fekk trý fyri Team
Klaksvík.
Verður hugt eftir stigatalvuni,
so sæst at tað er langt á mál hjá
VÍF og Kyndil, um tey skulu vinna
inn á Neistan, men tað tykist sum
Neistin hevur eitt trupult tíðar
skeið í løtuni. Liðið tapti í hálv
finalunum
í
steypakappingini
fyri H71, og mikukvøldið í farnu
viku tapti Neistin fyri VÍF í høll
ini á Hálsi. Eftir tann dystin var
venjarin, Jeppe Borch, alt ann
að enn nøgdur. Spælararnir fóru
beina leið í skiftirúmi, har venjar
in sum skilst segði nøkur borgarlig
orð. Neistin hevur longt sáttmálan
við Jeppe Borch, sum tykist vilja
tryggja sær, at enn eitt finalu
pláss ikki gleppur teimum av
hondum. Somuleiðis hevur Ras
mus Søby longt sáttmálan. Hann
er ein týdningarmikil spælari fyri
Neistan, men hevur havt trupul
leikar við skaða seinastu tíðina.
trondur@sosialurin.fo
HONDBÓLTUR
FTZ-deildin:
FTZ-deildin
NR. LIÐ
DYSTIR
V.M.
T.M.
MUNUR
STIG
H71
17
445
428
17
25
NEISTIN
16
418
366
52
24
VÍF
16
478
464
14
18
KYNDIL
15
382
362
20
17
TEAM KLAKSVÍK
18
437
485
-48
14
STÍF
17
463
476
-13
11
KÍF
17
428
470
-42
7
Úrslit og
málskjúttar frá
FTZ-deildini:
KÍF-Kyndil: 28-
34 (15-19)
KÍF: Hans Eli Sigurnjørnsson
14, Magnus Muller 7, Karstin í
Húsinum 2, Atli L. Hammer 1,
Vilhelm Magnusen 1, Fríði Weyhe
1, Rúni Joensen 1, Ási Dam 1
Kyndil: Hjalti M. Jacobsen 10,
Bartal K. Olsen 6, David Edvardsen
4, Jóni G. Viderø 3, Rógvi Dal-
Christiansen 3, Høgni K. Olsen 3,
Ólavur av Fløtum Mittún 2, Rókur
Akralíð 2, Heini Edvardsson 1
StÍF-H71 30-34 (16-18)
StÍF: Sveinur Justinussen 7,
Allan Norðberg 7, Jóannes Prestá
5, Marius Joensen 4, Pætur Ó.
Johansen 3, Borgar Persson 2,
Djóni J. Petersen 1, Jógvan G.
Joensen 1
H71: Rúni Vest Højgaard 8,
Sigmundur Nolsø 8, Levur
Mortensen 4, Peter Krogh 4,
Hallur Biskopstø 3, Ári Dam
2, Sigmundur Dahl 2, Andor
Sivertsen 2, Mark Marcher 1
VÍF-Team Klaksvík
37-30 (18-13)
VÍF: Andrias Eriksen 7,
Sjúrður Olsen 6, Filip Jojic 5,
Johan í Garðastovu 4, Bjarti
Hansen 4, Hallur Árason 3,
Miki Duko Sørensen 3, Julian
Olsen 3, Agga í Garðastovu 1,
Mladen Mjerimacka 1
Team Klaksvík: Ludvík Súnason
12, Jens Pauli Mohr 5, Beinir
Johannesen 3, Vilhelm Vilhelmsen
3, Sámal á Tjaldrafløtti 3, Hørður F.
Sigtórsson 3, Dánjal Kjærbo 2
H71 ER NÚ
ODDALIÐ
Við sigri á StÍF hevur H71 fyribils lagt seg á odda í landskapp
ingini, men hvørki VÍF ella Kyndil vilja legja seg í FM-stríðnum