mánadagur 5. mars 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 5. mars 2018 · Nr. 27
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hvonn-deildin:
Tróndur Arge
Tríggir dystir hava verið í Hvonn-
deildini í hondbólti um vikuskiftið.
Størsti dysturin var í Vestmanna,
har oddaliðið tók ímóti VB, sum
liggur á triðja plássi. Við flottum 23-
23 javnleiki og fýra heimadystum
upp í slag, so er FM dreymurin hjá
VB enn á lívi, hóast liðið hevur mist
týðandi spælarar. Aftur hesa ferð
var tað Gurið K. Augustinussen,
sum gekk á odda við málskjútingini.
Hon skoraði sjey mál. Tað skal
ganga VB væl, um tær skulu røkka
einum FM-finalu plássunum, men
tað eru bara trý stig upp til Kyndil,
sum tó hevur spælt ein dyst færri.
Í Klaksvík greiddi Kyndil sín
setnin og vann 26-21, eftir at hava
verið á odda við seks málum í
hálvleikinum. Her skoraði Súna K.
Hansen heili ellivu mál fyri Kyndil.
Eitt sindur serstakt við dystinum
var, at Marianna G. Eystberg
kom aftur til landið sama dag, og
drønaði til Klaksvíkar at spæla.
Hon skoraði enntá fýra mál.
Á Skála vann H71 27-22 á StÍF.
Enn eina ferð er tað Maria H.
Weyhe, sum gongur á odda við
málskjótingini hjá H71, men hesa
ferð væl stuðlað av Evu B. Arge,
ið fekk seks mál. Kvinnurnar hjá
H71 eru nú bara tvey stig aftanfyri
Neistan, sum er á fjórða plássi. Tað
gongur óvanliga illa hjá StÍF, sum
liggur aftast við einum stigi.
trondur@sosialurin.fo
HVONN-deildin
NR. LIÐ
DYSTIR
V.M.
T.M.
MUNUR
STIG
VÍF
18
537
408
129
32
KYNDIL
17
473
361
112
28
VB
18
478
391
87
25
NEISTIN
17
393
414
-21
15
H71
18
398
457
-59
13
STJØRNAN
18
407
449
-42
10
STÍF
18
291
497
-206
1
Hvonn-deildin
– úrslit:
Stjørnan-Kyndil
21-26 (10-16)
Stjørnan: Tóra Eliasen 5, Jancy
Jacobsen 4, Sonja Sidal 3, Mina
Sirdal 3, Judith Dam-Jacobsen 3,
Jórun B. Nielsen 1
Kyndil: Súna K. Hansen 11,
Marianna G. Eystberg 4, Turið Arge
Samuelsen 4, Bjarta Ó. Johansen 3,
Bára K. Hansen 2, Anja Eliasen 2
VÍF-VB 23-23 (10-15)
VÍF: Marianna H. Jacobsen 7, Heidi
Maria Akselsen 5, Agnas Olsen 4,
Durita Jojic 2, Randi Virgarsdóttir
2, Tóra Seloy 1, Liljan Djurhuus 1,
Kathe Frederiksen 1
VB: Gurið K. Augustinussen 7, Rúna
M. Jacobsen 3, Bára K. Mortensen
3, Barbara K. Hjelm 2, Laila J.
Eysturberg 2, Christina Holm 2,
Rannvá Johannesen 2, Agnes
Fallesen 1, Durita K. Hjelm 1
StÍF-H71 22-27 (11-12)
StÍF: Rebekka Justinussen 8, Erla J.
Petersen 6, Fríðrún Olsen 3, Karina
Jørgensen 2, Birita T. Mikkelsen
1, Guðrun Gærdum 1, Simona á
Fríðriksmørk 1
H71: Maria H. Weyhe 9, Eva B. Arge
6, Anna á Steig 4, Karin Simonsen
2, Silja Sámalsdóttir 2, Tórhalla
Thorsteinsdóttir 2, Durita Toftum
1, Sanna Gunnarstein 1
HONDBÓLTUR
Við flottum javnleiki í Vestmanna er VB enn við í FM-
stríðnum, meðan Kyndil greiddi sín setning í Klaksvík
VB DREYMURIN
ER Á LÍVI