Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-05, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. mars 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. mars 2018 · Nr. 27 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hann er eitt lutfalsliga stórt navn í føroyskum fótbólti. Hann er uppvaksin í Glasgow Rangers, sum tá var eitt av tveimum stór­feløg­ um í Skotlandi, áðrenn felag­ið fór á heysin. Hann hevur havt heims­ kendar viðspælarar og venjarar. Nú ynsk­ir hann at royna yrkisleiðina sum venjari sjálvur. 37 ára gamli skotin hevði tveir val­møguleikar í vetur, eftir eitt ár sum venjari hjá TB/FCS/Royn. -Eg tosaði við bæði NSÍ og Vík­ ing. Eg var á fundi við bæði feløg­ ini, men valdi Víking. Ein av orsøku­ num er, at eg vil gjarna hava eitt skiftirúm, sum gevur mær mót­ spæl. Tað kunnu spælarar sum Atli Greger­sen og Sølvi Vatnhamar, sigur Maurice Ross við síni skotsku dialekt. Hann sigur eisini, at tað er eitt mál hjá honum at venja eitt lið, sum skal spæla í Evropa. Hann greiddi í sendingini frá, at hann ynskir at spæla nakrar nýggjar spælarar inn. Hetta við millum annað at brúka ein hátt, sum fyrrverandi enski landsliðsvenjarin, Glenn Hoddle, brúki, tá hann var venjari hjá Maurice Ross í Wolverhampton. - Hann var ein framúr venjari og serstakur upp á ein góða máta. Hann var ótrúliga nærlagdur og visti akkurát hvat tú skuldi gera nær á vøllinum. Eitt, sum eg havi lært av Glenn Hoddle er, at tær nýtist ikki at rópa og skrála fyri at fáa ein boðskap ígjøgnum, sigur Maurice Ross og leggur afturat: -Eitt annað er, at tú sum spælari fær tvey ting at fyrihalda teg til í einum dysti. Um allir á liðnum gera síni bæði ting, so eru vit nær við at vinna. Fyri meg kundi tað verða, at eg altíð skuldi vísa einum ávísum vongi útieftir, heldur enn inneftir. Tað gjørdi, at tú visti at um fylgdi teimum tingunum, so var tað ein stórur møguleiki fyri at tú slapp at spæla aftur um eina viku, sigur Maurice Ross. Hann heldur fyri, at ov nógvir venjarar ikki seta orð á síni krøv, tí tá skal venjarin ikki fyrihalda seg til tað, men kann altíð siga, at spælar­in skuldi havt gjørt okkurt annað. Suðuroyingar banka uppá Tað er fyrstu ferð, síðani Maurice Ross og hansara landsmenn hava spælt 2-2 javnleik á Svangaskarði, at høgri bakkurin hevur nakað við Før­oyar at gera aftur. -Eg fái eina uppringin frá um­ boðs­manninum Anfinn Gaard um TB/FCS/Royn. Tað er fyrstu ferð eg hugsi um Føroyar aftur. Eg hevði tað trupult í privatlívinum akkurát tá, so eg helt at tað var fínt at royna okkurt nýtt, sigur skotski venjarin, sum tá er í Noreg. -Eg hugsaði mítt, tá eg fór um­ borð at Smyril og kom suður. Har vóru ongar matstovur ella annað, sum eg annars tími væl. Eftir eitt ár í Føroyum, so skilji eg betri mentan­ina og havi tillagað meg. Eg kenni meg glaðan og stoltan av, at eg nú eri venjari hjá einum av størstu feløgunum í Føroyum, sigur Maurice Ross. Hann letur væl at tíðini í TB/ FCS/Royn, men ásannar at hann mátti broyta spælistíl, fyri at fáa neyðugu stigini fyri at yvirliva. Í trupulleikum á Svangaskarði 7. septembur 2002 á Svangaskarið. Ein ungur bakkur rennur runt saman við hinum á skotska lands­ liðnum. Teir hava týska heims­ meistaran, Berti Vogts, sum venjara. Men alt er ikki gott, tí longu undan dystunum hevur týsk­ar­in gramt seg um at spæla á Svanga­skarði. -Tað var ein løgin kensla. Vit búðu á Hotel Føroyum og tað var seyð­ur á takinum. Tá spurdu vit okkum sjálvar hvat vit gjørdu her. Í dag skilji eg samanhangin, men tá var tað mentalt ein skelkur fyri okk­um, fortelur Maurice Ross um minni­liga dystin. -Tá vit so einaferð kom fram til vøllin á Toftum, hugsi eg bara “áh nei”. Sjálvur vøllurin er í ringum standi og tá vita vit, at hetta verður ein harður dystur. Eg minnist at Lee Wilkie, sum spældi fyri Dundee FC tá, fór inn í skiftirúmi og seti einar 6 túsund krónur á Skotland at vinna. Hann sá, at spælararnir hjá Føroyum høvdu eitt fiska logo á troyggjuni og helt fyri, at hetta fór at verða lætt, minnist skotin afturá við einum smíli. Dysturin endar við javnleiki 2-2, eftir at John Petersen tvær ferðir í fyrra hálvleiki sendir innlegg frá Jákupi á Borg í máli. -Eg haldi vit vóru hepnir, at vit ikki taptu. Í hálviekinum segði venjarin einki. Tað var liðskiparin, Paul Lambert, sum tók orðið. Hann legði eftir okkum øllum, og greiddi frá hvussu illa fjølmiðlarnir fóru at fara við okkum. Tað var ein harður dyst­ur, har vit vóru hepnir at fáa javn­leik, tí seinna málið hjá okkum er eitt sindur bíligt. Tað var ein hørð vika heima í Skotlandi, eftir at hava spælt javnleik móti Føroyum, sigur Maurice Ross, sum tá spælir við Glas­gow Rangers. Í dag spælir føroyska landsliðið á Tórsvølli og spælistílurin er nak­ að broyttur. -Føroyskur landsliðsfótbóltur er kom­in langt síðani tá, um vit hyggja eftir leikvøllunum og hvussu væl Maurice Ross: FÓTBÓLTUR TAÐ VAR NSÍ ELLA VÍKINGUR Nýggi venjarin hjá Víkingi avdúkaði í Fótbóltspanelinum á Rás2, at hann kundi velja millum NSÍ og Víkingi til hetta kappingarárið. – Eg vil hava mótspæl í skiftirúminum, sigur Maurice Ross