mánadagur 5. mars 2018síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 5. mars 2018 · Nr. 27
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
tit klára tykkum. Tá eg síggi før
oyska landsliðið klárað seg væl, so
blívi eg onkursvega errin, tí eg eri
nú partur av føroyskum fótbólt,
sigur hann og
leggur afturat:
-Eg
var
millum
annað til landsdystirnar
móti Lettlandi og Sveis í fjør. Eg
meini so við, tit útspæla Lettland í
90 minuttir. Eg kenni meg sum av
part av hesum og royni at gera mín
part, við at fortelja um føroyskan
fótbólt í Skotlandi, sigur Maurice
Ross.
Spældi við navnframum
spælarum
Maurice Ross byrjar sum níggju ára
gamal at spæla við Dundee United,
men skiftir til Glasgow Rangers,
tá hann er 12 ár. Sum 17 ára gamal
skrivar hann yrkissáttmála og flyt
ur heimanifrá. Tað eru heldur ikki
smávegis liðfelag, sum hann fær í
Rangers.
-Eg var 19 ár, tá eg bleiv partur av
besta liðnum. Eg er heppin, at hava
verið ein partur av tí hópinum. At
skifta yvirav Andrei Kanchelskis
og Mikel Arteta, meðan Ronald De
Boer sat til mína høgru øll árini.
Seinni kom beiggi hansara, Frank
De Boer, síðani Barry Ferguson og
Tor Andre Flo. Har lærdi eg nógv og
hadi meg kunna siga, at tað er har
frá at mítt fótbóltsskil kemur frá,
sigur Maurice Ross, ið ikki heldur,
at hansara eginleikar rukku til at
verða partur av so stórum felagi.
-Eg spældi har í átta ár, men eg
var ótrúliga heppin, tí var ongantíð
ein Glasgow Rangers spælari. Mítt
støðið rakk kanska meiri til Aber
deen. Eg var ongantíð ein tekniskt
góður spælari, men eg var skjótur
og vildi tað nógv. Eg var sum ein
robottur. Innlegg og so aftur at
verja. Ella gev bóltin til onkrar av
teimum betru spælarunum. Eg var
ein ungur spælari, sum arbeiddi
hart. Soleiðis læri eg eisini mínar
spælarar í dag. Kenni tykkara upp
gávu, arbeiði hart og vísi ein góðan
hugburð, sigur Maurice Ross.
Heimskendur venjari
Í fyrstu tíðini í Glasgow Rangers,
er kendi hollendski venjarin, Dick
Advocaat, sum stendur á odda
fyri liðnum. Hann hevur drúgvar
royndir. Eisini í 1998, tá hann kemur
til Skotlands, eftir at hava vant
hollendska landsliðið og PSV.
-Dick Advokaat var meiri ein
høvðusvenjari, heldur enn ein
venjari. Hann hevði góðar spælarar
á liðnum, men hvussu fortelur
tú spælarum sum Giovanni van
Bronckhorst, hvussu hann skal
spæla. Hann legði meiri fyri á øðr
um økjum. Millum annað gjørdi
hann strangar reglar og broytti
venjingarmiðstøðina hjá okkum,
soleiðis at teir skaddur spælararnir
sóu út á vøllin. Hetta fyri at spælar
arnir skuldu vilja sleppa út á vøllin,
fortelur Maurice Ross og minnist
aftur á eina serstaka hending.
-Ein søga er um Ian Ferguson,
sum er ein legenda í felagnum.
Hann var á feriu í Florida í USA.
Tveir dagar seinni skuldu vit møta
í Florida á venjingarlegu, men
hann vildi ikki loyva Ian Ferguson
at verða verandi, tí í hansara huga
heimi, so ferðast eitt lið saman. So
Ian Ferguson mátti ferðast til Glas
gow, fyri síðani at ferða aftur til
Florida innan tveir dagar, greiðir
Maurice Ross frá.
Víkingur vann leygarkvøldið
Stórsteypadystin móti NSÍ.
trondur@sosialurin.fo
NAVN: Maurice Alexander Ross
FØDDUR: 3. feburar 1981 / 37 ár
FRÁ: Dundee, Skotland
YRKISLEIÐ:
2000–2005
Rangers
2005–2006
Sheffield Wednesday
2005–2006
Wolverhampton Wanderers (útleigaður)
2006
Wolverhampton Wanderers
2006–2007
Millwall
2007–2008
Viking
2009
Kocaelispor
2009–2010
Aberdeen
2010
Beijing Guoan
2011
Motherwell
2011–2012
Livingston
2012–2013
FK Vidar
LANDSDYSTIR:
2002–2003 Skotland 13 landsdystir
VENJARI:
2013–2015
Sola FK
2015–2016
Egersunds IK
2016–2017
TB/FC Suðuroy/Royn
2017–
Víkingur