Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-05, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. mars 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. mars 2018 · Nr. 27 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR André Olsen – Tórsvøllur Sigursvanda felagið, Víkingur, sum síðani 2012 á hvørjum ári hevur vunnið týðandi steyp í føroyskum fótbólti, vann um vikuskiftið árliga stórsteypadystin, ið er dystur millum meistararnar og steypavinnararnar frá árinum fyri. Merkisvert var, at talan var um fimta stórsteypasigurin hjá Víkingi á rað. Víkingur vann dystin aftaná brotssparkskapping, eftir at vanligi dysturin var endaður við 1-1 javnleiki. Elias Rasmussen var stóra hetjan hjá Víkingi til dystin leygarkvøldið, tí undir brotssparkskappingini tók hann trý av teimum fimm brotsspørkunum. Bæði málini komu í fyrra hálvleiki Sum heild var talan um ein dyst, sum leikliga var javnur, men har NSÍ hevði tær meira nasku royndirnar. Bæði málini, ið komu í dystinum, komu í fyrra hálvleiki. Árni Frederiksberg legði eftir sjey minuttum NSÍ á odda 1-0, tá hann kom at standa væl fyri í feltinum hjá Víkingi, eftir eitt innlegg frá Bárði J. Hansen úr høgru síðu. Tá 18 minuttir vóru leiktir, javnaði Víkingur til 1-1. Nýggi spanski verjuleikarin, Dennis Nieblas Moreno, fór um koll í brotssteiginum eftir eitt hornaspark, og dómarin, Alex Troleis dømdi brotsspark. Adeshina Lawal tók brotssparkið. Hann brendi tað fyrst, tí Tórður Thomsen í NSÍ málinum, hevði lisið hann av, men retur bólturin frá brotssparkinum, endaði fyri føtrunum á Adeshina Lawal aftur, sum skoraði til 1-1. Víkingur í nýggjari spælskipan Til dystin vóru fleiri viðurskifti sermerkt. Millum annað var sermerkt, at Víkingur, sum øll undanfarnu árini hevur spælt við nærum somu spælskipan, nú spælir á ein annan hátt, enn teir hava. Víkingur spældi leygarkvøldið við trimum í verjuni, fýra á miðvøllinum og trimum leikarum longur uppi, ið ætlanin er, at Víkingur skal spæla við í ár. Maurice Ross, ið er høvuðsvenjari hjá Víkingi, var væl nøgdur nýggju spæliskipanina eftir dystin. Eg eri nøgdur við tað sum eg sá frá leikarunum hjá mær í nýggju skipanini í dag. Tað var ikki ein løta í dystinum, har eg stúrdi fyri at vit mistu tamarhaldið á dystinum. Tær einastu ferðirnar, ið NSÍ vóru farligir, var tá vit kiksaðu avleveringar niðan eftir vøllinum, og tær kiksaðu avleveringar høvdu umstøðurnar nógv at gera við, segði Maurice Ross eftir dystin á Tórsvølli leygarkvøldið. Nigerianski verjuleikarin kemur ikki allíkavæl Maurice Ross slepti somuleiðis eisini eini bumbu leygarkvøldið, tá hann avdúkaði at nigerianski verjuleikarin, Rasheed Alabi, sum fyrr í vetur skrivaði sáttmála við Víking, ikki kemur til felagið allíkavæl. Rasheed Alabi hevur fingið noktandi svar frá donsku myndugleikunum um at fáa føroyskt ítróttarloyvi, og sleppur tí ikki at spæla allíkavæl. Víkinga venjarin, váttaði, at Víkingur ístaðin fer at fáa sær annan útlendskan leikara fyri nigerianska verjuleikaran. Sámal Erik er blivin klókari Hjá NSÍ var talan nærum um sterkastu manning til dystin leygarkvøldið. Einastu leikarar, ið ikki vóru tøkir til dystin vóru málverjarnir báðir, Símun Rógvi Hansen og Andras Gango, men har hevði NSÍ ístaðin Tórð Thomsen, ið eisini er ein royndur málverji í føroyskum fótbólti. Undan dystinum hevði NSÍ venjarin, Sámal Erik Hentze, eina ætlan um, at hann skuldi gerast klókari av stórsteypadystinum, og tað gjørdist hann eisini. Vit royna framvegis og eru enn eitt sindur leitandi. Eg hevði tó eina ætlan um at blíva klókari eftir dystin í kvøld, og tað eri eg eisini blivin. Sunnudagin skulu vit vera har, og tað er tá tað telur. Tað sum eg tó eri mest nøgdur við eftir dystin í kvøld er, at leikararnir hjá mær veruliga vilja tað. Teir arbeiða fyri tí allan dystin á tamb, og trekkja seg ongantíð. Tað er fyrsta fyritreyt, fyri at fáa eitt fótbóltslið at lukkast, segði Sámal Erik Hentze eftir dystin á Tórsvølli leygarkvøldið. Leygarkvøldið spældi NSÍ við Fróða Benjaminsen og Pól Jóhannus Justinussen á sentrala miðvøllinum, meðan Betuel Hansen lá eitt sindur frammanfyri teir sum offensivur miðvallari. Í venjingardystunum hevur Sámal Erik Hentze fleiri ferðir roynt Árna Frederiksberg í rolluni sum tann offensivi miðvallarin, men Árni Frederiksberg spældi leygarkvøldið úti til høgru. Í seinna hálvleiki royndi ein annar leikari ta rolluna, tá Øssur Dalbúð kom inn fyri Betuel Hansen sum framrættaður miðvallari. Tí er tað helst mest til ta positiónina at Sámal Erik Hentze er leitandi til sítt NSÍ lið, meðan hinir leiklutirnir tykjast meira greiðir. Lítið skilir tey ovaru liðini Dysturin leygarkvøldið gav eina ábending um, at lítið skilir tey ovastu liðini av føroyskum fótbólti í løtuni. Hóast NSÍ hevur fingið nógva tilgongd í vetur og verður væntað sum ein av stóru FM- favorittunum, meðan Víkingur hevur havt størri frágongd, var tað ikki nógv, ið skilti liðini leygarkvøldið. Felags fyri bæði liðini er, at liðini í vetur hava skift venjara, og at tað fer at taka tíð hjá báðum venjarunum, at fáa síni prinsippir inn á liðini. Tað er ringt at geva sær eina meting útfrá dystinum leygarkvøldið um, hvussu landskappingin í heyst fer at síggja út. Tað einasta, ið tykist heilt greitt er, at tað er lítið, ið skilir tey fimm ovastu liðini frá landskappingini í fjør. andre@sosialurin.fo Stórsteypadystur: VÍKINGUR VANN FIMTA STÓR­STEYPA­ DYSTIN Á RAÐ Felagsliðið úr Gøtu og Leirvík í Víkingi, vann um vikuskiftið fyrsta týðandi dystin í hesum kappingarárinum, tá Víkingur leygarkvøldið vann stórsteypadystin móti NSÍ eftir brotssparskapping. Hjá Víkingi var málverjin, Elias Rasmussen, stóra hetjan. Hann tók trý av fimm brotsspørkum undir brotssparkskappingini