fríggjadagur 5. november 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 212 - 5. november 2004
Nr. 212 - 5. november 2004
3
Í Sosialinum í gjár høvdu
vit drúgva grein um ætl-
anina hjá landsstýrium at
flyta ætlaða miðnáms-
skúlan í Vági til Hovs og
at leggja hann í ein skúla-
depil har. Afturfyri skal
røktarheim byggjast á
stykkinum í Vági, sum er
grivið út til miðnáms-
skúla.
Í tí sambandinum vístu
vit eina mynd, sum
Leivur
Nygaard
á
Tvøroyri hevur gjørt, har
hann vísur, hvussu eitt
røktarheim kann fara at
síggja út á stykkinum,
sum er grivið út til
miðnámsskúlan.
Fyri at ongar misskilj-
ingar skulu vera, er tað
rættast at skoyta uppí, at
Leivur Nygaard hevur
gjørt myndina eftir áheit-
an frá viðskiftafólkum.
Tað er sostatt ein bólkur
av vágbingum, sum hevur
biðið hann gera myndina
–áki–
RÚSDREKKABANN
ÁkiBertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nógvir føroyingar ferðast
hvørt einasta ár til Hetlands
at halda feriu. Ikki minst í
summar kann væntast ein
rættilig innrás av føroying-
um í grannalandinum fyri
sunnan, tí nú verða oyggja-
leikirnir hildnir í Hetlandi
og tað dregur nogv fólk til
sín.
Vónandi fer tað ikki at
taka glansin av stuttleikan-
um, at hetlendingar júst
hava sett forboð ímóti at
drekka á á gøtunum og á
øðrum almennum støðum í
høvuðsstaðnum, Lerwick.
Kortini verður lagt aftur-
at, at í serligum føri verður
forboðið tikið av, eitt nú tá
ið serligar býarveitslur eru.
Tað er løgreglan í Ler-
wick sum í longri tíð hevur
strongt á myndugleikarnar
fyri at fáa teir at seta forboð
fyri at drekka á almennum
støðum.
Løgreglan
vil
koma ófantaligum atburði á
almennum støðum til lívs
og hon gevur rúsdrekka ein
stóran part av skyldini fyri,
at tann ljóta atburðin hjá
summum.
Sostatt er løgreglan sum
vera mann, fegin um for-
boðið og politimeistarin í
Lerwick sigur við Shetland
Times, at hetta verður eitt
hent amboð í royndunum at
koma ófriði í miðbýnum í
Lerwick til lívs.
– Eg ivist ikki í, at for-
boðið fer at gera Lerwick
til tryggari, sigur hann.
Við hesum sigur hann als
ikki, at tað er ótrygt at
ganga í gøtunum í Lerwick
sum er, tí tað er nógv trygg-
ari enn aðrastaðni í Bret-
landi.
Samstundis er talið á
politistum í Lerwick eisini
økt nokk so fitt seinastu
tíðina. Tað hava verið 33
politisar í Lerwick, men nú
eru teir 40. Harafturat hava
teir 13 eykapolitistar.
Ikki øll eru so fegin um
forboðið. Onkur býráðs-
limur sigur, at hetta ger
vanligar borgarar til lóg-
brótarar.
– Flotar tú ein bát, kanst
tú ikki bjóða hjálparfólk-
unum eina øl aftaná uttan at
bróta lógina. Og grillar tú á
strondini eitt summarkvøld
og hevur eitt glas av víni
afturvið, ert tú eisini lóg-
brótari, sigur býráðslimur-
in, Gussie Angus.
Ein annar býráðslimur,
Jim Henry, stúrir eisini fyri,
at hetta fer bara at flyta
trupulleikarnar út um Ler-
wick.
Leivur gjørdi myndina
eftir áheitan
Ólógligt at drekka
í gøtunum
Týsdagin vórðu virðslønir
frá Norðurlendska ráðnum
handaðar fyri bókmentir,
tónleik
og
umhvørvið.
Virðislønirnar vóru áljóð-
andi 350.000 kr. hvør.
Virðislønina fyri bók-
mentir vann finski høvund-
urin kari Hotakainen. Í
takkar røðu síni segði hann
m.a. at hann upprunaliga
hevði ætlað at skriva um
hus, men skrivaði tá avtorn-
aði um einsemi. Tónleika-
virðislønina fekk íslend-
ingurin Haukur Tómason,
syri tónleikin til operaina 4.
Songur Guðrunnar. Virð-
islønina fyri at gera eitt gott
og týdningarmikið arbeiðið
fyri
umhvørvið
fekk
felagið Coalition Clean
Baltic, ið arbeiðir fyri einu
reinum Eystursjógvi.
Eys
Virðislønir vórðu handaðar
Á Norðurlandaráðsfundi í
Stockholm í vikuni mælti
Jógvan á Lakjuni, lands-
stýrismaður, til, at norður-
lendska samstarvið verður
víðkað til eisini at umfata
Hetland, Orkney, Hebridur-
nar, Isle of Man og ávís øki
á eysturstrondini í Kanada.
– Norðurlond kunnu bara
fáa nakað gott burtur úr at
víðka tað mentanarliga
samstarvið við hesi øki,
segði Jógvan á Lakjuni í
sínari røðu.
Hann heldur, at tað skal
verða uppgávan hjá Norð-
urlandahúsunum í útnorði
at menna hetta samstarv,
men hann legði dent á, at
eisini politisku myndug-
leikarnir mugu virka fyri at
víðka samstarvið til eisini
at umfata grannarnar hjá
útnorðurlondunum.
ek
Nýggj lond skulu upp í part
– Soleiðis hugsar Leivur Nygaard sær, at eittrøktarheim
vesturi á Vatninum í Vági, kann síggja út. Tað er ein
bólkur av vágbingum, sum hevur biðið hann gera myndina
C
M
Y
K
3
2
Vilt tú:
· At frælsa ítróttin verður raðfest og fær virðiligar umstøður at virka undir
· At børnini skulu ferðast trygt til og frá skúla
· At børnini skula hava eina virðiliga frítíðarskúlaskipan
· At skúlin og ansingarpláss stuðla undir og ganga undan, tá ið tað ræður um heilsugóðan kost
og rørslu
· At foreldur fáa rímiligar fíggjarligar fyritreytir at ansa børnunum úti ella heima
· At vit fáa betri umstøður til frítíðar virksemi - m.a. tónleik, ítrótt og grøn øki
· At kommunan stuðlar undir og gongur undan, tá ið tað ræður um ein sunnan og góðan lívsstíl
· At kommunan raðfestir allar borgarar - nýføðingar, børn, tannáringar, vaksin, foreldur og
gomul - eins og bjóðar teimum virðiligar umstøður og loysnir
· At kommunan virkar fyri talgilding av tænastum og í samstarvi við vinnuna gongur undan í
nýtslu av kunningartøkni
· At vinnan verður stimbrað og fær nøktandi karmar at virka undir
Við tínum stuðli og atkvøðu fer hetta at vera míni fremstu mál at fremja í Tórshavnar
kommunu.
Robert Vilhelmsen,
valevni á lista C
Tryggleiki
og lívsvirði
- til allar borgarar!
Tin stuðul - mín avbjóðing!
Made by you
Fríggjadagin 5.november kl. 13-18 og leygardagin 6. november kl. 10-17
vitjar ein serfrøðingur frá Montana Idé Møblar á Hálsi. Kom og
fá góð ráð og vegleiðing um innrætting við Montana.
Levering innan jóla skal bíleggjast innan 6. november kl. 17
Montana er ein skipan, ein fræls skipan, sum tú frítt
kanst dusa tær innanfyri.
Útgangsstøðið er einfalt, men rúmar óendaligar møguleikar.
Lat hugflogið reika við sniði, litum og virkni.
Dyrka frælsið og tak fólk á bóli við sansaligum skapanarhugi
og opnum sinni fyri nýggjum møguleikum.
Og vís hvør tú ert gjøgnum títt rúm.
Tí bara tú merkir, nær tú stendur í tínum rúmi.
Uppi á Hálsi
Tel 35 46 80