fríggjadagur 5. november 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 212 - 5. november 2004
Nr. 212 - 5. november 2004
5
UTTAN ÚR HEIMI
Bush-sigur ávirkar rentu
og oljuprís
Valsigurin hjá George W. Bush fer helst at hava við sær,
at oljuprísurin fer at hækka, og at tað sama fer at henda
við rentuni.
Tað heldur í hvussu er búskaparfrøðingurin Peter
Kurrild Klitgaard, sum er lektari á Syddansk Uni-
versitet. Hann sigur við Ritzau-tíðindastovuna, at Bush
hevur lækkað skattin, samstundis sum útreiðslurnar á
fíggjarlógini eru øktar nógv, og at tað hevur lagt stórt
trýst á dollaran. Tað hevur eisini við sær, at vandi er
fyri rentuhækkingum, og hetta fer sjálvandi eisini at
ávirka viðurskiftini í Danmark, sigur lektarin.
Peter Kurrild Klitgaard sigur, at sigurin hjá Bush
skapar óvissu um, hvat fer at henda í Miðeystri, og tað
kann fáa oljuprísin at fara uppaftur longri upp, sigur
hann.
Nader gjørdi ikki mun
Ralph Nader, sum stillaði upp sum óheft valevni á am-
erikanska forsetavalinum, fekk onga ávirkan á úrslitið.
Nader stillaði eisini upp fyri fýra árum síðani, og tá
fekk hann stóra ávirkan á úrslitið. Í Florida fekk hann
meiri enn 97.000 atkvøður. Tær flestu vóru frá demo-
kratiskum veljarum, og tí er eingin ivi um, at hann
kostaði Al Gore valsigurin. Sum kunnugt vann George
W. Bush í Florida og harvið valið, tí hann fekk 537 at-
kvøður fleiri enn Gore.
Men hesaferð fekk Ralph Nader bara 32.000 at-
kvøður í Florida, og tað gjørdi hvørki til ella frá, tí
munurin ímillum Bush og John Kerry var størri enn so.
Sambært valmyndugleikunum fekk Ralph Nader
knappliga 400.000 atkvøður um alt landið, og tað
svarar til eitt prosent.
Úr Irak
Ungarska stjórnin hevur gjørt av at taka teir 300 ung-
arsku hermenninar úr Irak, sigur Ferenc Gyurcsany,
forsætisráðharri.
Hann sigur, at Ungarn hevur játtað at lata hermenn-
inar verða verandi í Irak, til irakar hava valt nýtt tjóðar-
ting. Tað verður ætlandi í januar, og tí roknar hann við,
at hermenninir verða tiknir haðani í mars. Orsøkina til
afturtøkuna sigur hann vera, at Ungarn hevur avmark-
aðar fíggjarligar møguleikar, og harafturat er ungarska
fólkið ímóti, at landið hevur hermenn í Irak.
Ungarn er ikki tað einasta ES-landið sum fer at taka
sínar hermenn úr Irak. Polska stjórnin hevur fyrr sagt,
at hon fer at taka ein part av teimum 2.500 polsku her-
monnunum úr Irak næsta ár.
Stuðul til Saab
Amerikanska bilaverksmiðjan General Motors kunn-
gjørdi herfyri, at hon umhugsar at steingja Saab-verk-
smiðjuna í Trollhættan. Orsøkin er, at GM ætlar at mið-
savna framleiðsluna á einari evropeiskari verksmiðju,
og valið stendur ímillum Saab í Svøríki og Opel í
Týsklandi.
Tað fær álvarssamar avleiðingar fyri Trollhættan-øk-
ið, verður verksmiðjan stongd, og tí hevur svenska
stjórnin gjørt av at gera sítt til, at tað ikki hendir.
Fyrramorgunin kunngjørdi stjórnin, at hon hevur gjørt
av at játta 2,4 milliardir svenskar krónur til at bøta um
vega- og jarnbreytarkervið á Trollhættan-leiðini. Ætl-
anin er millum annað at gera ein nýggjan motorveg og
eina nýggja jarnbreyt ímillum Trollhættan og Gøte-
borg. Harafturat ætlar stjórnin at økja játtanina til
gransking.
Umleið
150.000
fólk
arbeiða
í
svenska
bilídnaðinum. Verksmiðjan hjá Saab í Trollhættan
gjørdi 114.000 bilar í fjør.
Nógv próvtilfar ímóti
fyrrverandi irakska
einaræðisharranum
er farið fyri skeyti,
sigur mannarættinda-
felagsskapurin Hu-
man Rights Watch
IRAK
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Human Rights Watch skriv-
ar í einari drúgvari frá-
greiðing, at útlendsku her-
deildirnar gjørdu alt ov lítið
fyri at tryggja sær týðandi
skjøl, sum vóru í ymsum
skjalagoymslum hjá eina-
ræðisstýrinum hjá Saddam
Hussein. Harafturat verður
víst á, at illir irakar gjørdu
seg inn á fleiri hópgravir,
uttan at teir útlendsku her-
menninir royndu at forða tí.
– Úrslitið er, at vit hava
mist týðandi upplýsingar,
sigur Sarah Leah Wilson
hjá Human Rights Watch
við tíðindastovuna AP. Hon
væntar, at hetta kann fáa
álvarssamar avleiðingar
fyri tað komandi rættarmál-
ið ímóti Saddam Hussein
og næstu medarbeiðarum
hansara.
Saddam
Hussein
er
ákærdur fyri at hava givið
herinum boð um at myrða
fleiri túsund shiamuslimar
og kurdar, tí teir gjørdu
uppreistur ímóti stýri hans-
ara undir Flógvakrígnum í
1991. Hann er eisini ákærd-
ur fyri at hava beint fyri
fleiri politiskum mótstøðu-
monnum, fyri at hava nýtt
eiturgass ímóti kurdunum í
býnum Halabja í 1998 og
fyri at hava gjørt innrás í
Kuwait í 1990. Ellivu av
hansara
heryvirmonnum
eru eisini ákærdir.
Human Rights Watch
sigur, at tað er umráðandi at
tryggja tey prógv, sum eru
eftir, og sum kunnu nýtast
ímóti Saddam Hussein og
monnum hansara.
– Øll prógv hava týdning
fyri rættarmálið, og tað er
umráðandi, at irakar fá eitt
fullfíggjað
yvirlit
yvir
brotsverkini hjá einaræðis-
stýrinum, sigur Sarah Leah
Wilson.
Valsigurin hjá Bush
fer ikki at gagna við-
urskiftunum millum
USA og Evropa, halda
serfrøðingar. Iran
kann gerast tann
størsti trupulleikin
VAL Í USA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Fleiri serfrøðingar vænta,
at valsigurin hjá George W.
Bush kemur viðurskiftun-
um millum Evropa og USA
illa við, og teir rokna við, at
ósemjurnar verða fleiri tey
næstu fýra árini.
Daniel Gros, sum starv-
ast á Centre for European
Policy Studies, sigur við
Reuter, at Iran kann gerast
høvuðstrupulleikin.
– Amerikanararnir halda,
at teir hava prógv fyri, at
Iran er í ferð við at útvega
sær kjarnorkuvápn, og teir
eru tí sinnaðir at fara til
verka fyri at forða tí. Hin-
vegin roynir Evropa at fáa
iranar at sleppa ætlanini við
at bjóða teimum ymiskt
afturfyri. Hetta líkist onkr-
um, sum vit hava sæð fyrr,
sigur Daniel Gros.
James Cameron, sum
starvast á ES-stovninum
European Policy Centre,
stúrir eisini fyri viðurskift-
unum tvørtur um Atlants-
havið tey næstu árini. Hann
heldur, at Bush fer at meta
sín valsigur sum eina váttan
um, at amerikanska fólkið
tekur undir við tí uttanríkis-
politikki,
sum
forsetin
hevur rikið higartil.
– Einki bendir á, at Bush
fer at broyta sín uttanríkis-
politikk, og at hann fer at
virka fyri størri altjóða
samstarvi. Hann fer at
halda somu kós sum higar-
til í bardaganum ímóti yvir-
gangi, sigur James Cam-
ron. Hann væntar kortini, at
Bush fer at nýta eitt annað
orðalag, tá tað snýr seg um
Frakland og Týskland, men
at tað bert fer at snúgva seg
um sjálvt orðalagið.
Alment hevur ES ynskt
George W. Bush tillukku
við afturvalinum, men frá-
farandi formaðurin í ES-
nevndini, Romano Prodi,
hevur samstundis heitt á
amerikanska forsetan um at
vísa størri virðing fyri
altjóða samfelagnum.
– Evropa fer framvegis at
royna at styrkja bondini
tvørtur um Atlantshavið, tí
júst hesi bondini eru avger-
andi fyri, at vit kunnu varð-
veita friðin, sigur Prodi.
Tað sama sigur franski utt-
anríkisráðharrin,
Michel
Barnier.
– Amerikanararnir mugu
ikki halda, at teir einsamallir
kunnu byggja heimin, stýra
heiminum og hava eftirlit
við heiminum, sigur hann.
Prógv ímóti Saddam
farin fyri skeyti
Kaldari millum USA
og Evropa
Bush-familjan var í góðum hýri, tá valsigurin var staðfestur, men serfrøðingar vænta ikki, at viðurskiftini millum USA og
Evropa fara at batna, nú Bush er afturvaldur
KT-felagið heldur, at
breiðband internetsam-
band er avgerandi fyri
menningina á KT-økin-
um, og tí mugu føroy-
ingar gera nakað serligt
fyri at fylgja við øðrum
londum.
– Flestu nýskapandi
KT-loysnirnar
í
dag
verða mentar í sambandi
við, at fólk um allan
heim
fáa
breiðband
(skjótt internet) heima og
til arbeiðis. Her klára
Føroyar ikki at fylgja
við, sigur KT-felagið.
– Bara nøkur fá pros-
ent av føroyingum hava
breiðband, og ein høv-
uðsorsøk er, at uttan-
lands-sambandið er lut-
falsliga dýrt, og at fólk
skulu gjalda eftir nýtslu.
Neyðugt er at fáa prísirn-
ar niður og fáa grundar-
lag fyri sonevndari flat-
rate avrokning (sama
gjald líkamikið nýtslu).
KT-felagið heldur, at
hetta kundi til dømis ver-
ið gjørt við, at tað al-
menna í eitt avmarkað
tíðarskeið setti pening av
til útbreiðslu av breið-
bandi í Føroyum.
ek
Tað almenna skal stuðla
breiðbandi
Jógvan á Lakjuni, lands-
stýrismaður við menta-
málum, heitti í eini røðu
á Norðurlandaráðsfundi
í Stockholm á hini norð-
urlondini um virka fyri,
at
føroyingar
kunnu
síggja sendingar úr al-
mennu sjónvarpsrásun-
um í hinum norðurlond-
unum.
Jógvan
á
Lakuni
greiddi frá støðuni hjá
føroyska sjónvarpinum,
nú onnur eru farin at
bjóða DR til sínar hyggj-
arar.
– Føroyska sjónvarp
má tí finna fótafestið aft-
ur, og vit umhugsa
møguleikan at senda
public service-tilfar hjá
øðrum norðurlendskum
rásum í føroyskum sjón-
varpi, segði Jógvan á
Lakjuni.
– Hetta kundi verið
gjørt í norðurlendska
andanum og tænt sam-
starvinum stóran heiður,
segði landsstýrismað-ur-
in.
ek
Bað um hjálp frá
norðurlondunum
Fríggjakvøldið og
leygarkvøldið sleppa
valevnir til bygda-
ráðið í Nes kommunu
at snara eydnuhjól-
inum í Svangaskarði
TILTØK
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Komandi vikuskiftið, 5.-6.
november, skipar Tofta
Ítróttarfelag fyri eydnuhjóli
og tombola á Svangaskarði.
Felagið sigur, at nógvir
og góðir vinningar verða at
vinna, eitt nú ræst føroyskt
kjøt.
Tiltakið byrjar fríggja-
kvøldið klokkan 20 og
heldur fram leygarkvøldið
klokkan 19.
Bæði kvøldini luttaka
valevnir í Nes kommunu,
nú kommunuval stundar til.
Á Svangaskarði sleppa tey,
sum bjóða seg fram til val-
ið, at snara eydnuhjólinum
og samstundis fáa tey høvi
at greiða frá sínum ætl-
anum.
Hugnakvøld, eydnuhjól og tombola
Á middegi mikudagin
sást roykur koma úr
eini húsatekju í Vági.
Alt brann innan úr
húsunum
ELDUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Á middegi mikudagin sást
roykur koma úr eini húsa-
tekju í Vági. Klokkan var
júst 12, tá eldur eisini sást
koma upp gjøgnum tekj-
una. Fáar minuttir seinni
var sløkkilið á staðnum og
sera nógvur og tjúkkur
roykur sást, meðan sløkki-
arbeiðið fór fram.
Alt brann innan úr hús-
unum. Eitt eldri par búði í
húsunum, men tey sluppu
bæði út í øllum góðum. Tað
sigst, at orsøkin til elds-
brunan var ein grýta við
feitti, ið stóð komfýrin-
um.Vandi var ongantíð fyri
grannahúsunum,
hóast
fleiri hús eru rundanum
húsini, ið brunnu.
Hús brunnu í Vági
C
M
Y
K
5
4